Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2005 Samrøða Jústinus Leivsson Eidesgaard Tað rykkir í bilinum, og mátt­ mikli TDI motorurin í mín­um gáa VW Golfi bjóðar útnyrð­ inginum av. Golfurin vinnur. Eg eri á veg norður til Vestmanna, staddur omanfyri Kulluna, omanfyri Kvívík, at gera eina samrøðu við ein heim­vendan útiseta sum saman­langt hevur búð áleið 30 ár av sínum 71 ára gamla lívi uttanfyri landoddarnar. Hvør er søgan eg farið eftir, verður hetta eitt kav niður á botn í einum stuttum tíðarskeiði, ella fara vit at hoyra brot úr eini lívssøgu. Eg veit ikki enn, samrøðan bíðar fyri framman. Eg skal hitta Petur Andreasen, sum í dag livir pensionistatilveru í heiminum hjá foreldrunum í Vestmanna, í Gerðinum. Pápin var lærari í Vestmanna og gjørdi nógv fyri sang í Skúlanum. Hann kallaðist Andreas Andreasen og er deyður, mamman er í dag á einum sambýli í Vestmanna. Eg kenni ikki mannin, okkara leiðir hava krossað nakrar ferðir í lívinum, í selskapslívinum í Havn, og so hava konan og eg búð trý og eitt hálvt ár í húsunum, sum hann bygdi á Traðarvegi í Havn í sekstiárunum, og sum Skrivstovu og Krambafelagið átti, tá ið vit leigaðu. Frá hesum húsum, sum Petur sjálvur hevði teknað visti eg, at talan var ein skapandi mann, eg var ávegis at tosa við. Eisini at talan var um ein mann við góðum handligum evnum. Snøggu og væl umhugsaðu húsini á Traðarvegi, sum eg kendi so væl, bóru boð um hetta, og tað ber also til, at eitt bygningsverk kann siga nógv um tann sum skapað hevur. Tað fekk eg prógv um løtu seinni, tá íð eg stóð í túninum hjá Peturi í Vestmanna. Hann var næstan soleiðis, sum eg hevði hugsað mær hann. Hóast hann er 71 ára gamal, so sæst aldurin ikki uttaná, hann er næstan ikki gránaður, høgur á vøkstri við ljóstbrúnum skeggi. Og uttanfyri húsini á Gerðisvegið 2, eini eldri hús, sum stóðu oman og niðan, høvdu hansara hegnigu hendur sett dám á tún og urtagarð. Kendi stílin aftur frá Traðarbrekku við eini kullu at sóla sær í og vøkrum grótarbeiði. - Mær leingist eftir Grønlandi hvønn dag, sigur Petur, tá íð vit hava sett okkum í stovuni. Botnur verður líkasum lagdur undir prátið við hesum fyrsta setninginum. Tað er uttanfyri klettarnar at meginparturin av hesi grein kemur at snúgva seg um, tó eitt fyrst eitt sindur um hvussu alt byrjaði. Eitt fjakkandi lív Petur hevur búð víða, síðan hann var borin í heim í 1934 í Skálavík. - Faktiskt, so kenni eg meg sum skálvíking, hóast eg var tíggju ára gamal,t á ið vit fluttu hagani, og eg næstan ikki havi verið har síðani, sigur Petur Andreasen. Og søga um hví Petur er skál­ víkingur er hendan. Pápi hansara var lærari í Skálavík, tá íð Petur var borin í heim. Í 1944 flyta tey úr Skálavík, og eru eitt ár á Selatrað, áðrenn tey koma til Vestmanna, har pápin kom at starvast sum lærari restina av lívinum. - Jú skálvíkingur eri eg, og skomm at siga frá, so havi bara einaferð verið aftur í heim­bygd­ ini, síðan vit fluttu. Eg kenni ikki nógv av fólkinum sum býr har í dag, men eg kenni nógvar skálvíkingar, eitt nú Sámal og Eiler Jacobsen, Rókur Dalsgarð, Tróndur Trondesen, Ejler Viderø, Tønnes Dalsgaard, Herman Petersen og Torstein Christiansen. Vit vóru bara eitt ár á Selatrað, áðrenn vit komu til Vestmanna, men tað var eitt gott ár sum sitir fast í minninum. Eg minnist, at vit leigðu frá Andrias Weihe, tað var hann sum gjørdi so stórt arbeiði fyri forn­minnasavnan í Føroyum, sigur hann. - Skálavík var einki serligt pláss fyri tey, sum ikki áttu jørð. Har var smáligt til matna. Tað er brimpláss og tað stóðst valla á seiðabergi og fyri tey sum ikki áttu ein hjall at fara í, var tað mest greytur at hella seg til. Hetta broyttist øgiliga nógv, tá ið vit komi til Vestmanna. Eitt fyrsta pápi gjørdi var at fáa sær ein bát, so fingu vit fisk og fugl og alt tað góða, sum sjógvurin gevur, sigur Petur Andreasen. - Náttúran er broytt í míni tíð í Vestmanna. Nú er fuglur at síggja á Vestmanna, sum vit ikki sóu, tá ið eg var drongur. Eitt nú liggur havhestur heilt inn móti flakavirkinum, tú sær skúgv, súlu og havgæs og nógvan ókendan smáfugl. Eisini er kópur at síggja. Orsøkin er kanska at onki verður skotið longur, sigur Petur, og hyggur út á vánna úr stovuvindeyganum. Her er frálíkt útsýni. Sum ein stórsligin málningur sært tú av Vágalandinum og heilt yvir móti Heygum úr stovuvindeyganum. Tað sleppur ikki eitt skip ósætt inn á Vestmanna, uttan tey í Gerðinum leggja merki til tað. Eldur í Tinganesi Tá ið tú er føddur í 1934, so er tú 16 ára gamal í 1950, og tá er barndómurin av, tá skal henda okkurt, og tað var júst tað sum hendi hjá hálvvaksna Peturi, sum seinastu fýra árini hevði verið vestmenningur burturav. - Eg fór til skips við “Grøn­ landsfarinum” og akkurát hesir fyrstu dagarnir av sjólívinum hava sett seg fast í minnið. Vit fóru av Sørvági suður á Drelnes á Tvøroyri eftir salti og síðan á Havnina. Tá ið vit komu á Havnina var eldur í Tinganesi. Charles Mauritzen hevði heilsølu har úti, og har var stórur eldur. Eg minnist, at vit fóru í land og fóru í Tinganes. Har fleyt við tubbaki, sigarettum og tyggigummi allastaðni, og teir sum royktu fingu nógmikið til túrin. Eg var kokkadrongur við og kokkurin var fantasturin Bella Johan í Norðdepli, eitt ediligt menniskja, sigur Petur Andreasen. Petur var ikki leingi tilskips, longu árið eftir hevur hann fingið lærupláss hjá Ludvig Haraldsen í Vestmanna sum timburlærlingur og við lærlingasáttmálanum var lívsleiðin løgd, soleiðis í høvuðsheitinum. Næstu fýra árini ganga við umvælingum í nýbyggjan í Vestmanna, og við Ein útiseti kom heim Petur Andreasen livir í dag pensionistatilveru í Vestmanna. Mynd: Jens Kr. Vang Tann 5. oktober 1975 teknaði Petur teir fremstu í Grønlandi á forsíðuni í Sermitsiak.