Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 226 - 24. november 2005 HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN Stuðulsskipanin fyri vaksin Ergoterapeutur Søkt verður eftir ergoterapeuti til Stuðulsskipanina fyri vaksin frá 1. januar 2006 til og við 31. januar 2007. Stuðulsskipanin fyri vaksin veitir tænastu til persónar millum 18 og 67 ár, ið vegna likams- ella sinnisbrek, hava tørv á stuðli í gerandisdegnum. Endamálið er, at viðkomandi, ið fær stuðul, skal fáa møguleikar at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum fotreytirnar hjá viðkomandi loyva. Arbeiðsuppgávur: • Meta um og lýsa førleikan hjá brúkarum og tørv á tiltøkum • Veita ADL-venjing - bæði einstaklingum og bólkum • Veita vegleiðing til brúkarar, starvsfólk og avvarðandi um tiltøk, ið kunnu vera við til at viðlíkahalda og menna førleikar hjá brúkarum • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráð- geving til starvsfólk og avvarðandi • Veita vegleiðing og ráðgeving um hjálpartól Vit sóknast eftir einum ergoterapeuti, sum: • Hevur hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og samstarva við aðrar stovnar • Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • Hevur áræði og eina positiva menniskjafatan Vit kunnu bjóða: • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Eitt starv við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássi í støðugari menning • Ein ágrýtnan og eldhugaðan starvsfólkahóp við góðum hugalag og umsorgan fyri hvørjum øðrum Setanar- og lønarviðurskifti: Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergotera- peutfelagið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa á tlf. 354020. Umsóknarfreist: 6. desember 2005. Setanarsamrøður verða vænt- andi í viku 50. Umsókn við neyðugum prógvum og viðmælum skal sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin att: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Fundur Fjalshagi hevur fund í Lonini 6. desember 2005 kl. 20.30. Til umrøðu verður: 1. Søla av lendi á Enninum 2. Ymiskt Hagastýrið Adressur í Hovi Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur, er adressuskráin fyri Hovs kommunu góðkend. Skráin er almenn og tøk á www.matrikul.fo Landsadressuskráin Boks 327 · Tlf. 357900 · Fax 357901 FO-110 Tórshavn www.matrikul fo – post@matrikul.fo Internet Sosialur www.sosialurin.fo in