Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 23 Auto Service Vit leita eftir einum skilafólki til at røkja og skipa roknskapar- viðurskifti okkara. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir avtalu. Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og hevur ábyrgdina av at dagliga arbeiðið viðvíkjandi bókhaldi og roknskapi verður dagført. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um viðlíkahald og menning av mannagongdum í Auto Service Pf.. Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir, ert fyrikomandi og tekur arbeiðið í álvara. At vera roknskaparfólk hjá okkum er líka so mennandi og spennandi, sum tú gert tað til. Harvið meina vit, at tað hevur alstóran týdning, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst hava tamarhald á fleiri uppgávum samstundis. Tú fært rættiligar fríar hendur at laga arbeiðsdagin og mest sannlíkt verður tú ein teirra, ið best veit, hvussu vit hava tað. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Árna Rasmussen á tlf. 345 400. Umsóknir, ið skulu verða okkum í hendi innan 1. desember, skulu sendast til: Auto Service telist millum størstu bilasølur í landinum og umboðar bilamerkini Peugeot, Nissan, Saab og Opel Auto Service P/F Árni Rasmussen undir Krákugjógv 100 Tórshavn undir Krákugjógv tel. 345400 Roknskaparfólk Andstøðan í bý­ráðn­ um í Havn tekur ikki undir við at hækka kommunuskattin. Tá ið fíggjarætlanin fyri 2006 var fyri í býráðnum hós­kvøldið, hevði andstøðan eitt alternativt fíggjarlógaruppskot, har eingin hækking var í kommunuskattinum. Býráðspolitikkur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var tó fíggjarætl­an­ar­ uppskotið hjá samgonguni, ið bleiv samtykt í býráðnum, og tað merkir, at borgararnir í Havn komandi ár skulu gjalda eitt prosent meira í kommunuskatti. Men stóð tað til andstøðuna, hevði kommunuskattaprosentið framhaldandi verið 18,75 og ikki 19.75, sum tað nú verður frá nýggjárinum. Kommunan ráð at lata verða Sjúrður Olsen, býráðslimur hjá Fólkaflokkinum, sigur, at tað er als eingin orsøk til at hækka kommunuskattin. - Vit fáa umleið 22 milli­ ónir aftur úr kreppu­lánsgrunn inum, og har­aft­ur­at høvdu vit kunn að tikið 1,7 mill ión av samlaðu íløgu­játtanini, sum er upp á 98 mill iónir, sum vit undir øll um umstøðum ikki klára at brúka. Hetta hevði svarað til tað, ið vit ann ars fáa um­vegis tað eyka prosentið, ið verður lagt omaná komm­unu­ skattin. Tað hevur Tórshavnar Kommuna eisini ráð til, tí hon eigur nógvar pengar. Tað ger heldur einki, um kommunan er við til at geva borgarunum ein skáa, sigur Sjúrður Olsen. Býráðslimurin vísir á, at tær umleið 22 mill iónirnar, sum eru goldnar í kreppu­ lánsgrunn in, er peningur, sum skattaborgarin sjálvur hevur goldið, og tí er tað einki meiri enn náttúrligt, at tað eisini kemur teimum til góðar. - Tá ið vit viðgjørdu hetta í býráðnum hóskvøldið, brúktu bæði borgarstjórin og Leivur Hansen, býráðslimur tað sum undanførslu, at vit noyddust at hækka skattaprosent eisini fyri at verða solidarisk við hinar kommunurnar, sum ikki hava ráð til at lata verða. Tað halda vit verða full komiliga burturvið, sigur Sjúrður Olsen. Eingin orsøk at hækka kommunuskattin Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, og hinir limirnir í andstøðuni í Tórshavnar Býráð høvdu eitt alternativt fíggjarlógaruppskot, har tað ikki var neyðugt at hækka kommunuskattaprosentið. savnsmynd