Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2005  Ferðslunevndin í Klaksvík hevur sett upp vegforðingar við eitt vegastrekki í býnum. Óhugsandi er ikki, at fleiri slíkar verða settar upp á øðrum vegastrekkjum við nógvari ferðslu, ikki minst tí ein væntar økt tal av fremmandum bilum tá undir­sjóvar­tunn­ ilin letur upp til várs. Ferðsla Snorri Brend Klaksvík: Ein partur av ar­beiðinum hjá einum býráði er at geva teim ferðandi bestu umstøður – líkamikið, um tey ferðast við bili ella eru til gongu. Henda veruleika hevur Klaksvíkar kommuna eis­ ini sæð, og tí hevur ferðslu­ nevndin sett sær sum mál at gera ein heildarætlan fyri ferðsl­una í býnum. Hetta verður ikki minst viðkomandi, tá undir­sjóv­ artunnilin letur upp um nakrar mánaðir. Við hesum fer ferðslan at økjast og broytast munandi. Ferðslunevndin hugsar tó eisini um heildina í komm­ ununi, - eisini um teir íbúgv­ arnar, sum búgva við vegir, har ferðslan longu nú er nógv. Eitt av hesum vega­strekkj­ um er Kjalarvegur, har m.a. ein dagstovnur liggur. Nógv ferðsla er til og frá hesum dagstovni, og tí eru hesar ferðsluforðingarnar sett­ar upp á hesum vega­strekk­in­ um. Hetta er ein roynd at bøta um og tálma ferðsluna á hes­ um vegnum í fyrsta um­fari. Men samstundis er hetta ein liður í eini heild­arætlan fyri ferðsluna í øllum bý­num, sigur Hans Arne Bert­ holdsen, formaður í ferðslu­ nevndini. Bungur ella kassar Tá ein hevur vilja avmarkað ferðina hjá bilførarunum, so hevur ein í mestan mun gjørt nýtslu av teimum sonevndu vegbungunum. Men fólk eru rættiliga ójøvn á máli um hesar bung­ urnar, og summi helst upp­ aftur meiri irriteraði. Og tí roynir ferðslunevndin í Klaks­vík nú at ganga aðrar leiðir. Fyri nøkrum vikum síð­ ani vórðu settir upp fýra blómukassar á Kjalarvegi, har rættiliga fitt er av ferðslu. Hóast hesir blómukassarnir tálma ferðsluna rættiliga væl, so eru tað kortini tey, sum ikki eru so fegin um hesar. Sum myndin vísir, so hev­ur onkur vinarliga flutt hesar kassarnar niðan í ovara borðið á vegnum. Kortini standa tveir eftir í teirri síð­uni, har bilarnir standa parkeraðir. Viðmerkingar Hóast hetta, so hevur tað ikki tikið tann positiva viljan burtur frá ferðslunevndini at bøta um ferðsluviðurskiftini í býnum. Hetta tiltakið við Kjalar­ vegin er ein roynd, og tí hava tey í ferðslunevndini tí verið fegin um, at fólk eru komin við afturmeldingum um hesar fyrstu blómukassarnar. Jú, vit hava fingið fleiri viðmerkingar frá fólki, sigur Hans Arne Bertholdsen. Seinni ætlar ferðslunevndin sær so at gera eina eftirmeting av hesi fyrstu royndini. Tær allar flestu av hesum viðmerkingunum hava verið positivar, men onkur hevur eisini latið ilt av sær, sum vituligt er. Hesir blómukassarnir eru sum nevnt bert ein roynd, og arbeitt verður nú við eini meting og ætlan, um tørvur er á slíkum ferðsluforðingum á øðrum støðum í býnum. Eitt øki við rættiliga nógv­ari ferðslu - og hartil økt­ari ferðslu – og sum kann verða næst á skránni er Traðargøta. Fleiri og fleiri bilførarar leggja nú leiðina eftir hes­ um vegnum, ístaðin fyri at koyra longur uppi, har veg­bungurnar eru lagdar í vegin. Enn er kortini eingin avgerð tikin í hesum máli. Ynskja tryggari ferðslu gjøgnum býin Ferðslunevndin er mann­ að við trimum um­boðum: Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur og formaður Hans L. Djurhuus, sýslu­ maður og sum umboðar løgregluna í nevndini Gunnleyg K. Dánjalsson, starvsfólk á Teknisku Umsiting Býráðsins, ið somuleiðis er skrivari hjá nevndini FAKTA Sørvágs kommuna hevur fleiri umsóknir um byggiloyvi liggj­ andi í øllum fýra bygdunum. Nú er ætlanin at fáa loyst hetta málið sum skjótast. Grundøkir Snorri Brend0 Sørvágur: Tað skal hereftir ikki standa á at útvega grundøkir til tey, sum vilja búgva og byggja í Sørvágs kommunnu. Á bygdaráðsfundi fyrr í mánaðinum var eitt skriv frá borgarstjóranum, Jákup Suna Lauritsen til viðgerð, har greitt varð frá ætlanini um útvegan av fleiri grund­ økjum í kommununi. Talan er her um tær fýra bygdirnar Sørvág, Bø, Gása­ dal og Mykines, har fólk hava víst stóran áhuga fyri at byggja hús. Jákup Suni Lauritsen upp­lýsir fyri Sosialinum, at í dag eru einar 30 um­sóknir um byggiloyvi hjá kommununi. Av hesum eru einar 20 um­sóknir í Sørvági, einar fýra í Gásadali og í Bø, og eisini onkur um bygging í Mykinesi. Fleiri teirra eru kortini um bygging av summarhúsum. 50 øki íalt Jákup Suni Lauritsen, borg­ ar­stjóri mælir til, at 30 grundøki verða útvegað aftr- at í Sørvági í fyrsta lagi. Eisini skulu útvegast um­leið 10 grundøkir í Bø, og fimm økir í Gásadali og í Mykinesi. Tekniska nevndin í bygda­ráðnum mælti til, at farið verður undir at víðka byggiøkið í Hagagerði beinanvegin. Fyrsti partur verð­ur at fara undir sam­ ráðingar við privatu eig­ar­ arnar um keyp av lendi. Á fundinum samtykti bygda­ráðið at taka undir við tilmælinum frá teknisku nevnd. Samtykt varð eisini at fara undir samráðingar við eigararnar av grundøkjum í Bø og síðani gera eina ætlan fyri økið. Ein partur av hesi ætl­an­ ini er eisini tann sera við­ komandi spurningurin, um hvat slag av húsum loyvi skal gevast til í smærru bygdu­num í kommununi, og ikki minst um, hvar tey skulu plaserast. 50 grundøki aftrat í fýra bygdum Ferðsluforðingarnar á Kjalarvegi skulu tálma ferðsluni m.a. fram við dagstovninum á vegnum. Fólk eru ójøvn á máli um hetta, og ferðslunevndin í kommununi tekur fegin ímóti viðmerkingum Stór áhugi er fyri at byggja í teimum smærru bygdunum í Sørvágs kommunu. Nú skal gerast ein reglugerð fyri hesa byggingina í framtíðini