hósdagur 22. desember 2005síða 1
Tekstur á síðuni
Jólaleikur
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hetta heldur seks ára gamli
Vilhelm Clementsen, sum gongur
í skúlabólkinum í barnagarðinum
Inni á Gøtu í Hoyvík. Hann hevur
júst fyri fyrstu ferð roynt seg á
palli við sjónleiki. Saman við
øðrum børnum hevur hann verið
til gudstænastu í Vesturkirkjuni
og hann hevði tunga leiklutin
at spæla Jósef, maður Mariu,
fosturpápi Jesusar. Sjónleikurin
tey spældu hevur heitið Jesus í
Betlahem.
- Jú, tað var mega leingi og
strævið at spæla Jósef, sigur
Vilhelm og ristir sítt langa ljósa
hár. Hann er ein fittur drongur,
sum veit hvat hann vil, og hann
torir at siga sína meining, eisini
um sjónleikarlívið.
- Also, fyrst skal man bíða til
hirðarnir koma, og so skal man
bíða til vísmenninir koma og so
skal man banka upp á og sova,
sigur Vilhelm.
Og leikluturin hjá Vilhelm sum
sjónleikari hevur eisini gingið
út yvir tað hann fær í hosuni um
morgunin.
- Bara tí eg spæli Jósef, so fái
eg Guda ting í hosunu. Einglar,
hirðar og jólapynt og sovorið. Eg
fái slett ikki tað eg ynski mær,
King Kong og sovorið, sigur
Vilhelm.
Einglar flúgva í einum stiga
Katrin í Gongini Brockie er
eisini seks ára gomul, og hon
hevur roynt okkurt annað enn
fleiri av hennara javnlíkum. Hon
hevur nemmiliga verið eingil.
Ikki ein ordiligur eingil, men ein
eingil í leikinum í Vesturkirkjuni.
- Tá íð eg ikki dugi at flúgva,
so brúktu vit ein stiga, sum eg
kundi klintra upp í. Eg var ein
eingil, sum var høgt uppi, sigur
Katrin.
Seks ára gamla Anna á Steig
var eisini ein eingil, men hon var
eitt sindur ørvísi enn Katrin.
- Eg var ein eingil sum dugdi
at flúgva, meðan eg spældi. Vit
flugu. Eg kundi gott hugsað mær
at flogið ordiliga, so kundi eg
flogið undan Mariu, sigur hon.
Triði eingilin Sosialurin tosaði
við dugdi heldur ikki at flúgva
ordiligt. Hon eitur Sarita Maria
Hellisdag og er merkiligt nokk
eisini seks ár.
- Eg stóð í stiganum, sá fólkini
og bíðaði til tað var liðugt og so
sungu vit. Tað var ikki so leingi
at bíða og Jesus svav allatíðina í
vøgguni, sigur Sarita.
Mamman hjá Jesus
Maria Landbo spældi mamman
hjá Jesus og so var hon eitt
sindur forlovað uppí Jósef.
- Eg skuldi leggja meg niður og
sova og so komu Anna og Katrin
og søgdu, at eg skuldi eiga Jesus
og so var eg glað. Eg sá Jesus,
hann var ein dukka, sum var
ballaður inn í eitt teppi, sigur
Maria Landbo, sum eisini er seks
ára gomul.
Vísmaðurin
At enda hitta vit ein ordiligan
vísmann. Hann eitur Torstein
Eysturgaard og fyllir næstu
ferð heili sjey ár. Vit biðja
hann forklára okkum hvat ein
vísmaður er fyri nakað?
“Ein vísmaður?“ spyr hann
undrandi, og aftanfyri ósøgdu
orðini liggur: “Veit tú ikki tað?”
- Ein vísmaður er tann sum
peikara eftir stjørnunum. Eg
eigi ein vinmann sum eisini er
vísmaður. Hann býr onkuntíð í
Kollafirði og onkuntíð í Havn.
Tá ið eg spældi vísmaður, so
bíðaði eg eftir Jesus og tá
ið hann kom, gav eg honum
gávur. Merkiliga gávur sum eg
ikki hevði bestemma sjálvur,
hann skuldi heldur fingið eina
Playstation, sigur Torstein
Eysturgaard.
Tað er mega leingi og strævið at vera Jósef
Myndin av sjónleikarunum í barnagarðinum Inni á Gøtu eru tikin í kettlingahædd. Aftast frá vinstru: Maria Landbo, (Maria Moy) Anna á Steig, (Eingil)Sarita Maria Helludal (Eingil) og Katrin í
Gongini Brockie (Eingil). Fremst liggjandi frá vinstru: Torstein Eysturgaard (Vísmaður) og Vilhelm Clementsen. (Jósef)
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard