Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 24. november 2005  Pengarnir hjá Fiskiveiðieftirlitinum strekkja ikki til og tí hevur verið neyðugt at skerja munandi um eftirlitið við fiskiskapinum undir Føroyum Fiskiveiðieftirlit Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eftirlitið við fiskiskapinum undir Føroyum hevur verið munandi skert seinastu tíð­ ina og tað verður verðandi nógv skert tað, sum eftir er av árinum. Tað viðgongur Elmar Høj­­ gaard, stjóri á Fiski­veiði­eftir­ litinum. Fólk kring landið hava ans­ að eftir, at skipini hjá Fiski­ veiðieftirlitinum hava ligið munandi meiri við bryggju hesa seinastu tíðina, enn van­ ligt. Og stjórin á Fiski­veiði­eftir­ lit­inum váttar, at so er og hann váttar sostatt eisini, at eftirlitið við fiskiskapinum av tí sama er nógv minni nú, enn tað plagar at vera. Hann sigur, at tað er fyri at halda játtanina hjá Fiski­ veiðieftirlitinum á fíggj­ar­ lógini, at tað er neyðugt at skerja eftirlitið. – Oljan er blivin so dýr, at játtanin strekkir ikki til og sostatt ber heldur ikki til at hava tað eftirlit, sum vit plaga at hava og sum vit fegin vilja hava. Hann vil ikki siga, hvussu nógv eftirlitið er skert. – Men tað er nógv minni nú, viðgongur hann. Fingu bara eina millión Elmar Højgaard sigur, at nú tey hava skert virksemið, væntar hann, at tað fer at bera til at halda játtanina. Men prísurin er altso, at vaktarskipini sigla nógv minni nú, enn tey plaga at gera. Hann sigur, at tað var tíðliga í ár, at tey ásannaðu, at játtanin fór ikki at halda, uttan at virksemið varð skert ella at játtanin varð hækk­ að. Sostatt varð søkt um eina eykajáttan upp á 2,8 milliónir til fiskiveiðieftirlitið fyri at kunna varðveita virksemið á einum ávísum støði, men løgtingið játtaði bara 1,8 millión. Men síðani er oljan dýrkað nógv meiri, so veruligi tørv­ urin varð enntá størri enn tær 2,8 milliónirnar. Hann sigur,at hesa sein­ astu tíðina er oljuprísurin tví­faldaður, uttan at játtanin er fylgt við. Tí hevur verið neyðugt at skipini liggja bundin við, tá ið tey annars átti at verið úti. Sostatt er tað eisini nakað síðani at tey fóru undir at spara, fyri ikki at spreingja játtanina. Elmar Højgaard stað­ fest­ir, at skipini hjá Fiski­ veiðieftirlitinum eru eisini ein partur í eini tilbúgving. – Tí syrgja vit altíð fyri, at skipini eru fult bunkrað og annars altíð eru til reiðar, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. – Men tað ger so tað, at tað vanliga eftirlitsvirksemið má skerjast fyri at veita vissu fyri, at vit altíð kunnu vera til reiðar í eini neyðstøðu og samstundis halda játtanina á fíggjarlógini. Mugu fáa fýra milliónir afturat Elmar Højgaard sigur, at tað sær ikki stórt frægari út fyri næsta ár. Hann minnist ikki upp­ hædd­ina, sum ætlanin er at játta Fiskiveiðieftirlitinum kom­andi ár. Men hann sigur, at skulu tey hava ráð til at hava eitt nøktandi virksemi, skuldi játtanin í øllum førum verið fýra milliónir hægri næsta ár, enn hon er í ár. Tað, sum liggur í kortunum, at játta til stovninum næsta ár, er ein millión meiri enn í ár. Ein stórur spurningur er, hvussu verður við olju­ prísinum næsta ár. – Vit kunnu bara vóna, at oljan verður bíligari. Prís­ urin er lækkaður eitt sindur, men onkrar metingar siga, at verður talan um ein kaldan vetur í USA, kann prísurin trýfaldast, so tað er ikki til at siga, hvønn veg, oljuprísurin fer. Hann ásannar, at gongd­ in er ikki serliga hepp­in ella ynskilig fyri Fiski­veiði­ eftirlitið. – Ístaðin fyri at noyðast at repa seglini, vildu vit heldur havt eina játtan, sum gjørdi, at vit høvdu ráð til at endurnýggja okkum. Men sum støðan er nú, hava vit ikki ráð til ymsa nýggja, tøkniliga útgerð, sum vit halda hoyrir til eitt batnandi og nýmótans eftirlitið, eitt nú á samskiftisøkinum. Men hvørja avleiðing tað annars hevur, at Fiski­veiði­ eftir­litið er so nógv skert, hev­ur Elmar Højgaard ongar viðmerkingar til. Eftir­litið við ólógligum fiskiskapi undir Føroyum er munandi skert Gomul familjufyritøka í Havn fer nú at gevast Bakaríið hjá Gunnleivi í Havn syngur nú sítt síðsta vers og tey 50 fólkini verða søgd upp fyri ikki at binda ein møguligan nýggjan eigara Býarmynd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú fer ein av kendu fam­ilju­ fyritøkunum hesi seinastu 40 árini í Havn í søguna og samstundis er vandu fyri, at ein býarmynd, sum hvørt mansbarn kennir, fer at hvørva. Talan er um bakaran hjá Gunnleivi í Havn, sum nú fer at sløkkja ovnarar og at halda uppat. Carl Mouritsen, sum eig­ur bakaríið, váttar fyri Sosi­al­ inum, at hann fer at gevast einaferð næsta ár. Samstundis fer hann at lýsa fyritøkuna til sølu fyri at vita, um áhugi er fyri at reka tað víðari Sjálvur væntar hann, at onkur fer at føra fyritøkuna víðari. Tað arbeiða eini 50 fólk hjá fyritøkuni og tey verða nú uppsøgd fyri at geva ein­ um møguligum nýggjum eigara fríar ræsur at leggja til rættis, sum hann vil. Carl Mouritsen sigur, at fyri­spurningar eru, men hann vil ikki siga meiri um tað. Akkurát nær hann gevst, er ikki heilt greitt enn, men viðskiftafólkini fara í hvussu so er ikki at merkja nakað sum helst og tá ið broytingar vera, fáa viðskiftafólk tað í hvussu so er at vita í góðari tíð, áðrenn nakað hendir. Hann sigur, at fæst ikki eitt nøktandi tilboð fyri fyri­ tøkuna, er ein nýggj støða, sum hann má taka støðu til tá. Bakaríið hjá Gunnleivi varð sett á stovn í 1965 við bakaríið og handli á Grips­ vegnum í Havn. Men seinni er fyritøkan munandi vaksin. Húsið á Grips­vegnum varð selt og hon hevur nú stórt bakaríð og handil á Hoyvíksvegnum, umframt ein stóran handil á Landavegnum. Harumframt lata tey bakara­vørur til ein hóp av handlum runt umkring. Carl Mouritsen, sum nú eigur bakaríið, er sonur Gunn­leiv, sum byrjaði tað í 1965. – Eg havi verið uppi í hes­um her alt mítt lív og hesi seinastu 20 árini, havi eg verið stjóri, sigur Carl Mouritsen. Hann sigur, at hann tískil hevur hug at royna okkurt annað. Men, hvat hann hugsar um, vil hann ikki út við. – Eg eri nú 46 ára gamal, so skal eg royna okkurt nýtt, skal tað vera nú, leggur hann afturat. Carl Mouritsen ásannar eisini, at kappingin í bakara­ vinnuni er blivin gróthørð og eftir eitt langt lív í vinnuni er hugurin ikki tann sami longur og so heldur hann at tað er best at gevast ímeðan væl er. Tað er ikki ráð til at keypa olju til skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum og tí liggjatey bundinvið bryggju. Men stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at tað er ikki fyri at provokera, at Tjaldrið er lagt á Bursatanga, beint fyri eygunum á landsstýrismonnunum í Tinganesi. Eitt útstoyt skal umvælast og tí liggur Tjaldrið har Skulu vit tosa um føroyskar bakarar, slepst ikki uttanum Gunnleiv. Men nú er tíðarskeiði við bakaríðnum hjá Gunnleivi skjótt farið í søguna, tí nú verður fyritøkan til sølu