Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 220 - 16. november 2005 Útibarnagarðurin Fjallafípan í Klaksvík Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 1. februar 2006, ella eftir nærri avtalu. Størvini eru 30 tíma vika. (Møguleiki er fyri fleiri tímum). Pedagogar, ið fáa prógv í februar eru vælkomnir at søkja. Útibarnagarðurin Fjallafípan er ein kommunalur stovnur við 55 børnum í aldrinum 3 til 7 ár. Fjallafípan liggur í einum sera náttúruríkum og avbjóðandi umhvørvi tætt, við haga og fjøru. Vit søkja fólk ið: • taka børn í álvara og setur seg á støði hjá barninum • hevur áhuga at vera úti í náttúruni saman við børnum • duga at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar • vil leggja dent at samstarva við foreldur, starvsfelagar og børn Vit bjóða eitt starv, har viðkomandi sleppur at vera við at mynda arbeiði á stovnum og gerandisdagin hjá børnum. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera stovninum í hendi í seinasta lagi 7. januar 2006. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Útibarnagarðin Fjallafípan v/ Jóhannu Vest · FO-700 Klaksvík Tlf. 458415 Lýsing um matrikulering av trøðni á Drátti, matr. nr. 400 í Hvalba Til tess at matrikul og tingbók kunnu verða rættað er neyðugt við eigindómsdómi. Í hesum sambandi hevur Matrikulstovan vent sær til Vinnumálaráðið, sum í skrivi dagf. 27. apríl 2000 hevur givið Matrikulstovuni loyvi til nýmatrikulering av matr. nr. 400 í Hvalba sambært grein 38 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962. Boðað verður tí til fundar í gamla skúla í Hvalba hósdagin 1. desember 2005 kl. 13.30 at viðgera málið um ognarrættin til trøðna. Tá eigindómsskráin er fullfíggjað, verður matrikulin sendur Innlendismálaráðnum, ið við almennari stevning leggur sak við Føroya rætt móti øllum og einum, ið hava mótmæli móti tí gjørda matrikli, og at teir í honum lýstu eigarar verða skrivaðir í tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómi. Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar, frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevnufreistin er farin. Bygdaráðið í Hvalba skal velja tveir mans at hjálpa Matrikulstovuni at greiða eigindómsviðurskiftini. Matrikulstovan, tann 14. november 2005 Øssur Á Midjord, matrikulstjóri Jørð til sølu Um nóg høgt boð fæst, er nógv jørð til sølu norðuri við Gjógv. Jørðin gevur rættuliga nógv útbýti, hevur ligið umleið 4 tøkuseyðir til gyllina ella gott og væl tað. Markin er rættuliga stór, heilar 24000 m2, liggur rættuliga sløtt í trimum pørtum. Jørðin er á tveimum matrikklum 8 g á øðrum og 3½ g á hinum. Samanlagt eru til sølu 11½ gyllin. Um áhugi er fyri søluni, kunnu tygum ella tit ringja á tlf. 423135 og biða um aðrar viðmerkingar. www.sosialurin.fo