hósdagur 22. desember 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 247 - 23. desember 2005
Frits Johannesen
Lítið var um bóndan eftir síðstu
jólakonsert. Hann var ovurfegin
um konsertina í Njardalsvík 1.
sunnudag í advent í fjør , sum
mundi vera besta konsertin, sum
kórið hevði havt higartil, men
nalvabrokkur bóndans var ein
bági fyri hansara musikalsku
gongd í tónleikaheiminum. Hann
var rivnaður á jólakonsertini, og
nú var vorðið ringt skil í musiska
heiminum í Múlavík. Bóndin
var eitt sindur inntonktur og
hevði ampað av nalvabrokkinum
. Jenny í Miðtúni hevði ilt av
bóndanum í hansara sváru pínu
og rætti konuni og honum eina
hjálpandi hond á ymsan hátt.
Bakaði fyri tey, stoppaði onkrar
hosur og hjálpti til í fjósinum
væl stuðlað av Lítla Maxi, sum
gjørdi, sum Jenny bað hann
gera. Tey vóru sum stúkan og
rekkjuvágin.
Bóndin vitsti , sum var, at
hann mátti aftur leggja seg undir
skurð, men hann kvíddi fyri at
verða lagdur undir fulla narkosu,
sum kundi føra til, at hann misti
ljómin í rødd síni. Hetta var hent
mangan áður at góðir sang-arar,
sum vóru lagdir undir fulla
narkosu, fingu eina avskeplaða
rødd eftir slíka skurðviðgerð.
Hetta vildi hann treyðugt.
Millum jólanna fór bóndin
suður á ambulatoriið í høvuðs
staðnum at verða kannaður fyri
brokkin, sum lá í ein útsynning
frá sjálvum nalvanum. Hetta
sást tíðiliga, tá ið hann lá í
songini, sum vendi beint suður
og norð, har sum konan og
hann høvdu sovið í eini 40 ár.
Hann helt fyri so skemtiliga, tá
ið sangaravinirnir Lítli Max,
Tubbaks Per, Hindemann, Svana
Pól og Jenny í Miðtúni komu á
gátt, at hann nevndi brokkin fyri
Útsynningsbrokkin. Hann lá á
landgrunninum kring nalvan.
- Halgafaminda tínar- mumlaði
Tubbaks Per, - Jenny skuldi
gjørt eina jólakaku til komandi
jól við jólanalvabrokki bóndans
sum prýði, og so kundu vit havt
kakutombola:- Útsynningsjoko
látubrokkur á nalvalandgrunni
hjá Tórmóði bónda, skuldi
kakan itið. Hetta hevði verið
eitt listimeti!!! Øll læðu , men
bóndin mátti ansa sær og flenti
við spískum munni og helt um
sín kæra útsynningsbrokk! – Eitt
er skemt, men tað er ikki rætt at
gera grin burtur úr bóndanum.
Eitt veit eg, fáa vit ikki sett
brokkin upp á pláss, verður eing
in sangur í Múlavík komandi vár,
segði Jenny.
Bóndin hevði svára pínu, tá
ið hann kom á ambulatoriið.
Hann setti seg í bíðihølið og
hugsaði um Manskórið á Ytstu
trom og vánirnar í komandi ári
fyri hesum vala kóri. Knappliga
hoyrdi hann navn sítt nevnt.
Hann reistist úr sæti og fór
inn í rúmið, har læknin sat í
hvítum kitli og grønum buksum.
– Góðan morgun. Tú ert so hvítur
sum fannarkavi á hávetri og
grønur sum líðin á hásumri. Tað
hevði verið líkari, at bøndurnir
gingu so klæddir og ikki tit, sum
skera upp mannakroppar og
seyma upp nalvabrokkar!
Læknin, sum var sunnan av
landi skotin, læði so hjartaliga.
- Ja, lat okkum skifta um búna.
Tú fært hvíta kittilin og grønu
brøkurnar frá mær, og eg fari í
morreyða kotið hjá tær og svørtu
knæbuksurnar, so kunnu vit taka
eina mynd av okkum og leggja
hana út á alnótina...... Ja, og
nalvabrokkin við!
Læknin sat og dálaði um
bóndan, segði einki, men sat
við vatnrunnum eygnahvarmum
og hugdi út undan brúnum
við mimandi eygum og í eini
afturundirgerð av streymandi
tonkum, sum runnu saman
í einum vaðgoti, og so datt
úr honum. – Tormóður, tú ert
so heivur sum svartbakur, eg
haldi, eg leggi teg upp á borðið
og skeri teg beinanvegin -. Tað
fór sum ein eldur ígjøgnum
bóndan. Hann sá seg sjálvan
liggja í fullari narkosu á tí smæla
sjúklinga skurðbrettinum , ið var
væl minni enn eitt flettingarborð.
Ikki størri enn strúkibretti. - Her
høvdu hagaveðrarnir ikki kunnað
verið svavdir, kanska ein neisti
av einum tvílembulambi hevði
riðið svavingina av sær á hesi
skoldaðu skurðfjøl. Harra mín
Guð, sum hetta kom dátt við,
hugsaði bóndin, men kanska
var hetta tað frægasta, sum
henda kundi,. Kanska hann
slapp undan at verða lagdur
undir ta ørkymlandi narkosuna.
– Tú leggur teg upp á borðið og
loysir upp fyri nalvanum, so eg
kann koma framat, hoyrdi hann
læknan mæla. – Verði eg lagdur
undir narkosu? – Nei, eg stingi
fýra ferðir kring nalvan við eini
sproytu, og so skeri eg. Tú merkir
einki.- Lova verði Maria moy og
øll halgimenni á hesi grønu jørð,
hugsaði Tormóður.
Bóndin mannaði seg upp og
fór upp á borðið. Nalvaverkini
gingu bóndanum nær. Striltið
gekst at koma upp á hetta
læknaliga kryvjingarborð, men
væl hjálptur av sjúkrasystrini
kom hann í sínum treða upp á
flettingarborðið. Hann knepti
morreyðu troyggjuna, skjúrtuna
og stúkuna upp og buksukvarðan
niður. Nalvabindið úr Miðtúnið
kom undan. Hetta søguliga
bind. Sjúkrasysturin hjálpti
væl til at at fáa alt at rigga, so
skurðviðgerðin gjørdist so
ómakaleys, sum til bar. –
Á, Harrans malargrót, læt
í læknanum. - Hetta er jú eitt
elligamalt nalvabind. Hetta slagi
av gasi brúka vit ikki longur.
Hvaðan úr Guðs grøna garði
stavar hetta ? Bóndin harkaði
og greiddi læknanum frá Jenny
í Miðtúni, hennara umsorgan
fyri sær og sínum, manskórinum
og Christian 10. og gamla nalva
bindinum, sum faðir hennara
hevði borið, tá ið Chr. 10 sein
astu ferð var í Føroyum og ta
síðstu konsertina, manskórið
hevði havt í Njardalsvík, tá
ið brokkurin rivnaði aftur, og
lukkutíð fekk hann fyri aðrferð
nalvabindið til láns frá vinkonuni
Jenny í tí sváru støðu, sum hann
var komin í.
- Gamalt nalvabind og gamal
brokkur, sum er rivnaðaður aftur!
Tað sær út til, at tað kundi havt
verið jarðskjálvti í bóndans krovi
upp undir jól. Hevði bóndin
trinið dansin til jóla, ella tikið
jólaseyð, hevði eg skilt tað, at
tað kundi elvt til henda kjøtliga
jarðskjálvta. Fáa brokk sum
kórleiðari upp undir jól er óhoyrt.
– Ja, læknin, hetta er aðru ferð at
svá er!
Bóndin segði frá jólakonsertini
í Njardalsvík upp undir jól,
hvussu góð hon var, um Jenny,
um Lítla Max, Tubbaks Per,
Svana Pól og Hindemann, sum
hevði sungið bass í einum
manskóri í Los Angeles, sum æt
Te Deum og nú var solosangari
og 2. bassur í kórinum. Hann var
ringur at syfta!
Áðrenn bóndin visti av, hevði
knávi læknin sunnan av landi
við sínum kubbutu kjøtfingrum
rent nálina fýra ferðir í Útsynn
ingsbrokk bóndans. Alt gekk upp
á stás. Einki fall av. Bóndin lá og
greiddi frá seyði og seyðahaldi,
um sín áhuga fyri tónleiki
og kórsangi. Hann frøddist
yvir, at hann bert var doyvdur
í einum stað. – Hvussu sær
út, læknin? – Brokkurin líkist
einum spikstykki við góðum
undanskurði. - Ja, tað vildi eg
meint. Eg kundi kanska tikið
hann norður við mær og hongt
hann upp at ræsa? – Nei, ikki
mást tú tað. Skilið hevði verið
ringt, um bóndans hundur legði
eftir Útsynningsbrokkinum undir
takskegginum.Tað hevði ikki
verið niðuraftur lagt.
Tormóður bóndi kundi ikki
bara sær og flenti hjartaliga, men
mátti ansa sær, so brokurin ikki
fór í hesum skriðulopi. Honum
dámdi væl henda skurðlækna.
Hann var so samanstúvaður.
Høvur, hálsur og herðar runnu
saman í eitt, og kundi maðurin
eins væl verið bæði bóndi og
rokskipari. Hann var skemt
ingarsamur. Meðan hann fletti
nalvabrokkin, flenti hann, tosaði,
gapaði eitt sindur, hirsaði við
herðunum. Hvørt rivjabein livdi
í honum, so bringubreiður hann
var. Tormóði dámdi væl at liggja
her á hesum heimsins teprasta
flettingarborði undir knívi hjá
hesum bygdasliga læknaliga
heimsspekingi. Hetta var eitt satt
upplivilsi, og hann kendi ongan
sviða enn av skurðviðgerðini.
Tá ið eitt korter var runnið,
var skurðviðgerðin liðug. – Ja,
nú kanst tú reisa teg aftur og
sveiggja taktstokkininum. Sjúkra
systurin, sum hevði gingið lækna
num til handa, hjálpti bóndanum
av aftur borðinum. Tormóður
hugsaði, at kanska skuldi hann
liggja her eitt ella tvey døgn,
men so var ikki. – Hvat nú
læknin? Skal eg inn í aðra stovu
at liggja?- Nei, far tú norðuraftur.
Far væl við tær nakrar dagar
og bint frið, men tú mást fáa
nøkur pund av kroppinunm. Eg
eri vísur í, um tú ikki ber tað
so í bandi, fer brokkurin aftur,
tá ið tú ríður várkonsertina av
tær. Tú veitst, hvussu tað er at
seyma eina feita rullupylsu.- Á,
læknin, nevn ikki rullupylsu!
Eg havi svøltað í tveir dagar, og
rennur nú vatn úr tonnunum,
bert við orðið rullipylsa, so
hungurstungin eg eri! Kann
eg seta meg í bilin og koyra
heim sjálvur? – Ja, tað kanst
tú gera, men ger ikki ov nógv
av. Tú beit merki í, at vit tóku
nakrar digitalmyndir av brokki
bóndans, tí brokkurin var heldur
sjaldsamur á at líta – líktist eitt
sindur George Bush tí yngra
og Mao formanni. Hann hevði
hesi samankiptu eyguni., sum
báðir hesir knarkarnir hava, so
eygagóður brokkur bóndans var.
Vit brúka hetta í undirvísingini.
Myndirnar verða lagdar út á
heimasíðu okkara: www.skur.
com” www.skur.com Tú kanst
siga hetta við kórfelagar tínar,
at teir kunnu kanska síggja
alla skurðviðgerðina á hesi
heimasíðu. Vóni ikki, at bóndin
hevur nakað ímóti hesum. – Á
tegi! Er tað satt! Hann komi til
mín! Ja, tað verða ikki bara mínir
sangvinir, ið fara at líta at hesari
fletting. Kanska fer hetta so víða,
at hvør kinesari og indari fer at
skoða nalvabrokkin. -. Ja, hvør
veit? Onkur mannaátari á Papa
New Guine fer at munga, tá ið
hann sær henda leskiliga bita við
undanskurðinum, segði læknin.
Manskórið á Ytstu Trom