hósdagur 29. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
16
Nr. 251 - 30. desember 2005
Europe
Vit høvdu tað ótrúliga gott tá ið vit vitjaðu tykkara oyggjar. Konsertin við sjóvarmálan var
ein av teimum løtunum, ið vit ongantíð fara at gloyma. Bólkurin Europe ynskir tykkum
øllum eitt gott nýggjár.
Gott nýggjár ynskja vit tykkum øllum
Joey, John, John, Mic og Ian
Nephew
Heitir jóla-tankar frá Nephew til allar føroyingar. We will, We will rock you – og tað gjørdu
vit eisini. Men tit rokkaðu eisini við okkum. Tann hvassa nátúran, tað totalt óendaliga
gestablíðni, og tann róligi og fantastiski hugburðurin hjá tí føroyska fólkinum, situr enn
djúpt í búkinum hjá okkum - saman við tí hálva turra fiskinum, og tí hálva litrinum av
Jægermeister, sum vit fingu bjóða á sandinum í Gøtu. Føroyar sita so nógv í okkum, at
vit júst hava spælt eina heila konsertferð í Týsklandið í okkara G-troyggjum. Vit síggjast
heilt sikkurt aftur einaferð í framtíðini.
Vinarliga Nephew v/Simon Kvamm
P.S. Abbi mín var Gøtumaður!!!!!
Heilsa øllum í míni familju
[ Nýggjársheilsanir frá teimum kendu ]
Nakrir av bólkunum, ið hava vitjað í Føroyum
í 2005, hava sent føroyingum eina nýggjársheilsu
Anne
Linnet
Føroyar vóru eitt fantastiskt uppliv
ilsi í summar. Náttúran er ótrúliga
vøkur, og fólk eru so blíð og fyrikom
andi allastaðni. Tað vóru nøkur fitt
og hjálpsom fólk, sum tóku sær av
okkum í Føroyum. Tað var ein sonn
fragd at spæla í Klaksvík og í Havn,
og eg vil gjarna senda eina heilsan
til øll tey mongu fólkini, sum vóru
og lurtaðu eftir okkum.
Tað vóru gingin alt ov nógv ár, síð
ani eg vitjaði í Føroyum seinast, og
eg vil gjarna koma aftur til Føroya at
spæla næsta ár. Eg havi spælt nógvar
kirkjukonsertir í Danmark, og tað
kundi eg eisini hugsa mær at gjørt
í Føroyum.
Eg vil ynskja øllum føroyingum
eitt gott og eydnuríkt nýggjár. Vit
síggjast.
Vinarliga
Anne Linnet
Sosialurin ynskir
øllum eitt gott
og eydnuberandi
nýggjár, og takk
fyri tað brátt farna