Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 BÓKAÚTGÁVA Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið í Vágsbotni til bókaframløgu nú um dagarnar. 17. út- gávan av SKEMT við tek- ningum hjá Òla P varð løgd fram. Bókin, sum eisini er ein jubileumsbók, nú tekn- arin verður 70 ár í januar, rúmar 160 tekningum, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hetta farna árið. Eisini eru fleiri føðinga- rdagskvøður til listar- mannin. Hátíðarligu løtuna í Miðlahúsinum tóku bæði tingformaður og løgmaður orðið. Teir hava sum vera man verið offur hjá Óla P í mong ár og serstakliga sum løgmenn. Edmund Joensen helt fyri, at Óli P hevur ríkað tað politiska lívið í Føroy- um við sínum beinraknu tekningum. Uttan hann hevði verið fátæksligt. Hann hevur verið ein partur av valdsbýtinum í samfel- agnum. - Vit hava tað lóg- gevandi valdið við 32 ting- monnum. Vit hava tað út- innandi valdið við sjey landsstýrismonnum og løg- manni, vit hava ríkisum- boðsmannin, vit hava fjøl- miðlarnar og síðani hava vit Óla. Vit plaga at siga, at valdið er tríbýtt og síðani kemur pressan sum tað fjórða statsvaldið. Eg vil siga, at Óli sum karrikatur- teknari kemur áðrenn 4. statsvaldið. Hann er at finna onkunstaðni millum dømandi valdið og press- una. Tingformaðurin vísti á, at meðan tann luftborna og skrivandi pressan brúka eina rúgvu av tilfari at greiða frá einum máli, so kemur Óli sum ketta burtur úr høvdatrog. Hann kemur ikki seint burtur úr, men tíðliga. Hann sær støðuna á tí politiska pallinum langt áðrenn nakar annar og sker hana út í papp. Og hann sær langt frammanundan, hvat úrslitið verður á einum máli. Edmund Joensen, sum umframt at vera politikari eisini er virkin bridgespæl- ari helt fyri, at sum politik- ari brúkar tú oftani royndir- nar frá kortspælinum og leggur kabalir og hugsar fleiri leikir fram. Tá Óli teknaði og var í essinum flutti hann bæði 2. og 3. leik, langt áðrenn man sjálvur megnaði tað. Tingformaðurin takkaði teknaranum fyri tað, sum hann hevur verið fyri poli- tikararnar og hann skýrdi samtíðis Óla P fyri at vera ein av Føroya bestu listar- monnum. Eisini løgmaður hevði góð orð at bera Óla P. -Kri- tikkurin hevur oftani verið ógvuliga hvassur og pre- sisur. Tekningarnar hava ríkað okkum í gerandisdeg- num. Tað, sum ger meg sannførdan um, at Óli er ein framúr góður karrika- turteknari, er, at hann so framúr væl megnar at tekna ein persón aftanífrá. Tú sær ikki andlitið men veit kort- ini, hvør persónurin er. Løgmaður helt listina hjá Óla fevna um so nógv. Hann metti viðmerkingar- nar og orðini til tekningar- nar at vera veruliga krydd- aríið. Hetta at Óli dugur so ótrúliga væl at finna tey røttu orðini og orðspælið til sínar tekningar, enn ein týðandi partur av listar- kynstrinum hjá teknara- num. Eisini Frits Johannesen, listarmaður hevði lukku- ynski til Óla P. - Tingfor- maðurin nevndi, at Óli var framman fyri politikarar. Og tað er so púra rætt. Hann er oftani framman fyri politiska rákið. Listin og fólk, sum fáast við list eru framman fyri sam- felagið vit liva í, uttan at vit vita av tí. Fjórði røðan undir bóka- framløguni var Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum eisini hevur skrivað høvuðsgreinina í bókini. Vit prenta røðu hansara og annars orðini, sum fyrrver- andi bankastjórin Jørn As- trup Hansen, hevur skrivað í Skemt 05. Óli P framman fyri sína tíð Landsins hægstu menn: Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Edmund Joensen, løgtingsformaður og karikaturteknarin á Sosialinum, sum umboðar 3,5. statsvaldið sambært Edmund Joensen… Myndir: Jens Kristian Vang Óli P., karikaturteknari og Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, tá 17. SKEMT bókin kom, næstseinasta fríggjadag