hósdagur 17. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 221 - 17. november 2005
Nýggja skaldsøgan
hjá Jóanes Nielsen,
Glansbílæta
samlararnir, er uttan
samanbering tann
mest bersøgna, sum
yvirhøvur er skrivað
á føroyskum. Fyri
nógv er hon uttan
iva skelkandi. Fyri
høvundan er hon
ein endurspegling av
lívinum, tá tú velur at
siga onkrar av sann
leikunum. Júst av
somu orsøk rennur
vakurleikin sum ein
fínur tráður gjøgnum
sjálvt ta mest avskepl
aðu lagnuna í bókini
Skaldsøga
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Søgan byrjar sum ein røð
av deyðslýsingum. Djalli,
Staffan, Olaf og Fríðrikur,
allir doyggja teir á ein ógvus
ligan hátt á ungum árum.
Hetta eru fimm av glans
bílætasamlararnum í árgangi
52 á Sankta Frans Skúla
í Havn, sum allir búgva á
Landavegnum. Har býr Kári
eisini, sum so ella so fylgir
glansbílætasamlararnum
alt lívið. Tá tann seinasti av
teimum doyr, er tað Kári,
sum skrivar minningarorðini
– ella rættari hugleiðingarnar
um glansbílætasamlararnar,
sum plagdu at sita aftan fyri
høsnarhúsið hjá nunnunum
í fríkorterinum og bíta um
bíløt ...
Maðkareiðrini
Við einum slíkum bygnaði
er tað freistandi at gita, at
hugleiðingar hjá Kára so
statt gjørdust skaldsøgan
hjá Jóanes Nielsen. Er
Glansbílætasamalarnir eitt
slag av fiktivum endurminn
ingum?
- Tað er rætt, at søgan um
teir tekur støði í árgangi 52
á Sankta Frans Skúla, har eg
sjálvur gekk. Og tað er eisini
rætt, at fleiri av dreingjunum
doyðu á ungum árum uppá
ein sjáldsama dramatiskan
máta ella gingu til grundar,
tí teir ikki rættiliga kláraðu
at liva. Tað er lopfjølin til
skaldsøguna, men har frá eru
bæði teir og hendingarnar í
bókini fiktivar. At eg valdi
teir kemst av, at teir saman
skapa eitt breitt fundament,
sum gav mær møguleika at
koma víða um í eini lýsing
av hasum tíðarskeiðinum
og hasi síðuni av lívinum.
Ambitiónin hevur also
ikki verið at gera ein ulti
mativan tvørskurð av før
oysku psykuni. Søgan um
glansbílætasamlararnar
er bara ein partur av sann
leikanum um, hvussu lívið
hjá summum av okkum kann
laga seg.
Ein óvanliga myrk síða av
lívinum, má man siga ...
- Tja, tað er so spurningurin.
Tað tykist sum, at tá tú koyrir
gardinurnar frá í lívinum,
líka mikið hjá hvørjum,
so finnur tú oftast okkurt
maðkareiður. Tá man skrivar
eina bók, sum hesa, og hevur
tær ambitiónir, sum eg havi,
og rópar man seg hartil ein
realistiskan høvund, so má
man taka alt tað við, sum
hoyrir tí veruliga heiminum
til. Eg kann ikki loyva mær
at sita og redigera, so at eitt
glansbílæt kemur fram. Eg
má fáa tað ordiliga bílætið
fram, ella tað, sum í øllum
førum sigur rættiliga nógv.
Hinvegin, ein rithøvundur,
sum roynir at taka kappingina
upp við veruleikan, dumpar
altíð. Bæði tí veruleikin
hvørja ferð trumfar nógv
hægri og nógv grummari.
Og tí ongin trýr einum rit
høvunda, sum bara hópar
grumheit oman á grumheit.
Tað, sum kemur í eina bók,
er sum oftast ein modererað
og ein vakrari útgáva av lívi
num. Sum rithøvundur setur
tú eisini tingini saman á ein
hátt, so tey rigga listarliga.
Øll lív eru áhugaverd, tú
skalt bara duga at fáa tað
fram. “Sanna geniið býr jú í
at fáa deytt stoff at syngja”.
Spurningurin er so, um
eg havi dugað tað í hesi
bókini.
Ættarliðssøga
Hetta fundamentið, hesir
glansbílætasamlararnir,
góvu tær eisini møguleika
at skriva søguna um títt ætt
arlið. Var tað eisini ein av
ambitióninum við bókini?
- Ja, avgjørt, og eg má
viðganga, at eg eri serliga
spentur uppá, hvat lesarar
úr míni generatión fara at
siga til bókina. Samstundis
er hon ein roynd at geva
eina lýsing av býnum, eg
eri vaksin upp í.
Tað vísir seg, at Havnin
hevur eitt ávíst potentiale,
tá tað snýr seg um list. Í
føroyskum skaldskapi grør
tað næstan organist burt
ur úr húsum og gøtum í
Havnini. Í so máta er Glans
bílætasamlararnir ein ætt
arliðssøga, sum plaserar
seg í eina langa traditión í
føroyskum bókmentum.
Málstríðið í Hoydølum
stendur jú rættiliga sen
tralt í søguni hjá hesum
ættarliðinum. Men í tíni
útgávu fær tann ofta nakað
romantiseraða myndin av tí
nakrar álvarsligar skøvur.
- Ja, tí yvirhøvur, tá natio
nalisma fer uppá kók, er
sum oftast ein steinur í
skónum onkustaðni. Man
vinnur sigrar, men onkur
má altíð gjalda prísin. Øll,
sum onkusvegna verða rakt
av tjóðskaparstríðnum í
bókini blíva sjúk og visna.
Ikki tí, nationalisma kann
eisini verða katalysator fyri
nógvum stórbærum. Men
hon kann sannliga eisini
verða skaðilig – tað er altíð
handan dualisman ...
Glansbílætasamlararnir
Maðkareiðrini afta
Í nýggju skaldsøguni Glansbílætasamlararnir
kagar Jóanes Nielsen inn í okkara
innastu loynikrókar – og rapporterar frá
maðkareiðrunum, hann sær.