hósdagur 24. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 226 - 24. november 2005
Tórshavnar komm
una er farin í holt
við at umvæla gongu
gøtuna í miðbýnum í
Havn
Gongugøtan
tíðindaskriv
Í fyrstu syftu verður bøtt
um gøtuna, soleiðis at hon
verður betur at ganga á fram
til jóla. Tíðliga í komandi ári
verður farið undir at steinseta
gongugøtuna av nýggjum.
Nú eru nøkur ár liðin síðani
gongugøtan varð steinsett.
Gøtan hevur verið nógv
brúkt. Undirlagið hevur givið
seg í fleiri støðum, soleiðis
at steinar eru vorðnir skeivir
og leysir, og tað er sjónligt
at gøtan trongir til ábøtur.
Undan Ólavsøku varð bøtt
nakað um gøtuna, og nú und
an jólum verða steinar tiknir
burtur, og asfalt verður koyrt
í, so gøtan gerst javnari at
ganga og koyra á.
Aftaná nýggjár verður
farið í holt við eina meir
umfatandi renovering av
gøtuni. Allir steinarnir
verða tá tiknir upp, og und
irlagið verður umvælt.
Nýggja gongugøtan verður
steinsett við brúgvasteinum,
eins og gjørt er á krossinum
Sverrisgøta/Tórsgøta.
Byrjað verður við strekkinum
frá býráðssalinum til stand
myndina við Glade Hjørn.
Seinni verður restin av
strekkinum niðan til breiða
gonguteigin við Steinatún
umvælt.
Meðan arbeiðið stendur
uppá verður ferðslan tarnað,
men gangandi verður sum
vanligt.
Undirlagið á Gongugøtuni
hevur givið seg í fleiri støðum,
soleiðis at steinar er vorðnir
skeivir og leysir
Løgin list
Í Føroyum varð nógv kjak
ast um sømiliga list og
ósømiliga list, tá Gríma
framførdu Ginusøgur. Sein
astu vikurnar hevur kjakið
um samkynd verið merkt av
hugburði, ið tykist heldur
gamaldags. Í Íslandi er frí
sinnið eitt heilt annað. Unga
íslendska
listakvinnan
Hallgerður Hallgrímsdóttir
er lesandi við listaskúla
Íslands, og arbeiðir við
eini verkætlan um seks við
álvum.
Á heimasíðuni ”Sex with
humans is boring” á http://
elftruths.blogspot.com,
roynir unga listakvinnan
at savna søgur frá fólki, ið
hava havt kynsligt samband
við álvum. Verkætlanin
verður til eina bók um
evnið. Men umfatar eisini
eina marknaðarføringsher
ferð við klistrimerkjum og
plakatum, ið skulu reka
fólk inn á heimasíðuna.
Bókin kemur út í Íslandi í
desember, hetta er í tøkum
tíma til jólasøluna.
nud
Slepp tínum
innara sangara
leysum
Fríggjakvøldið fáa tey,
sum halda Singstar til Play
station 2 vera heimsins
besta telduspæl, og tey sum
altíð enda á Sams Bar, tá
tey eru í Keypmannahavn,
møguleika at útliva sínar
villastu karaoke fantasiir
saman við Showmonnum.
REX hevur fyrr roynt hetta
tiltak og tað hevur verið væl
eydnað, Showmenn spæla
undir fyri teimum, ið hava
hug at koma á pallin at
royna seg. Hetta er ein
møguleiki at sleppa á
pallin við nøkrum av Før
oya bestu tónleikarum.
MEGA karaoke náttin
við Showmonnum er
leygarnáttina millum
eitt og hálvgum trý.
Aldursmarkið hetta kvøld
ið er 20 ár.
Leygarkvøldið er 25
ára aldurmark og tá spæla
sjálvandi eisini Show
menn
nud
Ein annarleiðis
Troubadurur í
Café Natúr
Avstralski trubadururin
Rob Luca spælur á Café
Natúr frá hóskvøldinum
til sunnukvøldið. Vanliga
verður hugsað um ein mann
og ein gittar, tá trubadurar
vitja Café Natúr, men so
er ikki á hesum sinni. Rob
Luca spælir ljómborð og
hevur rútmuboks.
Hetta kundi boða frá ein
um longum og festligum
vikuskifti í Café Natúr.
Mikukvøldið verður triðja
umfar av pub quizini í Café
Natúr, hvørt mikukvøld
verður kappast um heiður
og øl, umframt møguleikan
fyri at kappast um ein VIP
túr í býin.
Føroyskt
jólabryggj á
toppinum
Tað er næstan vorðið ein
vani, men stoltleikin í
Klaksvík man kortini vera
hin sami hvørjaferð.
Tá áhugafelagið, Vestjysk
Ølkultur, fyri stuttum hevði
sína árligu blindsmakking
av jólabryggi, var Føroya
Bjór millum luttakandi sløg
ini. Og aftur í ár var tað ølið
úr Klaksvík, sum fekk besta
skoðsmálið.
Av teimum átta merkjun
um í floki 1 og 2 fekk jóla
bryggið hjá Føroya Bjór
flestu atkvøðurnar, og einki
er at ivast í, at limirnir í
ølklubbanum av álvara hava
tikið føroyska ølið til sín.
Á heimasíðu teirra renna
vitjandi seg soleiðis beint
í eina lýsing, har felagið
bjóðar seg til at bíleggja
føroyskt øl til teirra, sum
vilja royna hetta. Og hóast
prísirnir eru nakað hægri
enn tað, sum danir eru vanir
við, so man tað ganga so
hampuliga væl við søluni
kortini.
Heimasíðan hjá felag
num er annars www.
vko.dk, á henni ber til at
síggja úrslitið av seinastu
royndarsmakkingini, eins
og øl-tíðindi av ymsum
slag eru at lesa.
-mørk
Dansur hvørt
hóskvøld í Glitni
Í Glitni hava tey seinastu
mánaðarnar havt unplugged
tónleik nærum hvørt hós
kvøld, men frá í morgin
verðu konseptið broytt.
Glitnir bjóðar nú ókeypis
almennan dans hvørt hós
kvøld frá kl. 21.00
Hetta verður nú roynt
fram til jóla, og verður tikið
væl undir við tiltakinum
er lítið at ivast í at hildið
verður fram.
Tað verður húsaorkestrið
sum fer á pallin. Húsaor
kestrið er manna við Georg
Eystan Á og Sólvu Ford. Tey
eru kend kring alt landið
fyri sín lætta dansitónleiki.
-nud
Gongugøtan verður umvæld