hósdagur 22. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
sveinabrævinum í hond kallar
sjólívið aftur.
- Í 1955 slapp eg við koltrol
aranum “Kópanesi” til Grønlands
sum fýrbøtari. Rituvíkingar
høvdu keypt trolaran, tá kall
aðist hann “Skorðaklettur,
seinni keyptu vestmenningar
hann. Tað var stríggið arbeiði
at vera fýrbøtari. Tú skuldi
lempa kol alla tíðina. Vit gingu
vakt, fýra tímar niðri í hitanum
og síðan átta tímar frí. Henry
Kristoffersen úr Vestmanna var
skipari. Vit vóru sera óhepnir
hendan túrin. Trolarin fór á
land og gjørdist vrak. Vit vóru
tó allir bjargaðir og komu í
Føroyingahavnina. Aftan á
at hava gingið nakrar dagar í
Føroyingahavnini slapp eg heim
við “Kallsevni” sum Andrias
hjá Mortani førdi, sigur Petur
Andreasen.
Á skúla saman við Óla P.
Nú nakrast við vit løtuni, har
kósin rættuliga verður sett út fyri
starvsleiðina hjá Petur Andreasen.
Heim aftur komin úr Grønlandi
fer hann niður til Danmarkar á
tekniskúla. Hann fer at ganga
á Kunsthåndværkerskolen, og
saman við honum er eisini Óli
Petersen, sum seinni gjørdist
okkara mest kendi skemtiteknari.
- Eg veit ikki rættuliga, eg
lærdi at tekna reklamur, men
troyttaðist av at tekna havra
grýnsreklamur og árið eftir fór eg
at læra til byggifrøðing.
Í 1961 var Petur liðugur sum
byggifrøðingur og fekk arbeiði
saman við Palla Gregoriussen,
arkitekti.
- Palli arbeiddi saman við eini
danskari fyritøku og hendan
hevði millum annað til arbeiðis
at gera býarplanlegging í Havn.
Fyrsta uppgávan hjá mær var
at gera eitt modell av allari
Havnini. Tá var Eysturbýurin
undir menning, har var lítið
bygt, og vit gjørdu uppskot um
hvussu hesin býarpartur skuldi
skipast. Eg veit ikki, føroysku
myndugleikarnir fylgdu ikki
rættuliga okkara uppskotum. Her
vóru privat áhugamál uppií. Vit
skutu upp at talan skuldi vera
um størri grundstykkir enn tey
eru í dag. Men tað sótu menn
við makt í býráðnum, sum áttu
traðirnar sum skuldu útstykkjast,
og teir vildu hava grundstykkini
minni, soleiðis, at teir sjálvir
fingu meira burtur úr. Tað var
eitt sindur ódámligt, sigur Petur
Andreasen.
Í 1964 stovnaði Petur saman
við Bjarna Olsen avVálinum
byggifelagið Búreising. Teir
høvdu nógv at gera fyrstu árini,
men seinastu í sekstiárunum
vóru niðurgangstíðir og teir
góvust. Tíðin var búgvin, at Petur
skuldi gera sína fyrstu stóru
útferð.
Til Grønlands
Petur pakkar sekkin og stevnir
móti Grønlandi. Árið er 1968.
Hann hevur fingið starv á eini
teknistovu hjá Tage Nielsen í
Godthaab, sum høvuðsstaður
Grønlands, Nuuk, varð kallaður
tá.
- Tíðirnar vóru heldur ikki
góðar í Grønlandi fyrst tá
eg kom yvir. Hóast eg hevði
sáttmála við teknistovuna,
gjørdist skjótt greitt, at her var
ov lítið at gera, og eg fekk starv
hjá Grønlandsministeriinum
í Nuuk. Eg gjørdist skrivari í
bygginevndini. Tá var ongin
kommunal teknisk umsiting
í Nuuk, hon kom ikki fyrr
enn seinni og tá fór eg eisini
at starvast har. Seinni í sjeyti
árunum var eitt øgiligt virksemi
í Nuuk. Tað vóru 600 danskir
handverkarar í arbeiði. Tað
var um hetta mundi, at allir
íbúðarblokkarnir vóru gjørdir,
sigur Petur.
Eitt dreymaland
fyri føroyingar
- Eg leingist eftir Grønlandi
hvønn dag. Tað er ringt at for
klára. Tað er okkurt dragandi við
hesum stórslidna landi. Tað er
okkurt dragandi við kuldanum,
við náttúruni við teim nógvu
møguleikunum. Eg haldi
Grønland er serliga gott fyri
føroyingar. Her er alt sum ein
føroyingur droymir um, tað er
bara so nógv størri og betri pláss.
Hevur tú bát, so kann tú sjálvur
halda teg við mat, tú kann gera
langar veiðuferðir, tú kann skjóta
fugl, sigur Petur Andreasen.
Tað var skjótt, at Petur fekk
sær bát saman við góða vin
manninum Torkil Sørensen
úr Havn og tá ið hann hevði
frí, so var hann á fiski ella
veiðuferð. Hann sigldi inn
í dreymalandið, kanska ein
tann mest stórslidni og vakri
bletturin í øllum heiminum, inni
í Godthaabsfjørðinum og her var
hann saman við øðrum á longum
veiðuferðum eftir reinsdjórum.
Deksbáturin, teir høvdu í felag,
føldi til av allari veiðuni, tá íð
teir komu heim aftur.
- Hetta var ein fantastisk tíð, og
eg hoyri nú, at tað eru enn fleiri
reinsdjór í dag enn tað vóru í
sjeytiárunum. Tað var stríggið
at vera á reinsdjóraveiður. Vit
gingu langt til fjals og tá vit
høvdu skotið eitt djór, so vóru
innvølirnir tiknir úr og djórið
upp á bakið. Man var eitt sindur
moyrur, tá ein kom aftur til bátin,
sigur Petur Andreasen.
Virkin í grønlendska
samfelagnum
Petur kom rættuliga skjótt upp
í grønlendska samfelagið. Hann
gjørdist beinanvegin virkin í
Føroyingarfelagnum, sum um tað
mundi hevði 50 limir.
- Tað var gott samanhald í
felagnum, og vit hittust ofta.
Onkuntíð vóru skipsmanningar
inni, tá ið samkomur vóru og
tað gjørdi tiltakið eyga hugna
ligt. Vit fingu mat heiman úr
Føroyum og barrin og tónleik
urin sjóaði fólkið saman. Tá
ið Brøðrasamkoman fekk sítt
egna hús í Nuuk bóru vit upp á
mál samstarv. Men tað bar ikki
rættuliga til, føroyingafelagið
var ein verðsligur felagsskapur,
meðan samkoman var ein anda
ligur felagsskapur. Viðurskiftini
millum felagið og samkomuna
vóru góð.
- Vit hildu til í Skótahúsinum
og einaferð um árið sendu vit
jólaheilsur heim. Hetta var ikki
nakað serliga hugnaligur dagur.
Hann var ógvuliga kensluborðin
og ongin veislurómur. Fleiri
kláraðu ikki at halda sær, men
grótu meðan tey tosaðu inn
á bandið. Tá var samskiftið
somikið til afturs komið, at tað
Petur á reinsdjóraveiðu
í Grønlandi
Her verða reinsdjórini flett umborð á deksbátinum sum Petur og aðrir áttu meðan hann var í Grønlandi.
Framhald á næstu síðu
21