Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 221 - 17. november 2005 Glyvra kirkja verður karmur um fleiri spennandi, og eisini nýggjar gudstænastur hesa komandi tíðina. Byrjað verður fríggjakvøldið við ungdómsgudstænastu. Kirkjan Snorri Brend Glyvrar: Tónleikahugaði presturin við Glyvra kirkju – Meinhard Bjartalíð - hevur sett sær fyri at gera nakað serstakt fyri allar aldursbólkar í prestagjaldinum. Her er talan um guds­tæn­ ast­ur, ið venda sær serliga til tey ungu og gudstænastur, sum eru ætlaðar teimum eldru borgarunum. Umframt hesi bæði rætti­liga ymisku sløgini av gudstænastum, so fær kirkju­fólkið í næsta mánaði høvið at syngja jólini inn, eins og tey fyrst í komandi ár kunnu sleppa til eina ser­ staka náttargudstænastu í kirkjuni. Ung og eldri Fyrst tiltakið í hes­um um­far­ inum er ung­dóms­guds­tænast­ an nú fríggja­kvøldið. Prestur hevur sett sær fyri at skipa fyri tveimum slík­ um gudstænastum um árið. Soleiðis hevur verið sein­astu trý árini. Hesar gudstænastur hava verið væl vitjaðar, og vónað verður at soleiðis verður eis­ ini á hesum sinni. Til hesa gudstænastuna hava konfirmantarnir í sókn­ini fingið serstaka inn­ bjóðing. Óhugsandi er ikki, at mong ung verða til hesa guds­ tænastuna, tí Ung­dóms­kórið á Glyvrum fer at luttaka við sangi í annaðkvøld. Áhugin hjá teimum eldru fyri serstaku gudstænastuni hjá teimum hevur eisini ver­ ið vaksandi. Tá byrjað varð við hesum fyri fýra árum síðani, vóru eini 80 fólk í kirkju, men so líðandi er talið vaksið upp í 120. Eitt stórt arbeiði er gjørt fyri at kunna tey eldru um hesa gudstænastuna, m.a. gjøgnum Heimarøktina, dag­tilhaldið, eldrafelagið og aðrar vegir. Við gudstænastuna fara skótarnir at seta sín dám á við Lucia-gongd. Aftaná verða øll boðin til ein drekka­ munn. - Og sum eg skilji á lag­ num, so eru tey eldru sera spent uppá júst hesa guds­ tænastuna, sigur prest­urin, Meinhard Bjartalíð. Jólasangur Nú vit álvara eru farin at nærkast adventini, so ætlar prestur eisini at kirkjufólkið skal sleppa at syngja jólini inn. Hetta hendir sunnukvøldið 18. desember, sum eisini er 4. sunnudagur í advent. Tá bjóðar Glyvra kirkja øllum áhugaðum til ein til­ tak, har ein fer at syngja teir góðu gomlu jóla­sálm­arnar, samstundis sum trý kór fara at seta sín dám á guds­ tænastuna. Talan er um Kór Glyvra Kirkju, Barnakórið og Mans­ kórið. Fjórða spennandi guds­­ tænastan er ein náttar­guds­ tænasta, sum ikki áður hevur verið hildin í økinum. Á nátt Henda gudstænastan verður um mánaðarskiftið januar/ februar, og fer at byrja kl. 10 á kvøldi. Hetta verður ein gudstænasta, har dentur eisini verður lagdur á meditatión, bøn og kvirru. Gudstænastan verður eisini serstøk á tann hátt, at ein spildurnýggjur sangur verður sungin hetta kvøldið. Tað er norska sálmaskaldið, Svein Ellingsen sum hevur yrkt sangin ”Noen må våke i verdens natt”, sum verður sungin í føroyskari týðing á fyrsta sinni hetta kvøldið. Við gudstænastuna verða eisini sjey ymiskar bønir bid­nar. Fyri hvørja bøn verð­ur eisini eitt bønarljós tendrað. Umframt hetta fer eitt kór at luttaka við sangi, eins og altargongd verður á skránni. Út frá hesum kann tí sláast fast, at Glyvra kirkja verður nógv nýtt ta kom­andi tíðina. Ikki bert við vanligu gudstænasturnar sunnu­dag­ ar, men eisini til aðrar tíðir. Gudstænastur fyri øll Ymiskar gudstænastur Hesar komandi mán­ að­irnar verða Glyvra kirkja karmur um hear gudstænastur: Fríggjadagin 18. no­v. kl. 20: Ung­dóms­guds­ tænasta Fríggjadagin 2. des. kl. 16: Eldragudstæn­ asta Sunnukvøldið 18. des. kl. 20: ”Vit syngja jólini inn” Mánaðarskiftið januar/februar 2006: Náttargudstænasta 3 & 1 3 0 ; ($9'$ ¶'%),).) &/ 6!4.3/92!2 &!2/%)3,!.$3 4EL  &AX  WWWHDYGDFO POST HDYGDFO ($9'$VINDEYGA¦OGHUR¦INVER¦AGJ’RDÞRTÓBESTATILFARINUMTILF’ROYSKVI¦URSKIFTI ($9'$HELDURSOLEINGI ATVITBJئAÈRATRYGD($9'$VINDEYGUFÈASTSUMTOPPSVING SÓ¦USVING SÓ¦UHONGDOGTOPPHONGD ($9'$VINDEYGA¦FSTÞRTRI TRIALUOGPLASTI 4A¦VARÓ¯LESUNDÓAT(ARALD+VASNES SUMHEV¦IARBEITTVI¦VINDEYGUMSUMSER’KI UPPFANNTA¦FRAMÞRSKARANDIVINDEYGA¦ HARRAMMANKUNDISNARASTALLANVEGINRUNTUMEGNAÈS SOLEI¦ISATTILBARATSTANDAINNIOGVASKA ÞTSÓ¦UNA .AVNI¦ GJ’RDIST w(USMOR VINDUETiSUMEINHEI¦URTILHENNARA SUMTÈÓTÓ¦INISTئFYRIREINGER¦INIAVHÞSUNUM ¶MEIRAENNÈRHAVAVITFRAMLEITTOGMENTHESIVINDEYGU6INDEYGA¦ SUMUPPRUNALIGATw(USMORVINDUETi EITURNÞ($9'$ VIND EYGA¦6’RUSKRÈOKKARAFEVNIRÓDAGUMVINDEYGU ÞT OGALTANHUR¦AR HÞSAKLDNINGOA 6).$%9'5.)3)'!!,4($9'$ERNâGGJAFELAGSNAVNI¦OGV’RUMERKI¦HJÈ6ATNSOYRA3NIKKARAVIRKIOG&’ROYA'LUGGA Glyvra kirkja verður karmur um fleiri spennandi gudstænastur ta komandi tíðina – bæði seinnapart, kvøld og á nátt