hósdagur 17. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 221 - 17. november 2005
Menningarstovan
og Kaupthing hava
í felag tikið stig til
at skipa fyri eini
kunningarferð
til Íslands fyri
føroyskum fyritøk
um. Vit skulu gera
nyttu av einum
heimamarknaði, sum
er blivin sjey ferðir
størri, enn hann var,
siga stigtakararnir
Vinnuátak
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyrr í ár skrivaðu Føroyar
og Ísland undir fríhandils
sáttmála, sum gera hesi
bæði lond til ein og sama
marknað. Í eini roynd at
varpa ljós á teir møguleikar,
sum hetta gevur føroyskum
fyritøkum, skipa Kaupthing
og Menningarstovan fyri
ein
kunningarferð
til
Íslands í komandi mánað
fyri føroyskum fyritøkum.
Endamálið við ferðini er at
geva føroyskum fyritøkum
betri innlit í íslendska
marknaðin, soleiðis at okk
urt ítøkiligt kanska kann
spyrjast burtur úr nýggja
møguleikanum.
Tómrúm í íslendska
marknaðinum
Teir báðir, Peter Holm,
stjóri í Kaupthing, og Kjart
an Kristiansen, stjóri á
Menningarstovuni, siga, at
tað er pláss fyri føroyskum
fyritøkum á íslendska markn
aðinum.
- Tað hevur verið fyri
tað mesta bert verið tosað
um vansar við nýggja frí
handilssáttmálanum millum
Føroyar og Ísland, men fakta
er tað, at nýggi sáttmálin
hevur við sær, at føroyski
heimamarknaðurin er sjey
ferðir størri, enn hann var
frammanundan, sigur Peter
Holm.
- Vit hava sæð, hvussu ísl
endskar fyritøkur seinnu árini
í sera stóran mun hava gjørt
vart við seg uttan fyri Ísland
og lagt seg eftir til dømis
danska marknaðinum. Hetta
hevur havt við sær, at tað er
eitt slag av einum tómrúmi
á íslendska marknaðinum,
og tað er hetta, ið vit skulu
gera nyttu av, sigur Kjartan
Kristiansen.
Peter Holm leggur afturat,
at íslendingar eru ógvuliga
opnir fyri føroyingum, og
at av tí at íslendski markn
aðurin ikki er serliga stórur
lutfalsliga, so er tað ikki so
trupult at gerast sjónligur á
marknaðinum.
Stórur áhugi
Tað var Peter Holm sjálvur,
ið fekk hugskotið til kunn
ingarferðina, og hann
setti seg síðani í samband
við Kjartan Kristansen á
Menningarstovuni at vita,
um teir í felag kundu skipa
fyri ferðini.
- Vit fáa mangan fyri
spurningar um bæði eitt og
annað átak, sum vit kunnu
skipa fyri, og sum vit skulu
taka støðu til. Tá ið Peter
ringdi og greiddi frá sínum
hugskoti, var eg beinan veg
in greiður yvir, at hetta var
ein upplagdur møguleiki
hjá føroyskum fyritøkum
at vinna seg fram á einum
nýggjum marknaði, sigur
Kjartan Kristiansen.
Bæði Kaupthing og Menn
ingarstovan hava ringt runt til
ymsar fyritøkur í landinum,
og undirtøkan tykist verða
stór, siga teir báðir.
- Tað er stórur áhugi fyri
ferðini, og enn havi eg so
ikki upplivað nakra fyritøku,
sum hevur meldað út, at hon
ikki kemur við til Íslands,
sigur Peter Holm. Hann
sigur tó, at um føroysku
fyritøkurnar ætla sær inn á
føroyska marknaðin, so er
alneyðugt, at tær gera tað
ordiligt.
At Kaupthing soleiðis tek
ur stig til eina slíka ferð er
ikki av tilvild, og Peter Holm
sigur eisini, at teir gera tað
ikki bara til stuttleikar.
- Vit síggja stórar møgu
leikar á íslendska marknað
inum, og tí vilja vit fegin
spæla við, um onkur før
oysk fyritøka ætlar sær inn
á marknaðinum. Men tað
krevur, at tað verður gjørt
ordiligt, og vit ivast ikki í,
at tað ber væl til, um vit hava
eitt nóg gott produkt, sigur
Peter Holm.
Kunningarferðin
til
Íslands verður í døgunum
5.-7. desember, og væntandi
verða eini 50 fólk umboðandi
føroyskar fyritøkur við á
ferðini. Á ferðini verður
kunnað
um
einstakar
íslendskar fyritøkur, og
greitt verður eisini frá,
hvussu tú roknskaparliga
og løgfrøðisliga fótar tær í
Íslandi.
Í morgin letur
Farodane Casa upp í
nýggja bygninginum
hjá Thomas
Dam á Hálsi. Við
hesum verður øll
møbladeildin hjá
Farodane flutt úr
Brekkutúni oman á
Háls
Nýggjur handil
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nýggi møblahandilin er í
tveimum hæddum, og til
samans er talan um góðar
500 fermetrar við øllum
møguligum bæði til privat
og vinnulív.
Leingi leitað
eftir hølum
Tað er Heini Weihe, ið skal
reka Farodane Casa. Hann
átti sjálvur fyritøkuna Ergo
Design, sum 1. februar í ár
legði saman við Farodane.
Ergo Design legði dent á
at selja úrvalsinnbúgv og
sonevndar designaramøblar,
og hesir verða nú at fáa í
Farodane Casa.
Heini Weihe sigur, at líka
síðani samanleggingina
fyrr í ár hava teir leitað eftir
hóskandi hølum til møbla
deildina hjá Farodane, og
nú verður so flutt.
- Vit leggja okkum eftir
góðskuinnbúgv, og vit hava
nakað bæði til privata heimið
og til vinnulívsfyritøkuna,
sigur hann.
Heini greiðir frá, at í veg
hæddini verða framsýning
av innbúgvi til privat, meðan
tað í erva fyrst og fremst er
talan um skrivstovuinnbúgv.
Farodane Casa umboðar
eisini kenda merkið Stokke,
ið ger dygdarinnbúgv til smá
børn, so sum høgar stólar,
pusliborð og barnasengur, ið
eru sera vælumtóktar.
Fýra fólk fara at starvast
í nýggja handlinum, og
harafturat verða fýra mon
tørar knýttir at virkseminum
hjá Farodane Casa. Móttøka
verður í nýggja handlinum
í morgin frá klokkan trý til
fimm.
Gera nyttu av størri marknaði
Peter Holm, stjóri í Kaupthing, v.m. og Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni h.m. halda, at
tað er ein upplagdur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at gera nyttu av, at heimamarknaðurin er
blivin sjey ferðir størri, nú fríhandilssáttmáli er gjørdur við íslendingar. Tí skipa teir fyri kunningarferð
til Íslands fyri føroyskum fyritøkum í næsta mánað
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggjan møblahandil
Heini Weihe rekur nýggja handilin Farodane Casa, sum í morgin letur upp á Smyrilsvegi í Havn í
nýggja bygninginum hjá Thomas Dam. Her tekur hann sær av løttum í einum av snotiligu softunum,
ið verða at fáa í nýggja handlinum
Mynd: Jens Kr. Vang