hósdagur 24. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 24. november 2005
3
Mikudagin 23.
november fingu vit
á Sosialinum høvi at
gera samrøður við
lyklafólk í Jólagøtuni.
Vit vóru og vitjaðu í
Jólabýnum, og har er
tað at jólakalendarin
– Jólagøtan, hjá SVF
hevur sínar upptøkur
Jólagøtan
Barbara Tausen
Jólakalendarin í ár er úti á
Reyni, og hann eitur Jóla
gøtan. Lív, sum er vertur í
sendingini, gongur hvørt
kvøld ein túr í Jólagøtuni og
har hendir nógv forvitnisligt.
Framvið gøtuni eru sølubúðir
við góðgæti, listahandverki,
djórum og mongum øðrum.
Lív vitjar sølubúðirnar, og
í teimum er altíð okkurt at
frætta. Tá hon er svong og
køld, fær hon okkurt at eta
og at hita seg við. Nógv fólk
búgva við Jólagøtuna, og tað
er ikki hissini søgur tey siga
frá, men tey eru eisini nokk
so undarlig, so kanska er
tað mesta bara tvætl, hvør
veit? Jólini eru í hondum,
og Lív fær eisini jólagávur,
men hetta eru ikki heilt van
ligar jólagávur, tí tað eru
skúlanæmingar úr øllum
landinum, sum hava gjørt
tær. Nógv børn spæla og
stuttleika sær í jólagøtuni,
og onkur teirra dugur eisini
at spæla uppá ljóðføri.
Hetta og meira verður at
síggja í ársins jólakalendara,
sum verður vístur í sjónvarp
inum hvørt kvøld klokkan
18.00 frá 1. – 24. desember.
Hetta er í sjálvum sær ein
søga, hetta er størsta sjón
varpsframleiðsla á árinum.
Tað hoyrir eisini til søguna,
at Jólagøtan úti á Reyni verð
ur latin Býráðnum, tá upp
tøkurnar eru lidnar, og so
verður jólahýrur allan jóla
mánaðin, eisini úti á Reyni.
Tey, ið eru við, eru Lív
Reinert Kjeld, sum er vertur,
Eir í Ólavsstovu og Páll Dan
ielsen, sum hava skrivað
jólakalendaran, umframt at
tey eisini sjálv spæla við og
stjórna, Herluf Sørensen,
sum er framleiðari, og Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommuna, sum
yvirtekur Jólagøtuna, tá upp
tøkurnar eru lidnar.
Langir dagar
Umframt at Lív er vertur,
gongur hon eisini á lærara
skúla. Hon fer í skúla klokk
an 8.00 á morgni, skúla
dagurin endar so um 15.00
– 16.00 tíðina, síðani fer hon
beina leið niðan í Jólagøtuna
klokkan 16.00. Hetta kann
vera eitt sindur strævið og
tíðarkrevjandi, men hon sig
ur við einum smíli, at kortini
gongur alt væl, og tá er tað
rættiliga stuttligt at vera
við. Lív var eisini vertur í
fjør, og varð aftur biðin í ár.
Spurd, hvussu hon er komin
inn í hetta at vera vertur sig
ur hon, at ein drongur sum
hon gekk í flokki við hevði
sæð lýsingina um nýggjan
vert, og hevði biðið hana
søkt. Hon hugdi at lýsingini
og søkti, hon slapp so við,
og tað er hon rættiliga glað
fyri. Lív sigur, at henni
dámar sera væl at arbeiða
í sjónvarpinum, tað er stutt
ligt og avbjóðandi. Tá Lív
møtir børnum í býnum,
hoyrir hon ofta navnið hjá
sær koma upp, og tað kemur
eisini fyri at tey koma yvir
og heilsa upp á hana. Hetta
heldur Lív vera sera stuttligt
og heilsar teimum aftur við
stórum smíli.
Endiliga kom lív í
Fyrr búðu rættuliga nógv
smábørn úti á Reyni, men
tey síðstu árini hevur tað
verið sera tómt at búgva
her úti, sigur ein mamma.
Endiliga er lív komið í, nú
ganga børn her allan dagin.
Hendan mamman tendraði
ljós í vindeyguni, og bakaði
wienarbreyð til Jólagøtuna
eitt kvøldið. Hetta halda tey í
Jólagøtuni vera sera stuttligt
og eru glað fyri at jólagøtan
er so væl móttikin av øllum,
og ikki minst fyri øllum
teimum sum búgva runt um
Jólagøtuna.
Børnini elska tað
Tá vit mikudagin komu nið
an til Jólagøtuna á Reyni,
møttu vit fleiri børnum, ið
runnu runt í jólagøtuni. Tey
leitaðu eftur kalendaratølum,
spældu og hugnaðu sær
óført. Børnini eru sera villig
til at hjálpa til og hugna um
Jólagøtuna, siga tey, ið skipa
fyri hesum. Sjálv hildu vit, at
tað var sera stuttligt at síggja
hesi børnini fáa so stóra
gleði av hesari Jólagøtuni,
og vænta at børnini kring
Føroya land vera sera glað
fyri hesa sending.
Aftaná upptøkurnar til
Jólakalendaran kunna familj
ur og onnur koma niðan í
Jólagøtuna á Reyni at spáka
sær ein túr gjøgnum gøtuna,
har verður møguleiki at fáa
kakao, jólakøkur og mangt
annað. Har verður rættiligur
jólastemningur í. Hetta verð
ur hvørt vikuskifti í desemb
er.
Jólagøtan
á Reyni
Jólagøtan úti á Reyni
Mynd: Barbara Tausen