hósdagur 17. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 221 - 17. november 2005
Tað er ikki ofta, at
fólk standa á rað
og bíða eftir at ein
ensk barna- og
ungdómsbók kemur
út. Sjálvt um klokkan
er farin av midnátt,
so standa Harry
Potterfjepparar,
onkur í svørtum
kappum og brillum,
og bíða tolin eftir
at kunna keypa
nýggjastu bókina
BESTSELJARI
Kim Simonsen
Tað er heldur ikki ofta, at
ein bók hevur eitt fyrsta
upplag uppá 120.000 eintøk
í Danmark. Eingin bók er so
nógv týdd, sum Harry Potter,
bert Bíblian yvirhálar hesar
bøkurnar hjá J. K. Row
lings.
Tað er ein gáta fyri bók
mentafrøðingar, hvussu
hendan enska kvinnan hevur
funnið gylta lykilin inn í
hugaheimin hjá børnum og
ungum kring allan heimin,
í eini tíð har telduspølini,
DVD, fartelefonir og alt ann
að tykist vera meiri spenn
andi enn stórar tungar og
tjúkkar bøkur um ein lítlan
og nørdutan drong, ið er ein
gandakallur.
Eg haldi, at hetta er okkurt
sum øll, ið eru góð við bøkur
skulu gleða seg um, at ung
fáa só stórar upplivingar við
bókum, ti byrja tey at lesa
t. d. Harry Potter, so er ein
góður kjansur fyri at tey lesa
annað seinni.
Dugir J.K. Rawling
at ganda?
Høvundin J. K. Rawling
er ein altjóða celebrity
í dag. Men so var ikki
áðrenn hon fór at skriva um
Harry Potter. Hon var tá
ein fráskild einlig mamma
við tveimum børnum. Hon
fekk hugskotið, meðan hon
sat í einum toki. Við eitt
sá hon Harry Potter fyri
sær, men hon hevði hvørki
pappír ella ein blýant við
sær, hetta segði hon herfyri
í einum temakvøldi á DR2
um hana og hennara bøkur.
Tá hon kom heim, fór hon at
skriva, og hon hevur skrivað
síðani. Í dag sigst, at hon er
næstríkasta kvinnan í Ong
landi, ikki langt aftan fyri
Drotning Elisabeth.
Tá røðin av bókum enda
við gandatalinum sjey, sigur
hon seg vilja fara í holt við
okkurt annað. Orsøkin til
at tað eru sjey bøkur er, at
hvør bók snýr seg um eitt
skúlaár í gandaskúlanum
Hogwarts.
Hogwarts er ein skúli fyri
»Witchcraft and Wizardry«.
Hann er hin besti skúlin í
heiminum, ið sigst liggja í
Onglandi. Skúlin er túsund
ára gamal og er stovnaður
av fýra av teim mest kendu
gandakallunum
tá,
ið
vóru Godric Gryffindor,
Helga Hufflepuff, Rowena
Ravenclaw and Salazar
Slytherin.
Hogwarts ein mynd av
enska samfelaginum
Hesin skúlin er upp á allar
mátar ein góð mynd av
enska stættarsamfelaginum.
Hogwarts er nærum ein
keipumynd av eliteru privat
skúlunum í Onglandi. Tey
fínu og fremstu eru fødd
sum gandakallar, meðan tey,
sum hava vanlig foreldur eru
ikki eins fín. Hesi kalla tey
fyri »runublóð«, t. v. s., at
tey eru skitin og óektaðir
arvingar til skúlan. Ikki øll
vilja hava hesi »vanligu«
gandakallarnar gangandi á
fina skúlanum. Hetta er jú
eitt ótrúliga veruligt stríð
og er til staðar innan enskar
privatskúlar og allan vegin
til lærdar háskúlar sum
Oxford og Cambrigde, ið
altíð hava verið skúlanir hjá
ensku yvirstættini.
Seinasti filmurin »Harry
Potter og Flammernes
Pokal« er partvíst gjørdur í
Oxford. Á ein hátt er okkurt
serligt enskt í søguni um
Harry Potter. Har er ein
serligur andi av søgu, mytu
og av elituhugsan eisini.
Stættarstríðið er nærver
andi, og Potter, ið sjálvur
er aðalborin innan hesa
verðina hevur tvey vinfólk,
ið bæði eru »vanlig«. Yvir
stættarfelagið, ella kollegiie
Slytherin, hava lyndi at
spæla við merktum kortum,
teir vilja altið snýta. Hesi
eru rík, tey hava arvað bæði
fínar titlar, nøvn og ganda
mátt. Soleiðis eru lærdir
háskúlar sum Oxford og
Cambridge eisini, har eru
ymisk colleges, ið hava sera
ymiskar samleikar. Eins og í
Harry Potter, so ganga tey í
svørtum kappa. Soleiðis snýr
hetta seg um ein bardaga um
vald, ágóðar og rættin til at
stjórna gandakallafakinum
framyvir. Í felagnum fyri
tey fínu, Slytherin, eru næm
ingarnir sjálvskrivaðir og
føddir inn í felagið. Serliga
hata tey frá Slytherin felagið
Gryffindor. Hetta felagið
hevur mest vanlig børn,
hvørs foreldur ikki eru fínar
gamlar gandakallafamiljur.
Gryffindor eru tí eitt undir
mett felag, og høvdu ong
antíð vunnið á teim ríku
snobbunum, men tey hava
Harry Potter sum »málmann«
í spælinum »quidditch«.
Hogwarts rúmar soleiðis
sum allar mytur bæði tað
góða og ónda. Harry Potter
er sjálvur mangan í iva, um
hann er ein partur av tí ónda
ella góða.
Ein heimur fyri seg
Rawlings dugir at savna upp
á løg í søguni hjá okkum. Har
eru mystikkur frá miðøldini,
gresk-, rómversk- og norrøn
mytolog blandað saman
við ymiskum, ið hon sjálv
hevur uppfunnið. Serliga
hugtakandi eru ævintýrdjór
av øllum slag.
Tað er torført ikki at
gerast bergtikin av øllum
nøvnunum í bókunum, tí
hvat er ein Auror, hvat er
Avada Kedavra, Bane, Death
Eaters, Hedwig, Petrificus
Totalus, Platform nine and
three-quarters, Quidditch
og Sectumsempra? Alt
hetta er Harry Potter
kotumál. Av og á havi eg
hugsað, at Rawlings hevur
brúkt mytologisk leksikon,
latinskar orðabøkur, bøkur
um gandadjór, alkymi
og druidar, ið hon hevur
kopiera, og sjálvandi eisini
brúkt egið hugflog.
Ov nógvur gandur?
Fyri nøkrum árum síðani
skuldsettu kristin Harry Pott
er røðina fyri at snúgva seg
ov nógv um gandakellingar,
gand og ógudiligan devul
skap. Hetta er ein serlig
lesing av »fantasygenruni«,
ið eg havi ringt við at taka í
fullum álvara. So skuldi man
fordømt Ringana Harra,
ævintýrum, kvæðum, Star
Wars og nógvum øðrum.
Tað eru ikki bert konserva
tiv kristin, ið hava fordómar
móti Harry Potter bókunum.
Kendi enski høvundin A.
S. Byatt, hevur skrivað
eina atfinningarsama grein
um hesar bøkur, ið hon
kallar: »Harry Potter And
The Childish Adult«. Her
sigur hon, at Harry Potter
bøkurnar eru mest fyri tey,
hvørs hugaheimur er álopin
av teknifilmum, vánaligum
sápuundirhaldsrøðum í sjón
varpinum, reality sjónvarpi
og av slatri um kend. Hon
saknar, at gandurin ikki er
meiri vandadamikil, enn
hann er í Harry Potter.
Eg skilji hesar innvend
ingar, men eri kanska
ikki heilt samdur. Sum øll
modernaði ævintýr, so er
ein syrgilig søga í miðuni
á søguni um Harry Potter.
Foreldrini hjá honum eru
dripin av einum óndum
gandakalli kallaður Volde
mort. Hetta ger hann til ein
bæði tragiskan og spennandi
persón. Sum í søguni Star
Wars, so er hin góði Anakin
drigin at myrku síðuni. Myrka
valdið, t. d. hevndarhugurin
hevur tak á Harry Potter eis
ini. Hann dugir at tosa við
slangur, ið bert Voldemort
og »myrki« gandakallurin
Salazar Slytherin dugdu
áðrenn hann. Tað snýr seg
um at halda hjartað reint og
at velja rætt, og júst hetta er
ofta temaði í Harry Potter
bókunum.
Tragiska brilluapan
Fólkini, ið hava ættleitt hann
eru órein við hann. Lítla for
eldraleysa brilluapan Harry
er illanni royndur av vanligu
verðini hjá »mugglarum«, ið
hesi fólk við gandakynstri
kalla øll vanlig fólk. Familj
an Dursley eru nøkur smá
borgarlig beist, ið enda við at
læsa Harry inni, so hann ikki
sleppur aftur til Hogwarts.
Sum allar veruliga góðar
barnasøgur og øll sonn ævin
týr, er okkurt skerandi vakurt
við børnum, við serligum
evnum, eru so órættvíst
skerd í lívinum. Men henda
pínan er mangan ein serliga
sterk megi, ið vit síggja hjá
dunnuunganum hjá H. C.
Andersen og hjá Øsku Fíu.
Sum øll happað, hartað og
illa hagreidd klók børn, so
liva tey í einari paralellari
verð, ið er full av gandi.
Børn eru lívsjáttandi, og
velja altíð ein veg. Lítla
menniskja er sum trøðini,
ið tráa eftir ljósinum. Tað
ljósið, ella tráanin eftir
ljósinum, ið boyggir tey og
gevur teim skap og samleika.
Hetta ljós, ella rættari sakt,
hendan gandin finna vanlig
børn mangan í hesum at lesa
bøkur, og í hesum tíðum
kanska serliga Harry Potter
bøkur.
Gandurin í lívinum
Harry Potter minnir okkum
um søguna, um gandin og
um mytuna, alt vanliga lívið
mangan vantar. Tað er ikki
pláss fyri alfum, trøllum,
nissum, fabildjórum og hug
flogið endar mangan við
skerdan lut í samfelaginum
í dag. Men dreymar, ævintýr
eru júst ein partur av »veru
leikanum«, eins og vit eru
fátøk um vit ongantíð hava
hoyrt um fuglin Fønix, ið
brennur í grund, og reisur
seg úr øskuni. Hesin tragiski
og vakri fuglurin er í Harry
Potter ein hjartagóður hjálp
ari, hvørs tár eru lekjandi,
men bert um hjarta er reint.
Søgurnar um Harry
Potter snúgva seg um stór
tema, sum vinalag, trúfesti,
samanhald, vilja og hetta
at velja her í lívinum. Tað
eru ikki okkara evni, ið siga
hvørji vit eru, men tað vit
velja í lívinum.
Keldur:
A.S. Byatt: »Harry Potter And
The Childish Adult«.
DR2
Hin reini gandur ella tað reina tvætl?
Hví dámar so nógvum Harry Potter?
J. K. Rowlings
var als ikki
kend, áðrenn
hon fór undir
at skriva Harry
Potter bøk
urnar. Nú
sigst hon vera
næstríkasta
kvinnan í
Onglandi
- ikki
langt aftan
fyri Elisabeth
drotning
Harry Potter minnir okkum um søguna, um gandin og um mytuna - har tað vanliga lívið vantar...