Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 21. november 2005 27 UTTAN ÚR HEIMI Hann ræðist stjørnurnar Forsætisráðharrin í Tei­ landi, Thaksin Shinawatra, hev­ur boðað frá, at hann fer ikki at tosa við fjøl­ miðlarnar teir næstu mán­ aðarnar. Orsøkin er, at gongustjørnan Merkur stand­ur beint fyri hansara egna stjørnutekni, og tað boðar sambært ráðgevum forsætisráðharrans ikki frá góðum. Tí fer hann ikki at tosa við fjølmiðlarnar, fyrr enn Merkur fer frá hansara stjørnutekni, skrivar AP úr Bangkok. Thaksin Shinawatra hev­ur júst verið og vitjað í Kina og Suðurkorea, og tað var aftan á heimferðina, at hann boðaði teilendska almenninginum frá avgerð síni. Teilendski for­sætis­ráð­ harrin og landsins fjøl­miðl­ ar hava ikki sitið serliga væl um sátt tey fýra ár­ini, hann hevur verið stjórn­ar­ leið­ari. Tey, sum finnast at honum, siga, at hann roynir at avmarka pressufrælsið, og at hann meiri enn eina ferð hevur skipað so fyri, at hansara politisku partamenn hava fingið av­gerandi ávirkan á, hvat fjøl­miðlarnir kunnu loyva sær at siga ella skriva. Skyldfólkini svíkja al-Zarqawi Tann blóðuga bumbu­at­ sóknin at trimum gist­ ing­arhúsum í jordanska høv­uðsstaðnum Amman tann 9. november hevur nú fingið skyldfólkini hjá yvirgangsmanninum Abu Musab al-Zarqawi at venda honum bakið. Um vikuskiftið høvdu 57 av skyldfólkum hansara sett eina stóra lýsing í tey størstu jordansku bløðini, har tey kunngjørdu, at tey hava gjørt av at kvetta alt samband við al-Zarqawi líka til dómadag, sum tik­ið varð til. Ímillum teirra, sum stóðu undir lýs­ingini, vóru ein bróður al-Zarqawi og fleiri av systk­inabørnum hansara. Beint áðrenn lýsingin kom í bløðini, hevði al- Zar­qawi boðað frá, at hann ætlar sær at beina fyri jordanska konginum Ab­dullah Øðrum. Eyg­ leið­arar í Amman siga, at lýsingin hjá skyld­fólk­ un­um er uttan iva eitt álv­ ars­samt bakkast fyri yvir­ gangsleiðaran, tí nú kann hann ikki kenna seg vísan í at fáa vernd ella hjálp frá skyldfólkunum. Píndu fangar til deyða Myndugleikarnir í Irtak hava illgruna um, at løg­ reglan í býnum Basra hevur pínt tveir menn so illa, at teir at enda doyðu í einum kliva á løgreglustøðini í al-Jamiyat. Málið kemur bretum illa við, tí teir iraksku løgreglumenninir høvdu verið í læru hjá bretsku herdeildini, sum hevur støð í Basra. Vælvitandi bretskar keldur siga, at løgreglu­ menninir píndu teir báðar menninar við einari elektr­ iskari borimaskinu, og at menninir høvdu fleiri hol á beinunum, ørmunum og høvdinum, skrivar AP. Bretski verjumála­ráð­ harrin, John Reid, sigur við blaðið The Independent, at hann er kunnaður um tilburðin, og at hann eisini hev­ur fingið at vita, at fang­­ar eru eisini píndir í øðrum førum. Bretska hern­aðar­løgreglan í Basra hevur greitt ST frá mál­ in­um, og tað verður nú kannað nærri, skrivar The Independent. Í fongsul fyri kravgongu 68 fólk, sum fingu krav­ gongu við kravi um størri rættindi til tey samkyndu í Pólandi, kunnu vænta at sleppa í fongsul afturfyri. Kravgongan var í bý­ num Poznan. Býráðið hevði sett forboð fyri krav­gonguni, men nøkur hundrað fólk valdu at seta seg upp ímóti forboðnum. Aftaná fingu 68 teirra at vita, at tey fáa seinni at vita, um tey fáa bót, ella um tey skulu í fongsul fyri at hava gjørt ímóti for­boðnum. Sambært regl­­unum kunnu tey fáa ein mánaða fongsul. Póland verður roknað sum eitt av teimum kon­ serva­ tivu katólsku lond­ un­um í Evropa. Tey sein­ astu árini hava myndug­ leikarnir fingið altsamt størri trupulleikar av ein­um veksandi kravi um rættindi hjá samkyndum, og fleiri ferðir hava sam­an­ brestir verið ímillum mót­ mælisfólk og løgregluna. Ariel Sharon, for­sætis­ ráðharri, vil hava ný­val, og samstundis hevur hann gjørt av at spreingja Likud­ flokkin Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein politiskur jarðskjálvti er á veg í Ísrael, og hann fer at broyta tað politiska landslagið í landinum nógv. Soleiðis lýsir ein væl­­vit­ andi kelda í stjórn­ar­um­ sit­ingini tað, sum fer at henda, nú Ariel Sharon, for­ sætisráðharri, hevur gjørt av at skriva út nýval og at stovna sín egna flokk. Tað kann gerast mønustingurin hjá Likud. Í gjár ljóðaði, at umleið ein triðingur av tingmanningini hjá Likud ætla at taka sama stig sum Sharon og at fara upp í tann nýggja flokk­in, sum verður ein mið­flokkur í ísraelskum poli­tikki. Samstundis vísti ein nýggj meiningakanning, at tann nýggi flokkurin hjá Sharon kann fáa 28 umboð í tinginum, meðan Likud fær bara 18. Tað kom ikki óvart á teir politisku eygleiðararnar, at Sharon tók avgerð um at stovna egnan flokk, tí ósemj­ an um afturtøkuna úr Gaxa hevur í veruleikanum býtt stjórnarflokkin í tveir partar. Teir flestu tinglimirnir hjá Likud vóru ímóti afturtøkuni, men Sharon valdi at seta hart ímóti hørðum, og tí slapst ikki undan, at flokkurin skrædnaði, skrivar Reuter. Í veruleikanum hevur Shar­ on bara bíðað eftir einum høvi til at taka tað endaliga stigið. Tað kom hósdagin, tá Arbeiðaraflokkurin sam­tykti at fara burtur úr samgongustjórnini. Sama dag samdust Shar­on og for­ maðurin í Ar­beið­ara­flokk­ inum, Amir Peretz, um ný­val, og so kiundi Sharon boða frá, at hann stovnar sín egna flokk. Eygleiðarar í Miðeystri siga, at tað verður uttan iva eitt framstig fyri friðar­ til­gongdina, at Sharon fær sín egna flokk, og at hann kann skúgva teir víðgongdu heykarnar í Likud til viks. Seinastu dagarnar hevur norska sjó­ verjan tikið tveir spanskar trolarar fyri ólógliga veiði við Svalbard Fiskiveiða Árni Joensen fartekst@mail.dk Seinasta fríggjadag av­dúk­ aðu menn hjá norska fiski­ veiði­eftirlitinum, at ein spansk­ur trolari hevði nógv­ an svartklava í lastini, sjálvt um hann segði seg fiska rækj­ur. Í gjár kom trol­ar­in til Trom­sø sam­an við ein­um sjó­ verju­skipi, og mett varð, at trolarin hevði umleið 80 tons av svartkalva í frystilastini. Men hetta var ikki tann ein­asti spanski trolarin, sum hevði fisk­að ann­að enn tað, sum hann segði seg fiska. Sunnu­­dag­in fóru norskir eftir­­lits­­menn um­­borð á trol­ aran ”Garoya Segundo”. Al­­ment var hann komin á Sval­­bard­leið­ina at fiska rækjur, men tað vísti seg, at hann hevði meiri enn 100 tons av svart­kalva í lastini, men í dag­bókini hjá skip­ inum stóð ikki eitt orð um, at teir høvdu fingið nakran svartkalva. John Espen Lien hjá norska fiskiveiðieftirlitinum sigur við Aftenposten, at lastin hjá ”Garoya Segundo” er millum tvær og tríggjar milliónir krónur verd, men hann dugir ikki at siga, at samband er ímillum teir báðar sponsku trolararnar, sum eru tiknir. -Tað er ikki loyvt at fiska svartkalva við Svalbard, og tilburðirnir við teimum báðum sponsku trolarunum vísa, hvussu umráðandi tað er at hava neyvt eftirlit við fiskiskapinum her, sigur John Espen Lien. Rækjurnar vóru svartkalvi Politiskur jarðskjálvti í Ísrael Ariel Sharon elvir til politiskan jarðskjálvta í Ísrael Mynd: Reuters