hósdagur 24. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 24. november 2005
7
-sigur nývaldi løgting
sins umboðsmaður,
Sólja í Ólavsstovu,
sum seinnapartin
mikudagin varð vald
í týðandi sessin av
einum einmæltum
løgtingi. Bæði løg
tingsformaðurin og
løgmaður fegnast um
valið
Starvsssetan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt
einmælt
løgting
valdi mikudagin Sólju í
Ólavsstovu, løgfrøðing til
løgtingsins umboðsmann. 28
tingmenn vóru á fundinum,
meðan 4 vóru burturstæddir.
Valið gjørdist ein tungur burð
ur, tí automatiska atkvøðu
skipanin virkaði ikki. Tí
varð atkvøtt við navnakalli.
Løgtingsformaðurin tók til
eftir atkvøðugreiðsluna, at
leingi er tað, ið væl skal
vera og ynskti hann nýggja
umboðsmanninum tillukku,
vælkomna og mong góð
ynski.
- Tað er ein stórur heiður
at skula umboða løgtingið í
slíkum málum, og eg takki
fyri ta ábyrgd, sum verð
ur litin mær upp í hendi.
Hetta er ein stórur dag
ur fyri meg og fari eg at
røkja hetta álitiss tarv eftir
besta førimuni sigur Sólja
í Ólavss tovu, sum tekur
við starvinum 1. januar, tá
sitandi umboðsmaður, Joen
H. Andreass en leggur frá
sær.
Sólja í Ólavss tovu er ikki
ókunnug við arbeiðsøkið
hjá umboðsmannaskipanini.
Fyri 10 árum síðani var hon
við til at gera lógina fyri tann
grønlendska umboðsmannin.
Tað er tí eitt arbeiði, sum
komandi umboðsmaðurin
hevur verið í gongd við og
fingist við. Grønlendska
umboðsmannaskipanin er
fyrimynd fyri tí føroysku fyri
ikki at siga ein avskrift.
Sólja í Ólavss tovu er 46
ára gomul og er útbúgvin løg
frøðingur. Hon hevur nærum
20 ára royndir í almennari
umsiting, so hon skuldi
verið rættiliga væl brynjað
til starvið. Hon starvast
í dag sum deildarleiðari í
Fiskimálaráðnum. Framm
anundan var hon eitt
skifti aðalstjóri í táverandi
Almannaráðnum. Hon hevur
annars drúgvar royndir frá
arbeiði í umsitingini hjá
grønlendska heimastýrinum,
har hon eitt skifti varð ovasti
embætismaður.
Hvuss u fer hon so at
seta sín dám á heldur unga
umboðsmannastarvið spurdi
útvarpskvinnan Sólju eftir
valið, og vit loyva okkum
at endurgeva: - Man verð
ur noyddur til at taka støðu
í tí veruleika man er í og
í teimum umstøðum, sum
umsitingin í Føroyum hevur
at arbeiða undir. Men sjálv
andi eru viðurskifti, sum
man er noyddur til at taka
hædd fyri. Eitt nú at hettta
er eitt lítið samfelag, og vit
halda vit vita alt um øll,
og kanska ikki altíð eru
so umhyggin at hugsa um
okkara gegni og um at kanna
málini. Ikki bara at halda,
at vit vita men at fáa prógv
fyri, at tað er, sum tað er. Í
samrøðuni við útvarpið legði
Sólja eisini dent á, at hon fer
at arbeiða út frá tí sannroynd,
at øll skulu viðgerast eins. -
Tað er sera týdningarmikið,
at vit viðgera allar borgarar
eins, og tað eru nøkur fyrilit,
sum man verður noyddur til
at taka hædd fyri, tá man
situr í almennari umsiting.
Sólja í Ólavss tovu vísir ann
ars á, at umsitingin hevur tik
ið til eftirtektar tær avgerðir,
sum umboðsmaðurin er kom
in við. Tað veit hon frá sínum
arbeiði í umsitingini. Hon
heldur eisini, at tað er eitt
stórt frambrot, at umsitingin
tillagar sína umsiting eftir
teimum átalum, sum hon
hevur fingið frá umboðs
manninum.
Ein fegin løgtings
formaður
Edmund Joensen, løgtings
formaður er sera fegin um,
at løgtingið einmælt valdi
Sólju í Òlavss tovu sum
umboðsmann. Hann sigur,
at tað er sjálvandi vælum
hugsað, tá tingið velur nýggj
an umboðsmann og heldur
hetta verða eitt sera gott
val. - Hetta er so aðru ferð,
at umboðsmaður verður
valdur. Jógvan Andreass en
var tann, sum legði fyri og
hevur sitið tey fyrstu fimm
árini. Hann er komin væl
frá byrjan og hevur skapt
virðing um skipanina. Hann
skal hava eina stóra tøkk
fyri hesa tíðina. Nú kemur
so Sólja í Ólavss tovu við tí
útbúgving, sum skal til og
við sínum drúgvu royndum,
eitt nú frá arbeiði sínum við
tí grønlendsku skipanini, og
eg haldi, at hon er vælegnað.
Formliga er starvið fyri fimm
ár, men løgtingsformaðurin
vísir á, at her er talan um
eina kvinnu í sínum bestu
árum, so vónandi kann hon
taka meira enn eitt skeið.
Hvat dámar honum, at
ein kvinna er vald í sess in:
- Tað skal sjálvandi ikki gera
mun, um tað er ein kvinna
ella ein maður. Tað er jú
arbeiðið, sum skal gerast,
og tað er tað sama, um tað
er ein maður ella kvinna,
sum skal gera tað. Men tá
nú valið fellur á eina kvinna,
so er tað kanska gott, tí vit
hava ikki so nógvar kvinnur í
skipanini. Í løgtinginum eru
bara nakrar fáar kvinnur, og
tað er eitt sindur av undir
skoti í skipanini av kvinnum,
serliga í teimum hægri størv
unum.
Edmund Joensen metir
annars
umboðsmannin
sum eitt sera týðandi starv
í løgtingss kipanini. Tað er
tann stovnurin, sum leggur
linjurnar fyri støðinum í sam
felagnum. Viðkomandi hev
ur sjálvandi ikki nakað vald,
men óbeinleiðis hevur hann
tað, tí hann leggur støðið fyri
umsitingina og hvuss u mál
ini verða útførd.
Løgmaður eisini fegin
Eisini Jóannes Eidesgaard,
løgmaður fegnast um, at
eitt samt løgting hevur
valt Sólju í Òlavss tovu til
umboðsmann og leggur
dent á, at umboðsmaðurin
hevur fingið ein týðandi
leiklut í politisku skipanini
við tað, at tað er líkt til, at
Jógvan Andreass en, sum
nú fer úr starvi, hevur vunn
ið stovninum ta hevd, sum
hann eigur at hava, nevni
liga at tær niðurstøður,
sum hann kemur við, eru
eisini tær, sum frameftir
leggja linjurnar fyri, hvuss u
fyrisitingin skal arbeiða.
Løgmaður vísir á, at tað
varð høvuðsendamálið við
at fáa ein umboðsmanss tovn,
og tí kann man siga, at okk
ara fyrsta val var eitt ótrúliga
gott val, og at hann hevur
megnað at givið stovninum
tað innihald, sum man polit
iskt ynskti, at hann skuldi
hava.
- Eg vil eisini ynskja tí
nýggja umboðsmanninum
góða eydnu í starvinunum
og vóni, at tað fer at eydnast
henni at halda fast um hetta
endamál, og tað ivist eg ikki
í, at hon fer.
Jóannes Eidesgaard vil eis
ini fegin boða frá, at úttalilsi
og niðurstøður hjá umboðs
manninum verða altíð tiknar
til eftirtektar í fullum álvara,
og at viðurskiftini verða inn
rættað eftir teimum niður
støðum, sum har verða
gjørdar. Tí er hetta eitt ótrú
liga týdningarmikið starv
og stovnur í tí politisku
skipanini. Tað er líkasum
hann, sum rættar tingini inn
og stýrir aftur á beint, tá og
um tað hevur hug at fara ein
skeivan veg.
Løgmaður er eins og løg
tingsformaðurin eisini fegin
um, at tað er ein kvinna, sum
nú skal umsita starvið: -Tað
er avgjørt ein fyrimunur.
Sjálvur arbeiði eg saman við
kvinnum í míni fyrisiting, og
kann eg bara siga, at tað havi
eg sera positivar royndir av.
- Hetta er ein heiður fyri meg
Edmund Joensen, løgtingsformaður, saman við nýggja umboðsmanninum, Sólju í Ólavsstovu, eftir valið mikudagin
Mynd Jan Müller
Jóannes ynskir Sólju í Ólavsstovu tillukku
Mynd Jan Müller