Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 227 - 25. november 2005 Runavíkar kommuna Søkir eftir Avloysara fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 18 børnum í hvørjari og ein barnagarðsstova við 12 børnum. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir avloysara fyri pedagog í barns- burðarfarloyvi, 35 t. um vikuna, til eina stovu við 14 vøggustovubørnum frá 1. januar til 30. septembur 2006. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Fríðu Lómstein, leiðara ella Conny Jacobsen, varðaleiðara á tlf. 448254 ella 218254 Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl- um skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 12.desembur 2005 kl. 12,00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN Stuðulsskipanin fyri vaksin Ergoterapeutur Søkt verður eftir ergoterapeuti til Stuðulsskipanina fyri vaksin frá 1. januar 2006 til og við 31. januar 2007. Stuðulsskipanin fyri vaksin veitir tænastu til persónar millum 18 og 67 ár, ið vegna likams- ella sinnisbrek, hava tørv á stuðli í gerandisdegnum. Endamálið er, at viðkomandi, ið fær stuðul, skal fáa møguleikar at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum fotreytirnar hjá viðkomandi loyva. Arbeiðsuppgávur: • Meta um og lýsa førleikan hjá brúkarum og tørv á tiltøkum • Veita ADL-venjing - bæði einstaklingum og bólkum • Veita vegleiðing til brúkarar, starvsfólk og avvarðandi um tiltøk, ið kunnu vera við til at viðlíkahalda og menna førleikar hjá brúkarum • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráð- geving til starvsfólk og avvarðandi • Veita vegleiðing og ráðgeving um hjálpartól Vit sóknast eftir einum ergoterapeuti, sum: • Hevur hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og samstarva við aðrar stovnar • Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • Hevur áræði og eina positiva menniskjafatan Vit kunnu bjóða: • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Eitt starv við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássi í støðugari menning • Ein ágrýtnan og eldhugaðan starvsfólkahóp við góðum hugalag og umsorgan fyri hvørjum øðrum Setanar- og lønarviðurskifti: Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergotera- peutfelagið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa á tlf. 354020. Umsóknarfreist: 6. desember 2005. Setanarsamrøður verða vænt- andi í viku 50. Umsókn við neyðugum prógvum og viðmælum skal sendast til: Stuðulsskipanin fyri vaksin att: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Læknaskrivari Á Medisinska deplinum er eitt starv sum lækna- skrivari fulla tíð leyst at søkja fyri læknaskrivara í farloyvi til setan 1. januar til og við 30. september 2006 ella eftir avtalu. Førleikakrøv: • útbúgving sum læknaskrivari • dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi • góð samstarvsevni • góður røkjuskapur • teldukunnleiki Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, telefon 304500, lokal 6103. Umsóknarfreistin er úti 12. desember 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn til starv« við CV, avrit av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin att: Una Dalsgaard FO-100 Tórshavn Á heimasí›uni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið FO-100 Tórshavn Einkjur og einkjumenn við ómyndigum børnum, hava aftur í ár høvi at søkja Einkjugrunn Føroya um fíggjarligan stuðul Umsóknarblað fæst við at venda sær til Føroya Sparikassa, Stjórnarskrivstovan, tlf. 348 000, fax 348 400 ella via teldupostadressu: stjornarskrivstovan@sparikassin.fo Freistin at søkja er 1. desember 2005. Einkjugrunnur Føroya Eykaaðalfundur p/f Flogsamband F.F. í likvidatión Kallað verður við hesum inn til eykaaðalfund hósdagin 15. desember 2005, kl. 14.00 á Hotel Hafnia. Skráin er: Framløga av grannskoðaðum avtøkuroknskapi til góðkenningar. Eyðfinnur Jacobsen likvidator. www.sosialurin.fo