hósdagur 29. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
[ Mars ]
Besta skerpi
kjøtið funnið
480 gestir á Hotel För
oyum vóru dómarar í
fyrstu kappingini nakr
antíð um, hvat er besta
skerpikjøt í Føroyum
- fyri ikki at siga allari
verðini. Tá fólkið hevði
sagt sítt, stóð Páll Dals
garð úr
Skálavík sum vinnari
við undirtøku frá fjórðu
hvørjari atkvøðu.
- Hetta hevði eg slett
ikki væntað og hetta er
ein stórur heiður. Ikki
er sørt, at tað eisini
forpliktar, segði Skála
víksbóndin.
SISU flytir til
Klaksvíkar
Eitt av fremstu vøru
merkjunum hjá Rest
orff’s Bryggjarí flytir til
Klaksvíkar, har Føroya
Bjór framyvir skal fram
leiða og selja tað.
Talan er um sodavatnið
SISU, sum Restorff’s
hevur sloppið sær av
við saman við øðrum
sodavatnsmerkjum. Res
torff’s heldur ikki, at tað
loysir seg at framleiða
sodavatn í Føroyum.
- Vit halda avgjørt, at
hetta er ein framleiðsla
sum loysir seg, sigur Ein
ar Waag, stjóri á Føroya
Bjór.
Skaðfróir
føroyingar
Fíggjarligt svik hevur
við sær, at íløgubankin
Phoenix má lata aftur.
Nógvir føroyskir íleggjar
ar missa pening í krakki
num, og metingar vilja
verða við, at talan er um
einar 100 milliónir, sum
føroyingar missa.
– Eg má bara siga, at
tað er ótrúligt, hvussu
skaðafró fólk kunnu
vera, tá tað gongst øðrum
illa, sigur ónevndur
vinnulívsmaður, sum
sigur seg hava mist
munandi upphæddir í
Phoenix-krakkinum.
Stjórin takkar
fyri seg
Óli Hammer leggur
frá sær sum stjóri fyri
Smyril Line. Hann hev
ur í 22 ár verið stjóri,
og hann var eisini ein
av stovnarunum av
felagnum. Nú Smyril
Line verður endurreist
fíggjarliga, hevur Óli
Hammer valt at takka
fyri seg.
– Stundin er komin at
lata yngri kreftir sleppa
framat. Eg havi verið
stjóri í Smyril Line í
meira enn 22 spennandi
ár, og nú er tíð at fara,
sigur Óli Hammer.
Menninir hjá VÍF vinna føroyameistaraheitið í hondbólti.
SÍ vinnur meistaradeildina hjá monnum í flogbólti, og hjá kvinnum vinnur Mjølnir.
Um vit Føroyum ikki megna at orða nakrar visónir og strategiir
og føra tær út verki, so fer tann dugnaligi føroyingurin
aðrastaðni. Vit missa teir góðu heilarnar, tí
hesir kunnu uttan trupulleikar fara aðrastaðni at arbeiða,
har umstøðurnar eru betri.
– Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla«
»
Tað eru kanska tey, ið undra seg yvir at nakar skal kunna
búgva her í Nesvík. Men her er fínt at búgva, skal eg siga
tær. Onkutíð er tað gott nokk eitt sindur einsligt, men ikki
einsligari enn hjá so nógvum øðrum fólkum.
– Árni Davidsen, einasti íbúgvin í Nesvík«
»
Eitt amerikanskt
privatflogfar, sum
var á veg úr Bergen
til Reykajvíkar,
lendi skírisdag á
Sørvágsvatni, tí
brek var við lending
arhjólunum, so flog
farið ikki fekk sett
seg á flogvøllinum í
Vágum
Stutt eftir middag skírisdag
fekk bjargingarliðið á flog
vøllinum boð um, at eitt
flogfar hevði trupulleikar
við
lendingarhjólunum
og fór at seta seg á Vatni
num.
Bjargingarliðið
sleipaði
flogfarið
á
flúgvarabedingina,
har
mekanikarar hjá Atlantsflog
umvældu brekið, og flogfarið
helt fram til Íslands dagin
eftir.
Flogskiparin, Alex Haynes
úr Seattle í USA, ið var einsa
mallur við flogfarinum,
segði, tá Sosialurin hitti hann
seinnapartin skírisdag, at
hann var á veg úr Finnlandi
til USA við flogfarinum. Á
vegnum hevði hann verið í
Bergen og skuldi úr Vágum
til Reykjavíkar.
Tá hann skuldi lenda í Vág
um, varnaðist hann, at hann
ikki fekk hjólini niður. Men
av tí, at talan er um flogfar,
sum bæði kann lenda á
vatni og á landi, var eingin
vandi á ferð yvirhøvur, og
hann gjørdi av at seta seg á
Vatninum.
Áður verið í Føroyum
Lotið gjørdi tó, at hann
ikki metti, at hann fekk
vent flogfarinum, og tí
var skilabest at sleipa tað
at landi, greiddi hann frá.
Tað gjørdi bjargingarliðið
á flogvøllinum so, og
flogfarið varð tikið upp
á flúgvarabedingina, har
mekanikarar hjá Atlantsflog
umvældu brekið.
Alex Haynes greiddi frá,
At hann fyrr hevur verið í
Føroyum. Tað mundi vera
einaferð í áttatiárunum, helt
hann seg minnast. Tá ætlaðu
føroyingar at fara undir
flúgving millum Tórshavn
og Suðuroy, segði hann. Men
tað gjørdist ikki til nakað,
so hansara »karriera « sum
innanlands flogskipari í
Føroyum mundi fara at
avmarka seg til at flúgva
hetta flogfarið av Vatninum
niðan á flogvøllin at bunkra,
tá brekið við hjólunum var
umvælt, væntaði hann.
Tá flogfarið var komið upp
á turt, vórðu hjólini vundin
niður við handamegi, og
mekanikarar hjá Atlantsflogi
umvældu brekið.
Amerikanskt flogfar lendi á vatninum
Flogskiparin segði, at eingin vandi var á ferð, hóast hann ikki fekk lent á flogvøllinum í Vágum sum ætlað.
Mynd: Edvard Joensen