Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sambært hagtølum hava partrolararnir havt ein vøkstur í veiðinøgd upp á stívliga 26% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Seinastu tíðina eru fiskaprísirnir eisini hækkaðir rímiliga nógv Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Partrolaraflotin er enn hampi­liga væl fyri, men fíggj­arstøðan er versnað mun­andi seinastu 2-3 árini. Miðalprísurin hevur verið støðugt fallandi síðan ár 2000, men er nú á veg upp­ eftir aftur. - Eftir stóru afturgongdina frá 2002 til 2003 merkti aft­ ur­gongdin frá 2003 til 2004, at samlaða ársúrslitið hjá partrolarunum fyri 2004 gav eitt hall upp á 9,3 miljónir krónur. Rasmussen & Weihe siga í greiningini, at tær ábend­ ingar, sum felagið hevur fyri árið í ár, eru positivar, hvat veiðinøgd viðvíkur. - Sambært hagtølunum hjá Føroya Fiskimannafelag hava partrolararnir havt ein vøkstur í veiðinøgd upp á stívliga 26% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Felagið vísir á, at miðal­ prísurin hinvegin er lækkaður nakað í hesum tíðarskeiði, men er hækkaður rímiliga nógv aftur seinastu tíðina. Samlaða veiðivirðið er eisini sambært Føroya Fiskimannafelag økt 16% fyrstu níggju mánaðirnar av 2005 í mun til sama tíð­ ar­skeið í fjør. Rasmussen & Weihe halda tí, at raksturin hjá partrolaraflotanum verður nakað betri – ella á leið tann sami – sum undanfarna ár, tá ið hædd verður tikin fyri høgu oljuprísunum. Partrolararnir høvdu annars eitt sera gott ár í 2001,og árini 2000 og 2002 royndust eisini væl. - Úrslitini í 2003 og 2004 eru munandi verri enn øll hini árini orsakað av nógv lægri miðalsøluprísi, sigur felagið. Miðalaldurin hjá partrolara­ flotanum er 25 ár. Partrolarar: Glottar eru at hóma, nú fiskaprísurin er batnaður Tað sær betur út hjá partrolaraflotanum, nú fiskaprísirnir seinastu tíðina eru hækkaðir rímiliga nógv, samstundis sum fiskiskapurin er góður. Hinvegin hála høgu oljuprísirnir úrslitið niðureftir Mynd: Vilmund Jacobsen 8 Nr. 226 - 24. november 2005 Fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum er hampilig, men gjaldførið versnaði munandi frá 2001 til 2002 og er ikki nøktandi við árslok 2004 Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe er fíggjarstøðan hjá lemma­ trolarunum hampilig, eins og konsolideringin er rímiliga góð. - Gjaldførið hjá hesum skipabólki versnaði munandi frá 2001 til 2002, og er ikki nøktandi við árslok 2004. Felagið sigur, at lemmatrolararnir hava megnað at havt ein rímiliga javnan rakstur í árunum 2000 til 2003, men í 2004 hevði hesin skipabólkur munandi afturgongd í rakstrinum í mun til árið fyri. - Tí gjørdist talan samanlagt um eitt hall í 2004 upp á 7,1 miljónir krónur. Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag hevur hesin skipabólkur merkt eina afturgongd í veiði­nøgd upp á út við 10% fyrstu níggju mánaðirnar av 2005 í mun til somu tíð árið fyri. - Haraftrat kemur, at mið­alprísurin samstundis er minkaður við góðum 6% í sama tíðarskeiði, og samanlagt er veiðivirðið minkað við 14% í 2005 í mun til somu tíð í 2004. Rasmussen & Weihe vísa á, at ikki minst hjá hesum skipabólki, sum brúkar lutfalsliga nógva olju, er hesin postur vaksin í 2005, nú oljan er vorðin so d‡r. - Roknast má tí við, at lemmatrolarar fara at merkja eina afturgongd í rakstrinum í 2005, heldur felagið. Fíggjarstøðan hjá hesum skipum er hampilig, men gjaldførið versnaði munandi frá 2001 til 2002 og er ikki nøktandi við árslok 2004. - Ognaravkastið hevur verið skiftandi og er vorðið negativt við árslok 2004. Rentingin av eginogn hevur somuleiðis verið skift­ andi fram til 2003 og er negativ í 2004. Sama er við rakstraravkastinum, sigur felagið. Miðalaldurin hjá lemmatrolarunum er 21 ár. Lemmatrolarar: Fara helst at merkja eina afturgongd Miðalprísurin er minkaður við góðum 6% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, og samanlagt er veiðivirðið minkað við 14% Mynd: Vilmund Jacobsen Á hesum báðum síðunum fara vit í stuttum at greiða frá niðurstøðunum hjá grann­skoð­ara­fel­ agn­um, Rasmussen & Weihe, um gongdina í føroyska fiskiskipaflotanum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Grannskoðarafelagið, Ras­ mus­sen & Weihe, hava gjørt eina roknskapargreining av føroyska fiskiskipa­flot­anum fyri árini 2000-2004, har felagið við støði í almennu árs­rokn­skap­unum hevur greinað roknskapartølini fyri hesi árini. Í greiningini yvir fiski­ skipaflotan eru – við fáum undantøkum – øll skip tik­ in við, sum eru omanfyri 110 tons ella hava eina maskinorku, sum er størri enn 400 hk. Hetta er sambært flokk­ ingini av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Aftrat almennu árs­rokn­ skapunum hjá teimum fel­ øg­um, sum eiga skipini, hev­ur grannskoðarafelagið eisini fingið uppl‡singar um veiðinøgd, nettosølu og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri heild­ armyndina. Útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí tað eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í partafeløg ella smápartafeløg við skyldu at lata inn almennan ársroknskap. Framløga Á hvørjum ári seinastu árini hevur felagið skipað fyri framløgu av úrslitunum, sum komið er fram til, fyri viðskiftafólkum. Á framløgufundinum týsdagin var størsti denturin lagdur á fiskiflotan, men við endan av fundinum varð tikið saman um gongdina hjá fiskavirkjunum. Greiningin er býtt upp hesar bólkar: 1) All­­ur flotin, 2) Pelagisk vinna, 3) Rækjuvinna, 4) Verksmiðjutrolarar, 5) Partrolarar, 6) Lemmatrolarar, 7) Línuskip, 8) Garnaskip og 9) Onnur skip. Hvussu er støðan hjá føroyska fiskiskipa- flotanum? Í nøkur ár hevur grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, gjørt upp støðuna í fiskiflotanum og hjá fiskavirkjunum Mynd: Vilmund Jacobsen