Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 225 - 23. november 2005 Leygardagin kl. 15.30 verður stóra jólatræið á Vaglinum tendrað Jólatræ Jákup Mørk Sum vant, so verður jóla­ træið á Vaglinum í Havn tendra leygardagin fyri 1. sunnudag í advent. Seinastu dagarnar hava fólk hjá kommununi pynt­ að um býin. Ljósperur, grann­­bendlar og jóla­stjørn­ ur seta nú sín jóladám á gongu­gøt­una, og nú skuldi bert verið eftir at tendra sjálvt træið. Og tað verður gjørt kl. 15.30. Men tað er ikki sum at siga tað, at tendra eitt so høgt og stórt træ. Tí hevur høvuðsjólamaðurin heitt á aðrar jólamenn og vættrar at vera sær til hjálpar. Stiga­ bil­urin hjá Tórshavnar Sløkki­­liði, ið hevur ein 30 metrar langan stiga, og gamli brandbilurin frá 1937 eru eisini boðsendir at verða á Vaglinum, tá ið jólatræið verður tendrað. Fyri at koma í rættan jóla­hýr fer Havnar Horn­ orkestur at spæla nøkur jólaløg. Umframt jólamenn, vættr­­ar og jólatónleik fara Sverri Steinhólm, prestur, og Heðin Mortensen, borg­arstjóri at bera fram jólaheilsanir. Og eftir at træið er tendrað, fara Ung Sjtørnuskot at syngja á Káta Horninum. Hini jólatrøini í komm­ un­uni: á Argjum, á Hvíta­nesi, á Velbastað, í Kald­bak, í Hoy­vík, í Norðra­dali, í Syðra­dali, í Kollafirði, í Nólsoy og í Hesti verða tendrað næsta vikuskiftið. Jólagáva: Tíni bíløt í álminakkanum Málini á álminakkanum eru 30x42 cm. Útsligin er hann tvey tjúkk A4 ørk við einum spirali í miðjuni. Áhugaður? Fær inn á www.jetprint.dk/fo Bílegg álminakkan hjá: JetPrint ApS T-post: álminakki@jetprint.dk Tlf: +45 86 98 76 66 * + porto og eksp. Kr. 92,- óansæð mongd. JetPrint ger eisini prent- og kopiuppgávur 169,- Pr. stk. við 3 eins álminakkum 149,- Pr. stk. við 5 eins álminakkum Síðsta bíleggingarfreist fyri levering áðrenn jól er 8. desembur Tendra træið á Vaglinum Í komandi viku kemur eftir ætlan út nýggj skaldsøga eftir Absalon Absa­lonsen nevnd ”Sorn­húsfólkini” Hetta er framhald av skald­ søguni ”Hjálpt úr neyð”, ið kom út undan jólum í fjør. Tað er forlagið ”Løkur Lítli”,ið gevur bókina út. Skaldsøgan er uml. 240 blaðsíður. Hon verður prent­ að á ”Einars Prent” og í bóka­búðunum kemur hon at kosta 240 kr. Tey, ið hava lisið handritið, geva henni sera gott ummæli, til dømis hesi: SORNHÚSFÓLKINI Einaferð enn sýnir Absalon sjáldsomu evnir síni at skriva forvitnisligar, hug­ gríp­andi og spennandi skald­søgur. Eins og í fyrru bókini ”Hjálpt úr neyð”, sum kom út í fjør, lýsir hann viðurskifti føroyinga fyri 100-200 árum síðani, árini fyri og eftir fríhandilin og fram til slupptíðina, sum tók seg upp um aldaskifti 18/1900. Í hesum sambandi skrivar hann um føroyingar, sum sigldu við hetlendskum og enskum skipum, og um broytingar, sum fóru fram í samfelagnum og veiðu­ hættum teirra, alt til før­ oyingar fóru undir at keypa sær skip sjálvir. Serliga liv­andi og spennandi lýsir hann hættisligu trolingina við enskum seglskipum við eysturstrond Onglands, har føroyingar vóru við. Høvundurin lýsir á skak­ andi hátt fyri okkum, hvussu drykkjuskapurin í Føroyum um hetta mundið armaði út húski og menn, sum seldu jørð fyri brennivín, men hvussu hjálpsemi, áræði, dugnaskapur og gudstrúgv lyfti teir burtur úr aftur ar­móðini. Tú kennir aftur søgu­ligar hendingar og ónavngivnar persónar, sum í eftirtíðini fingu stóran týdning, bæði í vinnuliga og átrúnaliga lívinum í Før­ oyum. Z.Zachariassen. (Um Sornhúsfólkini) Hann hevur livað seg inn í viðurskiftini ávíst tíðarskeið í Føroya søgu og gjørt tað so væl, at persónarnir í skald­­­søguni eru allýstir fyri eyg­­un­­um á nútíðar menn­ iskjanum á ein tí­lík­an hátt, at bókin er sera spennandi og persónliga við­komandi. Tú sleppur ikki undan at vera við í hend­ingunum. Eitt stak gott framhald av fyrru bókini. Heri Tróndheim. Tað er sera áhugavert at lesa »Sornhúsfólkini.« Bókin er væl skrivað, áhuga­ verd og søguligt ískoyti til eina stóra broytingartíð, sum ikki er lýst á henda hátt áður. Rodmundur í Liða. Nýggj skaldsøga Hósdagin kl. 14.00 letur upp nýggjur bóka- og kryddhandil í Niels Finsensgøtu 33 í Havn. Nýggi handilin heldur til í gamlari krambúð, sum hevur staðið órørd síðan hon stongdi í 1942 Nýggjur handil tíðindaskriv Longu í 1942 høvdu hjúnini, Johanna og Jóhan Hendrik Rubeksen, handil í hølunum í Niels Finsensgøtu 33. Kram­ búðin nevndin Kina-Japan, men tá ohanna brádliga doyði, lat handilin aftur. Bøkur og krydd Nú krambúðin letur upp­ aftur, hevur hon broytt navn. Handilin eitur nú “Bókabúðin Bjalla” - við undirheitinum “-krydd og krás”. Og navnið á krambúðini kann takast bókstaviliga. Á hillunum eru føroyskar og danskar bøkur. Og bøkur eru sum kunnugt krydd og krás fyri likam og sál. Men eisini undirheitið “krydd og krás” kann tak­ ast bókstaviliga. Á sølu­hill­ unum standa nevniliga eisini orientalskar matvørur. Talan er millum mangt annað um alskins orientalskar krydd­ vørur, fiskasósir, turkað frukt, mandlur, úrvalsrís o.s.fr. Í fyrsta umfari er ser­ liga talan um teilendskar, indiskar og pakistanskar vørur. Seinni verður úrvalið víðkað til vørur úr mongum londum aftrat. Lisa Hendriksdóttir, sum rekur handilin, er útbúgvin lærari. Hon hevur starvast sum lærari í 15 ár, bæði í Danmark, Grønlandi og Før­oyum. Hon hevur havt stór­an áhuga fyri bóka­ savns­arbeiði, og tí fellir tað henni náttúrligt at fylla part av krambúðarhillunum við bókum. Kreativa lyndið og hegnið hevur so eisini víst seg í sera spennandi mat­ gerð hennara, og tískil er kombi­nasjónin av bókum og orientalskum matvørum, hóast óvanlig, í hennara føri heilt náttúrlig. Øll árini, síðan hon var ung, hev­ur Lisa Hendriksdóttir fingist við okkurt slag av handli við síðuna av lestri og seinni lærarastarvi. Men við Bókabúðini Bjallu fer Lisa nú undir handilsvirksemi burt­urav. Nýggi handilin letur upp hósdagin kl. 14.00. Í hes­ um sambandi fer Ólavur Ras­mussen, prestur og rit­ høvundur at signera bókina um Kierkegaard, Antin ella. Ólavur Rasmussen signerar millum kl. 15.00 og 16.00 upplatingardagin. Fólk, sum støkka inn á gólv­ið hendan dagin, fáa gløgg og kleynur. Bæði til heila og góma Lisa Hendriksdóttir letur upp nýggja bóka- og kryddkrambúð í Niels Finsensgøtu 33 í Havn. Her er hon avmyndað uttan fyri hølini. Mynd: Magnus Magnussen