hósdagur 22. desember 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 247 - 23. desember 2005
Petur var sera hugtikin av hvussu spaniólar fóru við teimum deyðu. Her er hann í einum kirkjugarði har kisturnar eru stáplaðar oman á hvørja aðra og blómur standa uttanfyri.
varð ikki vanliga ringt millum
londini. Samskiftið gekk fyri seg
í brøvum , sigur Petur Andreasen.
Blaðteknari í Godthaab
Petur er góður teknari og
okkurt hava hann og Óli P. lært
á kunsthåndverkaraskúlanum,
tí í sjeytiárunum hevur Petur
týdningamiklu uppgávuna at
gera forsíðuna á óhefta grøn
lendska vikublaðnum Sermitsiak.
Forsíðan var ein tekning av
onkrum framstandandi persóni í
samfelagnum og serliga onkrum
politiskum persóni.
- Tá eg kom til Grønlands var
ongin politikkur. Grønlendingar
vóru púra ótilvitaðir um politik,
og kendu ikki munin á høgru og
vinstru. Eg minnist, at eg plagdi
at forklára fólki, hvat munurin
var á høgru og vinstru í politikki.
So hendi tað, at grønlendingar
sum høvdu tikið sær útbúgving
í Danmark, og sum høvdu verið
politiskt virknir í lestrartíðini
,fluttu aftur til Grønlands og
politiska landslagið, sum vit
kenna tað í dag byrjaði spakuliga
at trína fram.
- Har trinu menn fram sum
Jonathan Motzfeldt, Lars Chem
nits, Moses Olsen, Lars Emil
Johansen og Otto Stenholdt
og aðrir. Hetta vóru alt menn,
sum eg lærdi at kenna, og teir
karikeraði eg á forsíðuni í
Sermitsiak. Eg helt fram við
hesum virki eina tíð, men hetta
var stríggið at finna eitt nýtt evni
til hvørja viku, og at enda gavst
eg, sigur Petur Andreasen.
Virkin í vinnulívinum
Petur var miðskeiðis í sjeyti
árunum við at byggja tann fyrsta
grønlendska rækjutrolaran. Hann
kallaðist Qaasiut. Føroyingar
høvdu tá í nøkur ár fiskað rækjur
í Grønlandi. Teir stovnaðu
eitt partafelag og fingu góða
fígging úr Erhvervsfonden í
Danmark. Eigararnir í vóru fýra
føroyingar, ein danskari og ein
grønlendingur.
- Trolarin fór til fiskiskap
í 1978 og fiskaði fyrsta árið
1000 tons. Tað varð hildið at
vera rættuliga gott tá. Prísurin á
rækjum var methøgur um hetta
mundi og manningin vann gylt.
Tann eina mánan tjenti skiparin
210.000 krónur. Fyrsti skiparin
var Jens Ingolf Poulsen úr
Skopun.
- Eg fór heim aftur tvey ár
seinni til Føroyar og seldi mín
part í felagnum.
Á egnari teknistovu
Í 1979 flytir Petur heim aftur til
Føroyar og setir á stovn egna
teknistovu.
- Eg hevði útbúgving sum
byggifrøðingur, og nú fór eg
endiliga av álvara undir tað
sum hevði mín stóra áhuga, at
gera trýdimensionell modell
av byggiætlanum, sum skuldi
fremjast í Føroyum. Ein partur
av arbeiðinum var eisini at tekna
sethús. Í áttatiárunum var nógv
at gera í Føroyum, men í 1990
kemur tann so væl kenda søgan,
at alt samfelagið steðgaði upp og
eg varð noyddur at leggja kongin.
Teknistovan lat aftur. Hetta var
ein torfør støða at vera í. Eg var
56 ára gamal og tað er ikki lætt
at fáa starv, tá ið tú er komin so
høgt upp í árini. Eg seldi húsini
í Føroyum og fór til Danmarkar
at leita mær arbeiði. Tað gekk
ikki, síðan fóru eg og konan
Hildigunn suðureftir. Vit koyrdu
gjøgnum Europa og endaðu í
Suðurspaniu. Her funnu vit eina
íbúð og settu okkum niður.
Útisetin
Næstu tíggju árini fram til ár
2000 búgva Petur og Hildigunn
í Suðurspaniu á sólstrondini
við útsýni yvir Gibraltar og
afrikanska meginlandið.
- Hvat er tað sum hevur gjørt
meg til útiseta í útvið 30 ár av
mínum lívi. Eg havi altíð verið
forvitin og kent spenning av
tí sum hevur verið uttanfyri
landoddarnar. Eg haldi tað er
sunt at ferðast og havi altíð
droymt um at síggja nakað annað.
Eg átti ein mammubeiggja,
sum búði meginpartin av ævini
í Kanada, og sum livdi eina
ævinyrtilveru. Hann hevur
verið mín fyrimynd. Hann var
timburmaður, og eg droymdi
um at sleppa at smíðja saman
við honum. Tað var faktisk
lagnan sum rak hann út í heim í
tjúgunum. Hann var júst giftur
og hevði bygt hús í Sørvági úti
á Bakka. Konan var við barn
og doyði saman við barninum
á barsilssong og so hevði hann
einki at vera heima eftir, sigur
Petur Andreasen.
Hóast lítið og einki var at
gera niðri í Spaniu, so trivust
tey væl har og Petur fann seg
sjálvan. Hann hevði keypt
barndómsheimi í Vestmanna og
hetta saman við at mamman var
vorðin gomul dró heima aftur.
Var tað ikki so, so hevði hann
kanska verið búgvandi í Spaniu.
- Útferðin til Spaniu gav okkum
ikki færri enn tíggju túrar aftur
og fram í egnum bili millum
Føroyar og Spaniu, og vit royndu
so ymiskar farleiðir sum gjørligt,
fyri at síggja so nógv av Europa
á hesum ferður. Tað var sera
áhugavert, sigur hann.
Okkara ósømiligu
kirkjugarðssiðir
Eg var hugtikin av sponsku
mentanini og hvussu tey livdu
har og serliga væl dámdi mær
hvussu tey fóru við teimum
deyðu. Føroyski hátturin at
pota deyð niður í váta, kalda
og súra mold kann tykjast
mongum vullgerur. Í Spaniu er
vanligt at gravseta tey deyðu í
gravkømurum í fleiri hæddum
og lið um lið, hetta kennist sera
hugnaligt og fjálgt, tá ið tú vitjar
tey, ið farin eru. Á hendan
hátt sparir tú pláss og tú kemur
tættari at teimum deyðu. Hetta er
ein nógv meira náttúrligur háttur.
Eg haldi at føroyingar áttu at
gjørt sum spaniólar. At brenna lík
er eisini ósømiligt. Hevði tú vilja
verið brendur? spyr Petur.
Heitur ES maður
Petur var staddur í 1Grønlandi, tá
íð Grønland fór upp í ES fyrst í
sjeytiárunum og hann var eisini
staddur har, tá ið teir meldaðu
seg úr aftur ES.
- Eg haldi tað var skeivt
av grønlendingum at melda
seg út og føroyingar skuldu
eisini verið í ES. Tað varð eitt
øgiligt virksemi í Grønlandi
so skjótt teir vóru komnir
upp í ES. Tað hevði saktans
borið til at samrátt seg til eina
brúkiliga fiskiveiðuavtalu, og
vit høvdu fingið so øgiliga
nógvar aðrar fyrimunir at verið
í ES samstarvinum. Hetta er
heilt láturligt at síggja hvussu
føroyingar á allan hugsandi
annan hátt royna at náa ES
marknaðinum við eitt nú
EFTA, í staðin fyri at melda seg
beinleiðis inn, vit hava ongar
trupulleikar at gerast eitt ES land.
- Eg var eisini staddur í Spania,
tá ið teir meldaðu seg inn í ES
og skal lova tykkum fyri, at tá
fór nakað at henda í Spaniu. Tað
var alt steðgað upp áðrenn og
spaniólar eru í dag ovurfegnir
um at vera ein partur av sam
veldinum, sigur Petur.
Uttanfyri er stormur av
útnyrðingi. Áin í Gassadali,
Gassá, sleppur ikki at renna
oman, vatnið verður fýst upp í
loft, so skjótt tað kemur oman av
hamrinum uppi yvir brøttu líðuni.
- Tá ið áin ikki sleppur oman er
nógvur vindur uppi á, ansa eftir
tær, meðan tú koyrir suður, sigur
Petur, og vit heilsa farvæl.