Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 222 - 18. november 2005 Heilsuskúli Føroya 800 Tvøroyri Søkir eftir lærara, til fulla tíð, ella eftir nærri avtalu, at byrjar 1. januar 2006. Starvið umfatar undirvísing á heilsuútbúgvingun- um, fyrireiking av nýggjum útbúgvingum og tilrætt- isleggjan í samband við undirvísing. Tú skalt hava eina útbúgving sum sjúkrarøktar- frøðingur, fyrimunur er, um tú hevur námsfrøðiliga eftirútbúgving ella aðra eftirútbúgving, skeið v.m. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgt til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir, í tøttum tvørfakligum samstarvið ímillum lærararnar á skúlanum. Undirvísingin tekur støði í lærugreinum sum eru viðkomandi fyri heilsu- og sjúkrarøkt. Fleiri upplýs- ingar kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á skúlanum á tlf. 372855. Umsóknarfreistin er 28. november 2005 og umsókn- ir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att: Súsanna Mortensen, vararektara, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingur til B6 À B6 er eitt avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í skiftandi vaktum, á brøk 0,7 frá 1. januar til og við 31. juli 2006 leyst at søkja vegna barnsburð. Deildin tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjuklingum, hevur 15 seingjarpláss og hesar sergreinar: • gastroenterologi • neurologi • endokrinologi • onkologi • hæmatologi Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu. Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja til Ingun Gaardbo, deildarleiðara lokal 6006 ella til Àsu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102 ellaa e-post asap@lsh.fo Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Umsóknarfreistin er 2. desember 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á starvs- fólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin att. Una Dalsgaard FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna „starvsfólk“ Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn