hósdagur 24. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 226 - 24. november 2005
Komandi leygardag
verður árliga jóla
sølan hjá varda verk
staðnum á Brekku í
Klaksvík. Nú ræður
um at skunda sær og
gera lutirnar lidnar,
og tað royna Jóngerð,
Høgni og Jóna av
øllum alvi
Handverk
Orð/myndir: Snorri Brend
Klaksvík: - Ja, tú kanst ætla
at vit eru spent til leygar
dagin. Og vit vóna eisini, at
tað fara at koma nógv fólk.
Í ovaru hæddini á varda
verkstaðnum á Brekku í
Klaksvík sita trý fólk og kýta
seg. Øll hava okkurt handa
ligt at takast við.
Jóngerð, Høgni og Jóna
sita við hvør sítt borð. Tey
hava líka tíð at hygg ja upp,
tá blaðmaðurin kemur fram
við.
- Hygg , er tað ikki vakurt!,
sigur Høgni, og vísir fram
nakað av tí, sum hann per
sónliga hevur gjørt.
Jólasølan verður opin leyg
ardagin frá kl. 10 til 16.
Hoyrivernd
Í hølunum á varda verkstað
num eru fleiri fólk knýtt
at arbeiðinum, - menn og
kvinnur.
Í niðaru hæddini eru fleiri
mans til arbeiðis: Tveir sita
og pussa nøkur hjørtu, sum
eisini skulu á søluborðið
leygardagin, meðan aðrir eru
í holt við onnur ting.
Tveir teirra gera slíkt
arbeiði, har neyðugt er at
hava hoyrivernd: Annars ger
plattar til føroyska útflutn
ingin, og hin ger bustir,
sum skulu gera sítt til at
sópingarbilurin kann halda
Klaksvíkar bý bæði reinan
og fríðan.
Tað er mánadagur, klokkan
er farin at eitt og nú styttist:
Nú má alt fáast frá hondini,
tí leygardagin verður tann
stóri dagurin hjá teimum.
Ein dagur, tey sígg ja fram
til á hvørjum ári, tá árliga jóla
sølan fer av bakkastokki
Nú eru bert fimm dagar
eftir. Tey hava longu gjørt
nógvar lutir, men nú skulu
teir seinastu gerast lidnir.
Í framleiðsluni er dentur
lagdur á at framleiða vørur
sum á ein ella annan hátt er
forkunnug ella sermerkt.
Eitt nú eru jóladekoratión
irnar gjørdar úr rekaviði,
tara og sjógrasi. Eisini eru
dekoratiónir, sum eru gjørdar
úr hornum. Hartil er eitt nýtt
slag av jólanissum, sum eru
ætlaðar sum kunnu standa
uttanfyri húsini við eini lykt
við livandi ljósi í.
Av øðrum, sum fæst til
keyps, kunnu nevnast pakka
kalendarar, dúkar undir jóla
træið, jólapappírsklipp og
jóladúkar. Og so eru tey
væl umtóktu skeribrettini
til skerpikjøt sjálvandi eisini
at fáa.
Tey eru spent til jólasøluna
Tey fáa sær frí eina løtu, nú myndamaðurin er komin á vitjan. Nógv er gjørt, men enn er nakað eftir at gera til leygardagin – vm.
Jóngerð Petersen, Høgni Johannesen, Súsanna Hvidbro og Jóna Joensen
Jóngerð Petersen er
ófør til tað handaliga
arbeiðið. Hon
gleðir seg eisini til
leygardagin