Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Nú eru jólini av álvara í hondum. Miðbýurin í Havn er prýddur við alskyns ljósperum, stjørnum og jólatrøum, og í onkrum horni angar tað av eplaskivum og piparnøtum. Í handilsgluggunum síggja vit jólamenn, hjørtu, jólastás o.a. - alt slíkt, ið minnir okkum á jólini. Gongugøturnar eru fullar av fólki í góðum hýri, ið ganga og spáka sær eftir Áarvegnum og keypa jólagávur, jólastás o.a. - Sosialurin er farin í býin við familjuni Danielsen og Weyhe (Halli, Anju, Mariu og Onnu Elisabeth) at rannsaka og royna nakað av tí jólastási, sum handlarnir hava at bjóða fram í løtuni. BIXIN Lív Højsted Horsdal liv@zenit.fo Fyrst fara vit niðan eftir Dr. Dalsgøtu og koma niðan til ein lítlan barnahandil, ið kallast Bixin. Kaga vit inn gjøgnum vindeygað, síggja vit, at hóast handilin ikki rúmar so nógv, er hann full- ur av hugna og spennandi pløggum. Vit verða blídliga boðin vælkomin og førd upp á loftið í handlinum. Har liggja klæði klár til 5 ára gomlu Mariu og til ta bert 6 vikur gomlu Onnu Elis- abeth, ið skulu royna ym- iskt jólastás. Bert 2 ára gamli handilin hjá Maritu Christiansen, Bixin, selur einans merkja- vørur. Eitt, ið flestu kundu- num dámar væl við handli- num, er, at ikki so nógv ein- tøk av hvørjum plaggi eru til taks. Sum oftast eru bert 1-2 eintøk av hvørjum plaggi. Og sermerkt fyri flestu vørurnar er, at góðsk- an er í hásæti, og klæðini eru dámlig. Bixin selur mest av merkinum Wheat, Rohde, Avra for Laura, Katvig og Levi’s. Handilskvinnan, Marita Christiansen, heldur, at børn oftast ynskja sær "kuul" klæðir: "Hetta kemst helst av, at tey hava hoyrt tey vaksnu ella eldri sagt júst hetta orðið um klæðini, tey ganga í. Tað sæst eisini í heilum, at klædnaverk- smiðjur framleiða somu klæði til tey smáu sum til vaksin, tí somu klædnasnið og somu merki ganga aftur hjá børnum og vaksnum... t. d. selur Levi’s ótrúliga væl, tí tey vaksnu kenna merkið aftur og eru von við at nýta klæði frá Levi’s". Maria verður latin í ein stuttan kovboyniðurdeil, stríputa blusu og sokka- buksur og einar flottar vetrarstivlar. Anna Elisa- beth verður somuleiðis klædd í stríputa blusu og sokkar. Tá ið genturnar báðar eru komnar í rætta jóla- settið, og myndamaðurin hevur tikið myndir, takka vit fyri okkum og fara víð- ari oman í býin. Kjallarin Rullandi við barnavogni fara vit oman eftir Áarveg- num. Har støkka vit inn á gólvið í handlinum, Kjall- arin, ið selur klæðir bæði til kvinnuna og mannin. Kjallarin er ein øðrvísi, spennandi og hugnaligur handil, ið selur nógvar ser- stakar merkjavørur. Handilin hevur ikki so nógv eintøk av hvørjum plaggi eins og Bixin. Aldurin, ið handilin selur til, spennir frá tannáringum og uppeftir. Kjallarin selur mest av merkjunum Rützou, Buffalo, Nørgaard og øðrum góðum merkjum. Í hesum handli skulu vit finna jólastás til Anju. Handilskvinnan, Solveig Kunoy, vísir okkum beinan- vegin væl til rættis og kemur alt fyri eitt við góð- um hugskotum um jóla- klæði til Anju. Hóast Anja bert fyri 6 vikum síðani átti Onnu Elisabeth, er hon Klæðini hjá Mariu • Blus: Katvig, 169 kr • Niðurdeilur: Levi’s, 449 kr • Sokkabuksur: Katvig, 120 kr • Stivlar: Comma, 799 kr Klæðini hjá Onnu Elisabeth • Bodystokkur: Katvig, 179 kr • Sokkar: Katvig, 49 kr Móta-jólastás