Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 22. november 2005 29 Forlagið Hemlið gevur út enn ein av klassikarunum í heimsbókmentunum í føroyskari týðing. Hesa ferð er tað kendasta skaldsøgan hjá russiska rithøv­ und­anum Ivan Turgenjev, Fedrar og Synir Útgáva Tíðindaskriv Skaldsøgan lýsir tað russ­ iska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og synirnir umboðaðu tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla lens­ samfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna. Høvuðspersónur í skald­ søguni Fedrar og Synir, er Basarov. Hann er sonur ein niðurundirkomnan her­ deildarlækna og umboðar tey ungu úr tí stættini, sum nú tekur yvir ræðið eftir aðalssynunum. Hann hev­ur verið noyddur at klára seg sjálvan undir lækna­lestr­ in­um. Í síni ytru framferð er hann ósiðaður, tilvitað óhampiligur. Av lyndi er hann harður, og stríðið við at koma ígjøgnum lesturin hevur ikki blíðkað hann. Tá hann er saman við øðrum, er hann hvassur og ágangandi. Hann er sjálvvissur, errin av sínum yrki og hávirðir vís­ indini. Hann er sannførdur materialistur í grovastu merk­­ing. Listin er fyri hon­ um eitt afturlatið land. Ein lík­inda evnafrøðingur er tjúgu ferðir meira verdur enn ein stórur yrkjari. Hann hevur eitt rótfest misálit á ta lættkeyptu liberalismuna hjá aðalinum, tí kærleiki teirra til bøndurnar stavar meira frá bókmentunum enn frá lívinum sjálvum. Sjálvur hev­­ur hann ikki serliga høg­ ar tankar um teir. Hann er realistur og bíðar bert ótolin eftir tí degi, tá ið hann kann fara frá orði til gerð, t.v.s. kollveltingina. Turgenjevi dámar at seta sínar persónar upp ímóti hvørj­um øðrum sum mót­setn­ ingar. Hann letur Basarov bresta saman við fedrarnar, um­boðaðar av brøð­r­unum Kirsa­nov, tí aristo­kratiska, tortrúna Pavel og tí veika, blídliga Nikolaj. Ljós og skuggi verða javnt býtt mill­ um partarnar, og tað hevði verið høpisleyst at tala um rætt og órætt í hesum lóg­ arásetta ættarliðsstríði. Aftur her letur Turgenjev ta óndu lagnuna koma upp í spælið. Basarov verður ásttikin í eini kvinnu, sum í avgerandi løtuni vísir honum aftur. Tað koyrir henda sterka, sjálv­ vissa mannin um koll. Eilif Samuelsen hevur um­ sett bókina, sum er 269 bls. og kostar 240 kr. Bókin fæst til keyps í bók­handlunum og á heima­síðuni hjá Forlagnum Hemlið (www.hemlid.fo), har eisini ber til at lesa brot úr bókini. Russiskur klassikari útgivin á føroyskum Um tú hittir jólamannin Um tú hittir jólamannin, sig mær hvar hann býr. Eg havi skrivað ynski míni á eitt stórt pappír. Og eisini eina tekning í ár hann fáa skal. Eg havi roynt í dagavís at skikka mær so væl Um tú hittir jólamannin, lat hann vita tað. Í fjør eg fór á posthúsið, og brævið fór avstað. Eg fekk nógvar gávur, eg nøgdur vera kann, frá øllum, sum eg kenni, men tín kom ikki fram Um tú hittir jólamannin, tú fert langa leið. Peika honum húsini, villast má hann ei. Vit hava ongan skorstein, so hann vita má, at lykilin til dyrnar hongur nagla á. Um tú hittir jólamannin, vitjar hansar skjól. Har allar fittu nissurnar halda saman jól. Sig við hann í Føroyum øll børn nú gleða seg. Men spentastur av øllum, tað man vera eg. 66 67 Orð: Steintór Rasmussen Lag: Ingi Isaksen Vinningar: Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn við Atlantic Airways 10 Kular Røtur savnsfløgur 10 Kular Røtur sangbøkur 10 Jólini hjá Trøllapætur VINN EINA KULA FERÐ VIÐ ATLANTIC AIRWAYS + Kular Røtur savnsfløgur og sangbøkur Hvønn mikudag og leygardag fram til 23. nov. verður kappingin í blaðnum. Fleiri seðlar, geva størri møguleika at vinna. Drigið verður í Miðlahúsinum 26. november kl. 14, har Trøllapætur, Nósi og Kular Røtur eisini luttaka. www.kularrotur.com  Um tú hittir jólamánnin 1. Hvat hevur drongurin roynt í dagavís? ________________________________________________ 2. Hvar hongur lykilin til húsið? ________________________________________________ 3. Hvør heldur jól saman við jólamanninum? ________________________________________________ Navn: _________________________________________ Bústaður: _________________________________________ Send til: Kular Røtur • Sosialurin • postboks 76 • 110 Tórshavn, innan 25. nov. Hósdagin verður bókin um losjuna »Støt Viljen« løgd fram í Havn. Talan er um bókaverk á 375 síður um søguna hjá Losjuni í Havn, sum varð stovnað hin 1. mai í 1902. Bøkur Snorri Brend Losjan: Losjan Støt Viljen er av teimum flestu kend undir felagsheitinum NIOGT. Í bókini verða eisini losjurnar og ungmannadeildinar ann­ ars kring oyggjarnar lýstar. Bókin lýsir partar av sið­søgu okkara og innlit í fe­lagslív, sum tað var í farnu øldini, í tíðarbilum, tá samfelagið var rættuliga lítið øðrvísi, enn tað hevði verið í øldir - serliga ferðalíkindi, samband millum bygdir og oyggjar. Greitt verður frá stovn­ar­ anum, Laurits Henriksen og tí risaarbeiði, sum hann legði í losjuna tey fyrstu árini. Dentur verður eisini lagd­­ur á at lýsa, hvussu fólka­ atkvøðan í 1907 fekst í lag, og hvat losjan gjørdi fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt burtur úr henni. Væl mundi vera arbeitt, tí fólka­atkvøðan endaði við, at Føroya fólk við stórum meiriluta samtykti at banna rús­drekkasølu í landinum. Síð­ani hava ættarlið eftir ættarlið verið virkin í losjuni í Havn alla síðstu øld. Í 1936 varð Ungmanna­ deild­in hjá losjuni Støt Vilj­ en sett á stovn, og við henni gjørd­ist losj­an eitt tað virkn­ asta felagið í Havn í útvið tríati ár. Í seksti­árunum bygdi losjan ein nýggjan bygning á Ting­húsvegnum, og hesa somu tíðina vann føroyska goodtemplararørslan sær pláss millum aðrar í altjóða sam­starvi. Í 1973 keypti losjan Uppi­ stovu, sum gjørdist eitt vældámt stað hjá bæði børn­ um, ungum og gomlum í sjeyti- og áttatiárunum. Hetta eru alt partar av hesi lýsing av fyrstu 100 árunum hjá losjuni Støt Viljen. Rit­ høvundur er Erling Isholm, og Forlagið Mál & Mentan hevur givið út. Losja í 100 ár Tað er Eilif Samuelsen, sum hevur umsett russiska klassikaran