hósdagur 24. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 226 - 24. november 2005
Teir eru ungir, teir eru
penir og syngja sum
um teir vóru føddir
til tað, teir eru C21
og annað vikuskiftið
spæla teir í Høllini
á Hálsi, hetta kann
gerast tann allar
seinasta konsertin hjá
størsta danska Boy-
Bandinum
Náttin er Ung
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
C21 er tað einasta danska
Boy-Bandið, sum hevur
megnað at selt nógvar fløg
ur í Danmark og nú kem
ur bólkurin til Føroyar.
Dreingjabólkurin fer á Nátt
in er Ung tiltakinum í høll
ini á Hálsi leygarkvøldið
3. desember at spæla sínar
vøkru kærleikssangir, ið
hava givið bólkinum fleiri
stór hitt í Danmark og selt so
mikið væl, at bólkurin hevur
fingið fleiri gullfløgur. Eisini
hevur bólkurin verið nógv at
hoyra uttanfyri Danmark
C21 er ikki, sum flestu
tílíkir bólkar settir saman
av einum plátufelagi, upp
runaliga vóru tað tríggir
vinmenn, sum funnu saman
at syngja saman og skriva
nøkur løg. Hetta merkir eis
ini bólkin í dag, teir skriva
nógv av løgunum sjálvir, og
á konsertum spæla limirnir
sjálvir ljómborð og gittara.
Men teir eru sum flestu Boy-
Bands penir ungir menn.
Kanska síðsta konsert
C21 hevur givið tvær fløgur
út, í 2003 fløguna C21, ið
hevði hittløgnini Stuck in
My Heart og You Are The
One, og í 2004 fløguna
Listen, og av henni varð
serliga lagið All that I want
spælt nógv. Seinasta hálva
árið hevur verið rættuliga
hendingarríkt fyri C21. Ein
av teimum trimum liminum
Esben Duus er nýlíga farin
út bólkinum,. og hinir báðir
limirnir David og Søren eru
hildnir fram sum ein duo.
Søren er harumframt farin
undir ein yrkisleið sum sjón
leikari og tí er framtíðin
hjá C21 eitt sindur ivasom
- Konsertin í Føroyum kann
gerast tann síðsta hjá bólk
inum..
Fekk íblástur í
biografinum
Elin í Stórustovu skipar saman
við Margarinfabrikkini í
Havn fyri Náttin er Ung. Tað
er , sum hevur fingið C21 til
Føroyar. Elin greiðir frá, at
beint eftir, at hon hevði skipað
fyri Nik & Jay konsertini
fyri nøkrum árum síðan,
tosaði hon nógv við C21 um
at koma hendanvegin. Men
tað gjørdist av ongum. Her
fyri var Elin í biograf við
børnunum hjá sær til “Far
til Fire”, har Søren spælir
við. Tá Elin kom til hús, sá
hon í Se & Hør, at bólkurin
var farin í “Tænkeboks” um
framtíðina hjá C21.
Hon settti seg beinanvegin í
samband við umboðsmannin
hjá bólkinum, og spurdi
um teir enn spældu, og um
teir kundu koma til Før
oyar at spæla. Svarið varð
ja, at bólkurin fegin vildi
til Føroyar at spæla. Men
síðan vóru teir um at avlýsa,
men kundu so knappiliga
alíkavæl, og í dag verður
endaligi sáttmálin undir
skrivaður.
Riggar væl
Elin sigur, at eisini eitt
annað útlendskt navn og
tvey føroysk fara at spæla
á Náttin er Ung, ið verður
fyriskipað á øðrum sinni.
Fyrra ferðin gekk ómetaliga
væl, og tey nógvu ungu
fólkini ið luttóku skikkaðu
sær sera væl. Hetta er eitt
tiltak, ið er fyri tey ungu í
ongastaðni hava at fara um
kvøldarnar í vikuskiftinum.
Margarinfabrikkin í Havn og
Tórshavnar kommuna standa
aftan fyri tiltakið. Tað er eitt
krav fyri at sleppa inn, at tú
ikki er sjónliga ávirkaður.
C21 koma
til Føroyar
Ein av teimum mongu
studentaskúlanæming
unum, sum í dag var
við í mótmælisgongu
niðan í mentamála
ráðið, var Annika
Vang úr Suðuroy.
Hon sigur, at teirra
árgangur ikki vil
verða verri fyrin,
enn teir ið hava verið
undan teimum
Studentamótmæli
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hundraðtals ungdómar,
sum í ár ganga í 3.g. á stu
dentaskúlunum kring landið,
gingu fyrrapartin í dag í
mótmælisgongu niðan á
mentamálaráðið, har tey
vístu landsstýrismanninum,
Jógvani á Lakjuni, sína
ónøgd við, at lesifrítíðin
undan próvtøkunum kom
andi summar verður skerd.
Ætlanin hjá mentamála
ráðnum er annars at javnstilla
allar miðnámsútbúgvingar,
tá ið tað snýr seg um lesifrí,
men hesum mótmæla stu
dentaskúlanæmingarnir
harðliga.
Týdningarmikið
at hava góðar
lesimøguleikar
Annika Vang, sum gongur
í 3.g. á miðnámsskúlanum
í Vági, sigur, at tey als ikki
kunnu góðtaka, at lesifrítíðin
verður skerd.
- Tað er ómetaliga týdn
ingarmikið at hava so góðar
møguleikar sum gjørligt at
lesa undan eini próvtøku,
soleiðis at vit fáa eitt so
gott úrslit sum gjørligt. Tað
er eisini vert at hugsa um,
at tey, ið hava tikið prógv
árini undan okkum, hava
havt munagóða lesifrítið.
Hetta eru tey, sum vit skulu
kappast við um plássini á
hægru lærustovnunum, og
um okkara lesifrítíð verður
skerd, so ger tað okkum veik
ari í mun til tey, sum hava
gingið árini á studentaskúla
árini undan okkum, sigur
Annika Vang.
Hon heldur eisini, at tað
ikki ber til at samanbera til
dømis hægri handilsskúla
útbúgvingina og studenta
skúlaútbúgvingina, tá ið tað
snýr seg um lesifrí.
- Hægri Handilsskúli er
ein tvey-ára útbúgving,
meðan student er ein trý-
ára útbúgving. Um vit hava
somu lesifrítíð, so merkir
tað í veruleikanum, at HH-
næmingarnir hava somu tíð
at lesa eitt tvey ára pensum,
sum vit hava til eitt trý ára
pensum, og tað er ikki heilt
rættvíst, heldur Annika
Vang.
Mentamálaráðið ætlar
eisini, at studentaskúlarnir
næmingarnir undan komandi
próvtøkum ikki fáa at vita,
hvørjar munnligar próvtøkur
tey skulu til, fyrr enn tey
hava verið til teir skrivligu.
Hesum átala næmingarnir
harðliga, tí tey vilja hava
best hugsandi møguleikar
at lesa upp á pensum, og tí
tey, sum áðurnevnt, ikki vilja
verða verri fyri, enn tey sum
hava gingið undan teimum,
greiðir Annika Vang frá.
Annika Vang fegnaðist
tó um, at Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, hevði sagt
næmingunum frá, at hann fór
at endurskoða málið, tí sum
lærari sjálvur skilti hann væl
støðuna hjá næmingunum.
Landsstýrismaðurin
í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni,
hevði í morgun
vitjan av hundraðtals
studentaskúlanæm
ingum, sum vístu sína
ónøgd við, at menta
málaráðið ætlar at
broyta lesifrítíðina
hjá teimum undan
komandi skúlaári,
og at tey seinni enn
vanligt fáa at vita,
hvørjar munnligar
próvtøkur tey skulu
til.
Studentamótmæli
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Jógvan á Lakjuni fekk herfyri
skriv frá næmingunum úr
Hoydølum, har tey kærdu
sína neyð víðvíkjandi ætl
aðu broytingunum í sam
bandi við próvtøkurnar, og
í dag fekk hann so skriv
frá næmingunum á mið
námsskúlanum í Suðuroy
handað í sambandi við mót
mælisgonguna.
Kenni væl støðuna
Sjálvur hevur Jógvan á
Lakjuni nógv ár á baki sum
lærari, og hann kennir tí væl
støðuna, sum næmingarnir
eru í.
- Á ein hátt so skilji eg tey
væl, og eg eri ikki í iva um,
at tað eru bæði næmingar
og lærarar, ið harmast, at
tey ikki fáa munnligu próv
tøkurnar at vita, fyrr enn tær
skrivligu eru farnar aftur um
bak. Áður hava tey jú fingið
at vita undan skrivligu próv
tøkunum, hvørjar munnligar
tey skulu til. Tað er jú tað,
sum er høvuðsmálið í hesi
ósemjuni, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Landsstýrismaðurin greið
ir frá, at sjálvur hevur hann
als ikki verið við í hesum
avgerðum, ið eru tiknar,
tí tað er umsitingin, sum
hevur tikið sær av málin
um, og umsitingin hevur
mett tað rættast, at mið
námsútbúgvingarnar verða
so javnt stillaðar sum møgu
ligt.
- Eg havi lovað næming
unum, at eg fari at seta meg
inn í málið og hyggja nærri
at tí. Hetta fari eg at gera
saman við umsitingini, men
tað verður neyvan nakað
nýtt at frætta í hesi vikuni,
tí onkur av starvsfólkunum,
ið hava við málið at gera, er
uttanlanda. Eg vænti tó, at
vit fara at viðgera málið í
komandi viku, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Vit vilja ikki verða verri fyri
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður:
- Fari at hyggja nærri at málinum
Landsstýrismaðurin ætlar sær at hyggja nærri at málinum
Mynd: Jens K. Vang
Næmingarnir finna seg ikki í at lestrarfrítíðin er tikin av
Mynd: Jens K. Vang