hósdagur 22. desember 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
36
- Flestu føroysku bólkarnir
høvdu ensk nøvn, men
tað vildu vit ikki. Og hví
ikki navnið, Kíkar.. ein
grindakíkur flýtur jú altíð
omaná, so leingi hann
er heilur. Fer hann undir,
tí tað rekur nakað hart,
kemur hann undan aftur, tá
ið rákið linkar aftur, sigur
Jóhann Danielsen, sum er
sangari í tónleikabólkinum,
Kíkar, sum fyrstu ferð hevur
verið á palli aftur eftir
meira enn 20 ár
Dansur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tónleikabólkurin, Kíkar, sum
ikki hevur verið savnaður í
meira enn 20 ár, var fyri fyrstu
ferð síðan ársskiftið 1984/1985
aftur á pallinum í Losjuni í
Gøtu seinasta leygarkvøld, tá ið
bólkurin spældi til dans.
Bólkurin var nógv frammi í
fyrru helvt av áttatiárunum, tá
ið teir spældu til dans eitt nú
í Eysturoy, Klaksvík, Havn og
Vágum.
Kíkar spældu góðan gamlan
70’ára rokk, so sum Uriah Heep,
Deep Purple, Beatles, Doctor
Hook og Santana, og nú teir
– í hvussu er fyri eina tíð - eru
”vendir” aftur, er hetta framvegis
tónleikurin teir spæla. Teir spæla
eisini eini 2-3 løg hjá Símuni úr
Konoy.
Umframt at spæla í Losjuni í
Gøtu seinasta leygarkvøld, fara
Kíkar eisini at spæla til dans
í Glyvra Bio 2. jólakvøld og
gamlaárskvøld.
Royndir í leikum
Teir, sum manna bólkin, eru
Jóhann Danielsen, Leirvík
(sang), Petur Martin Petersen,
Norðragøta (trummur), Jákup
Olsen, Runavík (bass) og Hjalti
Joensen, Toftir (guitar). Bólkurin
hevur eisini fingið aðrar royndar
tónleikarar at hjálpa sær, og hesir
eru eitt nú Finnbjørn Hansen,
Sandavágur (tangentar) og Arni
Carlsen, Toftir (tangentar).
Fleiri av hesum eru kend nøvn
innan føroyska tónleikaheimin,
men hetta er sum nevnt fyrstu
ferð, at bólkurin Kíkar er á
pallinum aftur í øll hesi mongu
ár undir gamla navninum.
Ein av upprunaligu tónleik
arunum í bólkinum, Jóhann
Danielsen, hevur seinastu 15
árini búð í Danmark, men hann
er nú komin heim at venja til
dansitiltøkini – tiltakið í Losjuni
í Gøtu og tey bæði, sum liggja
fyri framman í Glyvra Bio,
núverandi Støkk-høllini.
Síðan Jóhann kom heim,
hevur dúgliga verið vant í gamla
handlinum hjá P.W. í Søldarfirði,
har ketlavirkið, Hógv, nú hevur
sítt virksemi.
Sosialurin var fram við eitt
kvøldið, teir vandu.
Løgdu botnin
- Vit vandu onkra løtu í summar,
men hetta var bara til stuttleikar.
Tá vit umsíðir vóru savnaðir
aftur, fingu vit faktisk hugskotið
at royna okkum aftur á palli.
So, vit kunnu siga, at tað var í
summar, at vit løgdu botnin til
hetta, sum nú gjørdist veruleiki.
Í bólkinum siga teir, at tá ið
gamlaárskvøldið í Glyvra Bio
er av, er ikki meira á skránni hjá
Kíkum fyribils, men tað hongur
í luftini, at tað ikki er óhugsandi,
at menninir fara at finna saman
aftur til okkurt høvið, sum liggur
fyri framman.
- Eg eri einar 3-4 mánaðir um
árið heima í Føroyum, og tá
hava vit høvi at venja, um hugur
framvegis verður til tess. So,
hvør veit; kanska verða vit við í
onkrum ítróttartiltaki komandi
summar – ella kanska á G, sigur
sangarin, Jóhann Danielsen.
Hann heldur, at tað virkar
øðrvísi at spæla í dag, nú hetta
bara er til stuttleikar.
- Ja, eg vil siga, at nú hetta
ikki er forpliktandi meira, virkar
tað meira sum nostalgi at spæla
undir navninum, Kíkar, aftur,
sigur Jóhann.
Grindakíkur
Vit spurdu eisini, um navnið
Kíkar kanska meiri í dag enn
áður hóskar til bólkin, nú teir
allir eru vorðnir góð 20 ár eldri
– og onkur helst er vorðin nøkur
kilo tyngri!
- Ja, tað kann man gott siga,
heldur sangarin fyri og flennur.
Hann vísir á, at teir fingu sær
navnið Kíkar, tí teir vildu, at
bólkurin skuldi hava eitt føroyskt
navn.
- Flestu føroysku bólkarnir tá
høvdu ensk nøvn, men tað vildu
vit ikki. Og hví ikki Kíkar.. ein
grindakíkur flýtur jú altíð omaná,
so leingi hann er heilur. Fer hann
undir, tí tað rekur nakað hart,
kemur hann undan aftur, tá ið
rákið linkar aftur, sigur Jóhann
Danielsen.
Høvið verður sum nevnt
aftur at hoyra Kíkar spæla
góðan gamlan rokk í Glyvra
Bio 2. jólakvøld – og
somuleiðis í Glyvra Bio
gamlaárskvøld, sum er
nýggjársaftan.
Kíkar leggja
til brots aftur
2. jólakvøld og gamlaárs
kvøld fara teir aftur á pallin.
Teir hava vant í gamla P.W.
handlinum í Søldarfirði, har
ketlavirkið, Hógv, nú húsast
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Glaður, gávumildur og ivaleyst
eitt sindur átufrekur
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Tað man vera ”Hvat ynskir tú
tær til jóla?”
Hvørjum hyggur tú at hjá
Jólakonum?
Fyrst og fremst skal hon vera
fitt, men hon skal eisini duga at
gera góðan greyt
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran um
morgunin?
Eg skal í klæðini og stivlarnar,
tað tekur ikki langa tíð nakrar
minuttir, men um eg eisini skal
súpa greytin, kann tað taka
einar 20 minuttir afturat, tí mær
dámar sera væl greyt.
Hvat ger teg keddan?
Jólamenn eru so vælsignaðir,
at vit gerast ikki ofta keddir,
men onkuntíð tá fólk ikki skikka
sær pent, tá gerist eg eitt
sindur harmur.
Hvat gleðir teg?
Tað gleðir meg, tá fólk skikka
sær væl og eru góð. Mær
dámar eisini væl at fáa ein
borðisk við greyti, eitt sindur
av tvøsti og sjálvandi eisini
spik.
Nær feldi tú seinast eitt
tár?
Jólamenn gráta ikki, vit duga
slettis ikki at gráta, heldur ikki
tá vit ganga í hvøssum vindi.
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Eg drekki altíð jólaøl aftur við
greytinum
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
Tað var, tá konan bant mær
nýggjar vøttir.
Hvørji ráð hevur tú til fólk,
sum ætla sær at gerast
jólamenn?
Jólamaður verður tú ikki, tú
ert antin føddur jólamaður ella
verður tú ongantíð jólamaður
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Tað er skorsteinssóparin, tí
uttan hann hevði eg havt
eitt sera skitið arbeiði. Men
gávumaskinan hjá mær er
heldur ikki at forkasta, tað
plagdi at vera øgiliga strævið
at gera og pakka gávur til øll
børnini.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Eina turra lykkja av tvøsti, eitt
petti av sperli og 18 karamellur
Hvat er títt besta heimaráð?
Tað er at koyra eitt sindur av
smøri á greytin, tað smakkar
óført
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Nei, nei, nú fjasar tú, vit
jólamenn eru ongantíð hjá
hárskera
Hvør er tín stuttligasta
uppliving sum jólamaður?
Tað er altíð stuttligt at geva
børnum gávur, tey gerast altíð
so glað. Serliga stuttligt var tí
einu ferðina fyri eini 60 árum
síðan, eg gav einum lítlum
dreingi í Klaksvík ein blokk og
blýant. Hann æt Óli og gjørdist
so øgiliga glaður. Í ár hevur
hann verið so óførur at teknað
jólamenn í Sosialinum.
Svávulpinnur • Jólamaður • 775 ár