Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 17. BÓKAÚTGÁVAN HJÁ ÓLA P Tórbjørn Jacobsen Líkamikið hvaðar leiðin gongur, havi eg altíð tvær bøkur í viðførinum. Onnur teirra er "Í GRØNLANDI VIÐ KONGSHAVN". Fremsta prosa nýbrotið í føroyskum skaldskapi í okkara tíð. Ein merkiliga ó- tømandi kelda. Magnus ar- beiddi eitt skifti á prent- smiðjuni, har eitt annað ný- brot í føroyskari list varð prentað: Rukkulakkin. Hann helt Klaksvíks-hum- orin vera eyðkendan: "Í mun til tann "fína" í Havnini er hesin "spoysk- ur". Nú er onki niðurset- andi meint við, at klaksvík- ingar eru spoyskir. Munur er á skemti og óreinheit, men lítil er hann." Havnin er rokok ímeðan Klaksvík- in er barok. Hóast Rukku- lakkin var ætlaður norðoy- ingum, vit minnast lýsingi- na, smiðjan á Stongum ger nógv burturúr ongum, so mundi flogið vera hægri enn í øðrum lokalum sproytum, táið tað eisini kundi hava áhuga hjá ein- um pilti í Eysturoynni um tað mundið. Onki verður tikið frá nøkrum, um sagt verður, at kroppurin ið bar veingirnar, var Óli Petersen - Óli P. Eisini í Gøtu bíðaðu menn spentir eftir hesum satiriska teiti. Ár undan ári. Allir fóru teir ikki á Norð- oyastevnu, men Vangberg seldi dastið av bløðum, sum vórðu givin út í danska ríki- num, og soleiðis mundi hann eisini metta svongd- ina og sløkkja tostan eftir úrmældu lýsingunum - av originalunum eystanfyri Djúpini og Leirvíksfjørð. Í einum nostalgiskum roða harmast tey flestu, at Óli slepti Rukkulakkanum, kanska gjørdist hann ov bundin í einum ov avmark- aðum øki, sleit seg harvið leysan, og menti seg kanska av somu orsøk til ein sess á hválvinum, har bara teir alra bestu satirikararnir eiga ein sess. Í Dimmalætt- ing og í nógv tey seinastu árini á baksíðuni í Sosiali- num. Í filmslistini tosa teir um sálarligu, autentisku og ta satirisku andlitsmyndina- portrettið. Dømið um fyrstu sjangruna er kykmyndin "Nixon" hjá Oliver Stone. Dømið um aðru sjangruna er fantastiska lýsingin av seinastu døgum Hitlers í filminum "Der Untergang" hjá Oliver Hirschbiegel og dømi um seinast nevndu sjangruna er "Einaræðis- harrin" hjá Charlie Chap- lin, sum hann skapti longu í 1940. Serligu eyðkennini hjá yvirnazistinum vera vaksin, bend og boygd so- leiðis, at tey smella í eyguni sum grotesk og láturlig. Eftir tað kunna øll putlast við myndina, hvør í sínum hugaheimi, í satiruni er høgt til loftið og vítt til veggja, soleingi tað er skemtiligt og persónarnir eyðmerktir. Í satirunnar karikeraða universi verður kritikkurin tongforloystur í- gjøgnum humorin, og hum- orurin víðkar mørkini fyri tí sum kann góðtakast. Óli P. er hin føroyski Charlie Chaplin. Eitt ófati- ligt yvirlit, innlit og eini skapanarevni, sum bara eru heilt fáum menniskjum be- skorin. Fleiri megna at karikera ein politikkara, men at plasera hendan inn í alla seansuna og politisku støðuna í sama viðfangi, at lýsa politisku søguna dag fyri dag í fáum strikum, og at fáa alt at ganga upp í eina hægri listarliga eind, tað av- rikið megnar bara geniið. Sjálvt um hann ongantíð var í Mentamálastýrinum í mínari tíð, á Hoyvíksvegi 72, so má í eftirsjónini á- sannast, at hann var beista- gtiga beinrakin. Hvør minnist ikki myndina, eftir at grýtulappafólkini úr Vestmanna høvdu verið á vitjan, og ráðharrin í sinnis- muni gjørdi pelastikk á eina av standlampunum, høgdi sleggjuna í ibenholt- skriv- araborðið og trúnaðar- skjølini flugu um oyrini á honum. Arvurin eftir Sign- ar skuldi knúsast fyri ævir allar. Sjálvt heimsgitni re- bellurin Ché tóktiskt skelk- aður á bróstinum, ei undir í at seigligu seminaristarnir norðan í frá fingu sær ein ordans hvøkk hendan dag- in. Tað er ongin loyna at fyrrverandi danski uttanrík- isráðharrin Per Hækkerup, sáli, er ein av mínum stóru politisku fyrimyndum. Ó- ræddur. Og hóast tað onk- untíð gekk av skriðuni við kemiini hjá honum og Krag, so man hetta vera eitt tað sterkasta toymið dansk- ur politikkur hevur átt. Klassiska samstarvið mill- um intelligenta asketin og bamsuna, sum valdi at royna seiggið í manna- kroppinum ígjøgnum kub- anskar vindlar, skotskt whiskey og drúgvar vøku- nætur. Í endurminningu- num sum Nikolaj Bøgh gav út fyri kortum, skrivar hes- in, at tað fyrsta Per spurdi embætismenninar, táið hann kom inn á stjórnar- skrivstovuna um morgnarnar var, um hann var avmyndaður í karika- turtekningunum í morgun- bløðunum. Hann var sann- førdur um, at ein politikkari sum ikki tíðum varð karik- eraður í avísunum, hevði lítið og onki uppá seg. Er hesin spádómurin eft- irfarandi, tá var tað onki løgið í at Finnbogi Ísakson, sáli, tóktist so rankur og var Óli P.-fjeppari um ein háls og at vit báðir Høgni Hoy- dal nú ganga við røttum ryggi, - sum spelknir lund- ar. Tað eru tjóðveldisfólk, ið halda, at Høgni er meg- inaversiónin hjá Óla. At hesin er ov meinsøkin, onk- ur heldur enntá, at hann er úti eftir honum politiskt. Hetta er tvætl. Havi ferðast saman við Hoydal í silvitni og í ringasta ódnarveðri á politisku barrikadunum hesi seinastu 7-8 árini. Veit onki um, at hann hevur tik- ið sær tyknið av strikunum og lýsingunum undan meistarans hond innan av Skála. Sum fremsti avís- narkomanur í landinum er hann altíð fyrstur eftir bak- síðuni á Sosialinum. Bitin, sum hann er av teknirøðini Lucky Luke, heldur hann tað tó vera løgið, at Óli hevur valt sær hin illa sinta Avarell til skabelón, táið hann teknar RUC-kapteyn- in í tjóðveldinum. At eks- tremiteturin verður alin fram í attitýduni, er væl onki løgið, hetta er oddvitin í flokkinum, sum ætlar sær at kollvelta neyðarsligu rík- isrættarligu viðurskiftini føroyingar liva undir. Tað ger ongin deyðkomin mað- ur. Javnaðarmenninir hava minst líka stórir orsøkir fyri at argast. Eidesgaard verður aloftast teknaður sum eitt politiskt, ideologiskt og visionert hým. Sum ikki ætlar sær annað enn at vera kleyvarkongur í danska støðuhylinum. Hekk klæðningsjakkin ikki fastur undir danska hválvinum, í einum akslatræði, krakeler- aði kroppurin. Hvat annað enn vónloysi skal eisini ganga út úr myndini av manninum, ið hevur sett sær fyri at spleysa teir tríggjar samgonguflokkar- nar saman í eitt søguliga paradoksalt konglomerat, bara í royndini at koma sær í søguligu annalirnar sum løgmaður Føroya frá 2004 - 2008? Havi ein mistanka um, at formurin undir mær sjálv- um í tekningunum, er hin trivaligi Baldrian í gomlu Barnabløðunum. Ið sum oftast kom sær út í okkurt óvæntað. Oftani lítið um- hugsaðar og harvið óhepnar støður. Anarkistiska bamsan, sum ongin megnar at halda í tjóðri, alra minst Høgni Hoydal. Buldribas- sin, sum valdi at tráðroyna mannakroppin og liva lívið ígjøgnum hálendskar ball- vindlar, eingilska ginnið og drúgvar vøkunætur. Óli P. er kendur víða um lond. Veit at hann verður brúktur í undirvísingartil- farinum á journalistiskum háskúlum. Onkuntíð plagdi Jan at geva mær eintøk av bókunum har tekningarnar vóru savnaðar, at lata donskum politikkarum, táið eg hóreiggjaði mær á bonaðu gólvunum á Christ- iansborg. Væl dámdi teim- um, serliga Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harra, táið eg plagdi at geva honum tekningarnar av okkum báðum í víggi og skuggaboksing um Repu- blikkina og danska Eindar- statin. Dømi um góðu eygleið- araevnini, var ta ferðina, hann hevði teknað eina av hesum mest grotesku myndunum av mær. Akaði yvir um fjørðin. Brásteðg- aði niðanvert hús hansara. Hoyrdi seinri at Susanne Barding var bebbarædd, roknaði við at hesin ørligi tjóðveldismaðurin var komin at gera enda á manni hennara. Trivaliga bamsan leyp út úr bilinum og flýggjaði Óla P. eina rækju- eskju av Grønlandsmiðju- num afturfyri tekningina, sum eg sjálvandi var serliga fegin um. Minnist, at eg var í hvítbotnaðum gummi- skóm ta ferðina, og síðani havi eg verið avmyndaður í hesum slovakiska produkti- num allar ferðirnar eg eri runnin úr fingrunum á stóra listarmanninum úr Klaks- vík. Fyri Susanne mundi hetta kennast sum eitt rætt- iligt paradoks og helst eis- ini eitt dømi um hvussu ser- ligur føroyskur politikkur er. Umframt alt sum skrivað er omanfyri, skal sigast, at tað er gott hugskot at geva tekningarnar út í bók. Skimmar tú ígjøgnum tær, fær tú eina góða mynd av politisku gongdini tað árið. Har er ongin óreinheit, bara skemt og spoyskni. Og Óli hevur eisini tey merkiligu evnini, at hann oftani sær longur inn í politisku fram- tíðina enn politikkararnir gera. Megnar betri í fáum strikum at lýsa politisku støðuna - enn onnur duga at siga hana í orðum. Kanska er hann einasti kritiski fjøl- miðlamaðurin, sum er eftir í landinum, sum megnar at fara inn undir roðið á makt- ini og gera bart. Hjartaliga tillukku við teimum sjúti góði vinur og mong góð ár afturat á baksíðuni í Sosi- alinum. Tað ganga ættarlið ímillum eitt talent við tín- um formati. Jan hevur tørv á tær, føroyingar hava brúk fyri tær og politiska maktin hevur gott av tínum hvassa líggja. Politiska støðan og søgan í sama viðfangi – Óli P – Óli P. er hin føroyski Charlie Chaplin. Eitt ófatiligt yvirlit, innlit og eini skapanarevni, sum bara eru heilt fáum menniskjum beskorin. Fleiri megna at karikera ein politikkara, men at plasera hendan inn í alla seansuna og politisku støðuna í sama viðfangi, at lýsa politisku søguna dag fyri dag í fáum strikum, og at fáa alt at ganga upp í eina hægri listarliga eind, tað avrikið megnar bara geniið, segði Tórbjørn Jacobsen m. a. í heilsan til Óla P, tá 17. bókin var framløgd í Miðlahúsinum