Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 247 - 23. desember 2005 Hvat ynskja føroyingar av nýggja árinum? Navn: Bergur Dalsgaard Aldur: 34 ár Havn Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Ikki sum eg minnist. Men um eg havi, hevur tað helst verið at komið lættari upp úr seingini um morgunin. Og um so var, havi eg ikki hildið tað. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Ja, tað ætli eg mær. Eg ætli mær at royna at fara at venja eitt vet meira fyri at vera betur fyri og at fáa betri konditión, tí tað havi eg brúk fyri. Navn: Hedvig Westerlund Aldur: 48 ár Finnlandi – búsitandi í Havn í 8 ár Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Nei, tað gjørdi eg ikki. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Eg eri langt frá komin so langt enn. Eg plagi vanliga at ynskja mær ymiskt, men sovorðin ynski seti eg mær fyri tað mesta frá degi til dags. Tey ynskini kunnu vera alt millum himmal og jørð – t.d. ynski eg mær næstan hvønn dag at fáa húsini rein, men tað verður sjálvdan gjørt. So júst hetta kundi kanska verið mítt næsta nýggjárslyfti, men, sum sagt, so seti eg mær ikki nakað serstakt ynski júst á nýggjárinum, men heldur so hvørt gjøgnum árið. Navn: Ingibjørg Reinert Aldur: 15 ár Eiði Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Nei, haldi ikki eg setti mær nakað serligt nýggjárslyfti í fjør. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Bara at klára meg væl í skúlanum. Men annars havi eg ikki nakað serstakt ynski. Navn: Bjarni Restorff Aldur: 50 ár Havn Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Eg havi ongantíð tímað at gjørt mær nakað nýggjárslyfti. Og eg havi heldur ongantíð havt tað fyri neyðini at halda nakað nýggjárslyfti. Eg tími ikki sovorðið. Navn: Christa Rasmussen Weihe Aldur: 14 ár Havn Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Nei, sovorðið tími eg ikki, tí ein heldur ikki tílíkt allíkavæl. Og eg havi heldur einki nýggjársynski fyri komandi ár. Navn: Jákup Lutzen Aldur: 17 ár Havn Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Ja, tað gjørdi eg allarhelst, men minnist bara ikki rættiliga, hvat tað var. So eg havi helst ikki hildið tað ynskið, tá eg ikki minnist tað. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Eg fari at royna at fáa aftur tað, ið liggur á láni í studentaskúlanum – heimaarbeiði o.t. soleiðis, at eg megni at fáa betri karakterir í skúlanum. Navn: Tórun Eiriksson Aldur: 39 ár Århus Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Tú, ja – tað var at lata vera við at roykja. Hevur tú hildið tað? Nei, tað riggaði tíverri ikki. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Ja, av tí at mítt seinasta nýggjárslyfti ikki riggaði, havi eg avgjørt at royna umaftur við sama ynskinum, um at lata vera við at roykja. Navn: Erik Jespersen Aldur: 23 ár Havn Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Ja, tað gjørdi eg. Eg ætlaði mær at steðga við at roykja. Hevur tú hildið tað? Nei, tað havi eg ikki. Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Nei, havi ikki fingið mær nakað nýggjárslyfti enn, men tað verður kanska sjálvan nýggjársaftan. Navn: Petur Magnus Bjarnastein Aldur: 30 ár Runavík Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Ja, tað gjørdi eg. Lyftið var ikki at koyra ov skjótt, tí tað kom eg einaferð til. Hevur tú hildið tað? Bobob... Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Eg veit ikki rættiliga, tað veit Guð. Men nei, eg havi faktisk einki enn, men eg ætli mær at fáa mær eitt – eg fari at leita eftir einum.