Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Bókin um losjuna »Støt Viljen« í Havn í 100 ár er eitt bóka- verk á 375 síður, sum lýsir søguna hjá Losj- uni í Havn, sum varð stovnað hin 1. mai í 1902 SØGAN UM LOSJUNA Losjan Støt Viljen er av teimum flestu kend undir felagsheitinum NIOGT. Í bókini verða eisini losjur- nar og ungmannadeildinar annars kring oyggjarnar lýstar. Rættuliga neyvt lýsir bókin partar av siðsøgu okkara og innlit í felgaslív, sum tað var í øldini farnu í tíðarbilum, tá samfelagið var rættuliga lítið øðrvísi, enn tað hevði verið í øldir - serliga ferðalíkindi, sam- band millum bygdir og oyggjar. Greitt verður frá stovnar- anum, Laurits Henriksen og tí risaarebiði, sum hann legði í losjuna tey fyrstu ár- ini. Dentur verður eisini lagdur á at lýsa, hvussu fólkaatkvøðan í 1907 fekst í lag, og hvat losjan gjørdi fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt burtur úr henni. Væl varð arbeitt, tí fólkaatkvøðan endaði við, at Føroya fólk við stórum meiriluta samtykti at banna rúsdrekkasølu í landinum. Síðani hevur ættarlið eftir ættarlið verið virkið í losj- uni í Havn alla síðstu øld. Í 1936 varð Ungmanna- deildin hjá losjuni Støt Vilj- en sett á stovn, og við henni gjørdist losjan eitt tað virknaðasta felagið í Havn í útvið tríati ár. Í sekstiáru- num bygdi losjan ein nýggjan bygning á Ting- húsvegnum, og hesa somu tíðina vann føroyska good- templararørslan sær pláss millum aðrar í altjóða sam- starvi. Í 1973 keypti losjan Upp- istovu, sum gjørdist eitt vældámt stað hjá bæði børnum, ungum og goml- um í sjeyti- og áttatiáru- num. Hetta eru alt partar av hesi lýsing av fyrstu 100 ár- unum hjá losjuni Støt Vilj- en. Stórt tal av myndum lýsa viðurskifti, sum tey tá vóru. Skrá yvir kunninganotur, keldur, navnalisti, listi yvir myndaánarar er viðskeri, ið ger bókina áhugaverda, eis- ini sum gott hjárit á bóka- hyllini. Bókin kostar 325 krónur í sjáldsama fagurlittari permu. Rithøvundur er Erling Is- holm, og Forlagið Màl & Mentan hevur givið út. Eigur at koma í tingi og í skúlar Í ummæli sínum í FF-Blað- num skrivar Óli Jacobsen um bókina, at hon er eitt megnarverk, sum lýsir eina søgu, sum ikki so nógv er gjørt burturúr. » – Tað kann verða nevnt her, at rættlesarin av bókini Hanus Samuelsen hevur sagt, at hann var eins hug- tikin av bókini seinnu ferð, hann las rættlestur, sum fyrru ferð. Bókin hevur uppiborið stóra útbreiðslu heilt frá tingi til skúla. Skúlarnir eiga at útvega sær minst eitt klassasett, so allir næming- ar kunnu seta seg inn í, fyri tað fyrsta hvussu skaðiligt tað kann vera við rús- drekka, og ikki minni fyri at kunna seg um menn og kvinnur við hugburði, sum ofraðu seg fyri eini sak. Vit hava nevniliga brúk fyri slíkum fólki eisini í fram- tíðini, og tey eiga at kunna fáa íblástur í skúlanum. Tað er har tað skal byrjast«, skrivar Óli Jacobsen, sum leggur afturat, at hetta er í hvussu er ein góð jóla- gáva… Losjan Støt Viljen 100 ár Erling Isholm hevur skrivað søguna um Losjuna í Havn, sum forlagið hjá Losjuni, Mál & Mentan hevur givið út