mánadagur 28. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
27
Lýsing
um matrikulering av trøðni á
Drátti, matr. nr. 400 í Hvalba
Til tess at matrikul og tingbók kunnu verða rættað
er neyðugt við eigindómsdómi.
Í hesum sambandi hevur Matrikulstovan vent sær
til Vinnumálaráðið, sum í skrivi dagf. 27. apríl 2000
hevur givið Matrikulstovuni loyvi til nýmatrikulering
av matr. nr. 400 í Hvalba sambært grein 38 í
løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962.
Boðað verður tí til fundar í gamla skúla í Hvalba
hósdagin 1. desember 2005 kl. 13.30 at viðgera
málið um ognarrættin til trøðna.
Tá eigindómsskráin er fullfíggjað, verður matrikulin
sendur Innlendismálaráðnum, ið við almennari
stevning leggur sak við Føroya rætt móti øllum
og einum, ið hava mótmæli móti tí gjørda matrikli,
og at teir í honum lýstu eigarar verða skrivaðir í
tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómi.
Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar
tingdagar, frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst,
og til stevnufreistin er farin.
Bygdaráðið í Hvalba skal velja tveir mans at hjálpa
Matrikulstovuni at greiða eigindómsviðurskiftini.
Matrikulstovan, tann 14. november 2005
Øssur Á Midjord,
matrikulstjóri