Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 230 - 30. november 2005 Í gjár endaði eldra­ ráðs­valið í Havn, og sambært fyrstu ráðslimunum vísir høga valluttøkan, at tað er stórur tørvur á einum talirøri fyri tey eldru í kommununi Eldraráðsval Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ikki færri enn 67,5 prosent av teimum gott 3.000 fólk­unum, sum høvdu valrætt til eldraráðið tóku av møguleikanum, og tað fegnast forkvinnan í sosialu nevnd hjá býráðnum, Katrin Dahl Jakobsen, um. Tað er býráðið sjálvt, ið hevur tikið stig til at fáa eitt eldraráð, og Katrin Dahl Jakobsen er ovfarin av góðu undirtøkuni. - Eg haldi, at góða val­ luttøkan prógvar okkara hugs­an um, at eldri fólk eru virkin, sigur forkvinnan í sosialu nevnd. Nýggja eldraráðið hittist íMiðlahúsinum Tey fimm, sum blivu vald inn í fyrsta eldraráðið í Tórs­ havnar Kommunu, hittust fyri fyrstu ferð eftir valið í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikumorgunin, sum valið var endaliga avgreitt týsdag seinnapart. Tað er breið semja millum limirnar í eldraráðnum, at ein av høvuðsorsøkunum, til at undirtøkan til eldraráðsvalið var so mikið góð, er tann, at býráðið gjørdi tað so einfalt at atkvøða, og tey rósa í hes­ um sambandi býráðið fyri eitt gott arbeiði. Ein av teimum nýggju eldra­ráðslimunum, Súni Vinther, sigur seg vænta, at tey eldru nú fara at koma eitt sindur harðari fram í almenna kjakinum. - Vit hava longu sæð tað í sambandi við okkurt kjak, sum hevur verið í løg­ tinginum, og eg vænti, at tey eldru nú fara at gerast meiri sjónlig og hoyrast betur, sigur Súni Vinther. Vit kunnu seta krøv til kommununa Tað er breið semja í eldra­ ráðnum um, at ein tann fremsta uppgávan hjá teim­ um verður at fáa fjøldina av teimum eldri at savnast og at fáa inspiratión frá teimum. - Eru vit aktiv saman við veljarunum, so er Tórshavnar Kommuna noydd til at lurta eftir okkum, sigur Elinborg Trónd Johansen, ein av nýggju limunum. Ein annar av limunum, Jákup Lindenskov, heldur, at eldraráðið er í tí hepni støðu, at tað umboðar ein so mikið breiðan skara, at tað kann seta krøv til býráðið. Ongin av teimum fimm eldraráðslimunum fór sjálv­ ur og stillaði seg upp til eldra­ ráðsvalið, og Poula Apol sigur, at hon segði ikki ja, fyrr enn tað var heitt á hana tríggjar ferðir. - Tað liggur ikki til før­oy­ ingar at stilla upp sjálvir, men vit eiga at taka tað sum eitt herðaklapp, at tað verður heitt á okkum at stilla upp, sigur Elinborg Trónd Johansen. Eisini heldur Súni Vinth­er, at úrslitið av eldra­ráðs­valinum er ómetaliga demokratiskt. - Tað eru vald tríggjar kvinn­ur og tveir mans í ráð­ ið, og tað svarar rættuliga væl til kynsbýtið í hesum aldursbólkinum, heldur Súni Vinther. Eldraíbúðir, bussleiðin og pensíon Spurd hvørji liggja fremst í huganum, nú nýggja eldra­ ráðið skal fara til verka, siga limirnir millum annað. - Okkara allarfyrsta upp­ gáva verður at finna út av, hvussu vit skulu virka, og hvar vit skulu halda til, siga eldraráðslimirnir. Men limirnir hava fleiri mál í huga, sum tey halda, at stórur tørvur er at fáa við­ gjørt sum skjótast. Eitt er spurningurin um eldraíbúðir í høvuðsstaðnum, sum tey halda, at stórur tørvur er á. Eisini halda tey, at tað als ikki er nøktandi, at buss­ leið­in gevst við at koyra klokk­an fimm seinnapartin í vikuskiftinum. Ein annar spurningur er pensiónin, sum tey eru samd um, er alt ov lítil, um borgarin ikki hevur eina eftirløn ella líknandi afturat fólkapensiónini. Katrin Dahl Jakobsen, for­kvinna í sosialu nevnd, var eisini við til løtuna í Miðlahúsinum, og hon sigur, at tað eisini hevur týdning, at ráðið sum skjótast fær innlit í, hvussu umsitingin hjá býráðnum virkar, og hvørjar nevndir arbeiða við hvørjum málum. - Tað er eingin ivi um, at ráðið fer at fáa mál til viðgerðar úr fleiri ymiskum nevndum, og tí er umráðandi, at ráðið kennir tær ymsu nevndirnar, sigur Katrin Dahl Jakobsen. Enn hevur eldraráðið ikki skipa seg, men tað verður gjørt á fyrsta almenna fund­ in­um, sum væntandi verður í næstum. Valluttøkan vísir tørvin á einum talirøri Mikumorgunin hittust teir fimm limirnir í nýggja eldraráðnum fyri fyrstu ferð. Eisini var forkvinnan í sosialu nevnd hjá býráðnum, Katrin Dahl Jakobsen, við til løtuna niðri í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Frá vinstru eru tað Súni Vinther, Jákup Lindenskov, Poula Apol, Elinborg Trónd Johansen, Marita Arge Magnussen og Katrin Dahl Jakobsen. Mynd: Jens Kr. Vang Valevni Atkvøður Nr Anna Sofía Poula Apol 136 5 Sheila Arnskov 123 7 Herfríð Askildsen 71 13 Jóannes Dalsgarð 93 8 Brynhild Danielsen 80 10 Grete Ellingsgaard 77 11 Inger Frida Hansen 63 15 Karen Jakobsen 33 16 Arngerð Joensen 25 17 Ásmundur Johannesen 63 15 Elinborg Trónd Johansen 218 3 Jákup Lindenskov 193 4 Marita Arge Magnussen 329 1 Elsa Patursson 76 12 Mortan Rasmussen 126 6 Súni Vinther 325 2 Ása Amalia Østerø 83 9 Valevni Atkvøður Fyrstvaldir 1 Marita Arge Magnussen 329 2 Súni Vinther 325 3 Elinborg Trónd Johansen 218 4 Jákup Lindenskov 193 5 Anna Sofía Poula Apol 136 Eykalimir 1 Mortan Rasmussen 126 2 Sheila Arnskov 123 3 Jóannes Dalsgarð 93 4 Ása Amalia Østerø 83 5 Brynhild Danielsen 80 Valrætt 3130 Atkvøður 2114 Luttøka 67.54%