Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 224 - 22. november 2005 Orsaka av, at ov fáar umsóknir komu, verður hervið niðan fyri nevnda starv lýst leyst av nýggjum Leiðari til nýggju Barnaverndarumsitingina Í Suðuroy og Sosialu deild í Tvøroyrar kommunu. Førleikakrøv: Vit ímynda okkum at best skikkaðu umsøkjararnir hava annaðhvørt: • Kandidatútbúgving frá hægru lærustovni innan løgfrøði, stjórnmálafrøði og sambæriliga fyristitingarfrøðiliga útbúgving • Hollan fyrisitingarrættarligan kunnleika og royndir • Sosialfakligar royndir • Royndir av fyrisitingarligari málsviðgerð, herundir royndir av at málsviðgera persónsmál • Leiðsluroyndir ella royndir av at samskipa størri verkætlanir Ella • Sosialráðgevaraútbúgving og royndir • Viðkomandi leiðsluroyndir ella viðkomandi omanáútbúgving/dupultútbúgving • Leiðsluroyndir ella royndir av at samskipa størri verkætlanir • Royndir av arbeiði við barnaverndarmálum • Kunnleika til fyrisitingarrætt Rætti umsøkjarin kann tó eisini hugsast at hava aðra í minsta lagi miðallanga útbúgving innan skúla-, almanna- ella heilsuøkið og viðkomandi royndir. Starvið Ætlanin er, at starvsøkið skal vera hálva tíð sum leiðari fyri barnaverndarumsitingina, og hálva tíð sum leiðari á sosialu deildini, men fyrstu mánaðirnar skal tú nýta alla tína orku til barnaverndarpartin. Kommunurnar hava funnið saman um barnarverndarøkið, og vit vilja meira enn bert at lúka minstukrøvini í barnarverndarlógini: vit vilja skapa eina veruliga, góða og vælvirkandi barnarverndartænastu, sum leggur stóran dent á fyribyrgjandi barna- verndararbeiðið. Tú skalt saman við barnaverndarnevndini vera høvuðsdrívmegin í at menna nýggja tænastuna, og skal tí tola broytingar. Men tú fært eisini ein eina- standandi møguleika at vera við til at gera av hvørjar broytingar verða. Kommunurnar hava harafturat sett sær fyri at arbeiða skjótt fram móti at gera eina felags sosiala deild fyri oynna. Vit hava stórar ætlanir fyri deildini. Tú skalt virka við í fyrireikinginum, og byggja deildina upp, tá endaliga avgerðin er tikin. Vit tú vita meira um starvið, so les starvsfólkaprofilin http://www.tvoroyri.fo ella http://www.vagur.fo/ ella ring til Jens Johannesen, formann í sosialu nevnd tlf. 371770. Deildin verður í fyrsta umfari mannað við einum leiðara, sum saman við samstarvsnevndini setir starvsfólk afturat, sum tørvurin verður. Løn- og setanarviðskifti verða eftir útbúgving tíni, annaðkvørt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag, ella - um KAF ikki hevur sáttmála við avvarðandi felag - við støði í sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið kann verða áramálsett og verður sett sum skjótast. Umsóknir skulu vera á skrivstovuni hjá Tvøroyar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin hin 9. desember klokkan 15.00. Tvøroyrar kommuna www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo