hósdagur 29. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
13
[ November ]
Vánligasti
bilførarin
Elin Christensen av
Skála hevur ivaleyst
Danmarksmet í dump
ing í teoriroynd. Elin
Christensen var við í
finaluni í sjónvarps
sendingini “Danmarks
Værste
Bilist”
og
gjørdist stóri taparin
– ella vinnarin. Hon
varð sostatt útrópt til
vánaligasta bilførara
í Danmark. Elin fekk
koyrikort í Føroyum
fyri 31 árum síðan, og
tað kundi tykst sum um,
hetta var eitt mistak. Í
sendingini var hon uppi í
teori. Hon hevði 22 felir
av 25 møguligum.
– Hetta hevur verið
ordiliga stuttligt og ikki
minst, eri eg ivaleyst
tann, sum hevur fingið
mest burtur úr við at
gerast betri bilførari. Eg
hevði uttan at blunkað
valt at luttikið aftur, sig
ur Elin.
100.000 í
eina nátt
Tað var vorðið sum
fongur, ið Páll Højgaard
og Janus Fossdalsá
fingu á línuni ein miku
dag tíðliga í november
mánaði. So nógv rúgv
aði fiskurin upp í
glastrevjabátinum, at
teir vóru noyddir at biðja
ein annan bát læna sær
kør.Men hetta var held
ur ikki nóg mikið til at
rúma øllum fiskinum.
Lastin var á tremur,
fýra kør stóðu full á
dekkinum, og haraftrat
høvdu teir leysan fisk
í bátinum. Á 35 línum
høvdu teir fiskað millum
11.000 og 12.000 pund,
og tað kundi seljast
fyri millum 80.000 og
100.000 krónur.
Bersøgin
rithøvundur
Nýggja skaldsøgan hjá
Jóanes Nielsen, Glansbíl
ætasamlararnir, er uttan
samanbering tann mest
bersøgna, sum yvirhøvur
er skrivað á føroyskum.
Fyri høvundan er hon
ein endurspegling av
lívinum, tá tú velur at
siga onkrar av sannleik
unum.
– Tað tykist sum, at
tá tú koyrir gardinurnar
frá í lívinum, líka mikið
hjá hvørjum, so finnur
tú oftast okkurt maðka
reiður. Tá man skrivar
eina bók sum hesa og
rópar seg hartil ein
realistiskan høvund, so
má man taka alt tað við,
sum hoyrir tí veruliga
heiminum til. Eg kann
ikki loyva mærat sita og
redigera, so at eitt glans
bílæt kemur fram, sigur
Jóanes Nielsen.
Sólja í Ólavsstovu verður vald til nýggjan umboðsmann hjá løgtinginum. Hon loysir Joen H. Andreassen av í starvinum.
Sært tú, tað er nakað serstakt við Sumbiarhjartanum. Tað er,
sum um eg ongatíð havi merkt, at eg havi nakað hjartað. Eitt
slíkt hjarta úr Sumba, tað er har bara. Tað er øgiliga sterkt,
slær tá tað skal og er eisini sera áhaldið og treyst, skal eg
siga tær. Soleiðis er tað bara!
– Emil Juul Thomsen, bókaútgevari«
»
Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri menningina av
fótbóltinum, at stórar tjóðir vitja smærri tjóðir. Tá ið til
dømis franska landsliðið kemur her til Føroya at spæla, er
tað jú ein stórhending, ið ger so ómetaliga nógv gott fyri
áhugan fyri fótbólti her á landi.
- Michel Platini, fronsk fótbóltshetja vitjar í Føroyum«
»
Tað var tann stóri
dreymurin, sum
gjørdist veruleiki,
tá ið ungi føroyski
fótbóltsspælarin
Ingi Højsted skrivaði
undir sáttmála við
enska felagið Birming
ham City. Nýggir lið
felagir hjá Inga eru nú
Emile Heskey, Nicky
Butt og Mikael Forsell
So er stóri dreymurin veru
leiki. Ingi Højsted hevur
skrivað undir sáttmála við
enska Premier League-fel
agið Birmingham City.
Sjálvur var Ingi Højsted
fyrsti føroyingurin, sum
fekk snoddað til enska fót
bólt, tá hann í 2001 gjørdi
lærlingasáttmála við Arsenal.
Ein slóð, sum Johan Troest
Davidsen og Christian
Restorff Mouritsen síðani
hava fylgt í ávíkavist Ever
ton og Manchester City.
Men hesa ferð er talan ikki
um lærlingasáttmála. Ingi
Højsted hevur nevnliga gjørt
fulltíðar yrkissáttmála við
Birmingham í ensku Premier
League, og soleiðis skal
hann á jøvnum føti við allar
aðrar spælarar í felagnum
dystast um eitt pláss millum
teir fyrstu ellivu. Lønina vil
hann ikki tosa um, men sam
bært umboðsmanni hansara,
so man hon ikki vera heilt
av leið.
– Vit fara sjálvandi ikki at
siga nøkur tøl. Men gongur
tað væl hjá Inga á vøllinum,
so kemur hetta øllum pørtum
til góðar, ljóðar staðfestingin
frá Jákupi í Stórustovu.
Bíðitíðin kann
vera frustrerandi
Tað hevur frá nógvum síð
um verið roknað sum giv
ið, at tíðin hjá Inga í før
oyskum fótbólti mest sum
var upp á lænta tíð. Hetta var
eisini nakað, sum Kristjan
á Neystabø, stjóri í FC
Tórshavn, sum rekur besta
B36-liðið, ásannaði á tíð
indafundinum.
– Soleiðis sum Ingi hevur
spælt í ár, so var tað nokk
bara ein spurningur um tíð.
Ikki minst eftir útidystin móti
FC Midtjylland, tá flestu
miðlarnir skýrdu hann at
vera besta mann á vøllinum.
Tað haldi eg eisini staðfesti,
hvussu stórar kvalitetir Ingi
hevur sum spælari, og tí vistu
vit av, at hann mest sannlíkt
fór uttanlands aftur.
Og sjálvur tykist Ingi eis
ini vera fegin um hetta árið,
sum hann nú aftur hevur
havt í B36.
– Tá eg kom aftur, so vildi
eg fyrst og fremst sleppa at
spæla dystir aftur. Eg hevði
verið nógv skaddur, og tí
ráddi fyrst og fremst um
at koma ígongd. Og at tað
hevur gingið somikið væl,
kann eg bara fegnast um. Eg
havi eisini bitið meg fastan
á landsliðnum, og havi at
kalla einki sum helst merkt
til skaðan, sum áhaldandi
plágaði meg í Arsenal.
– Hinvegin hevur málið
alla tíðina verið, at eg skuldi
sleppa uttanlands aftur.
Málið er
Premier League
Serliga síðani summarsteðgin
hava gitingarnar um tína
framtíð verið nógvar. Hevur
tað ikki verið frustrerandi til
tíðir?
– Tað er jú altíð soleiðis,
at tað tekur tíð, tá slík mál
skulu avgreiðast. Men talan
hevur verið um hampuliga
nógvar fyrispurningar, og tí
hevur tað í løtum verið held
ur frustrerandi. Hinvegin
havi eg sjálvur bara roynt at
verið tolin og arbeitt hart,
staðfestir hann.
Í fyrstu atløgu er talan
um sáttmála fram til 30.
juni 2006, og innan hesa tíð
skal Ingi so sannføra um,
at hann er ein maður, sum
Birmingham kann fáa gagn
av í framtíðini.
Hetta kann kanska leggja
eitt trýst á spælaran, men
sjálvur tykist Ingi vera
fullgreiðir um, hvørji mál
hann ætlar sær at røkka
komandi sjey mánaðirnar.
– Eg ætli mær at vinna
pláss á Premier League lið
num. Sjálvandi verður tað
ikki lætt, tí har eru jú nógvir
um boðið. Men tað er jú
tað, sum er endamálið við
hesum. Og í øllum førum
skulu teir so síggja, at eg
kann styrkja um hópin, sigur
Ingi Højsted.
Føroyskt stál í Premier League
– Eg ætli mær at vinna pláss á Premier League liðnum. Sjálvandi verður tað ikki lætt, tí har eru jú nógvir um boðið. Men tað er jú
tað, sum er endamálið við hesum. Og í øllum førum skulu teir so síggja, at eg kann styrkja um hópin, sigur Ingi Højsted, sum nú
spælir við Birmingham City