Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2005 14 Nr. 251 - 30. desember 2005 [ Desember ] Hans Marius Ziska var á odda fyri bólkin Marius, sum varð við í stóru aljtóða tón­leikakappingini The Global Battle Of The Bands. Før­ oyski bólkurin end­ aði sum nummar 6 av 24 bólkum, og Føroyar stóðu seg best av øllum norð­ urlondunum í kapp­ ing­ini Fyri fyrstu ferð var ein før­ oyskur tónleika bólkur við í finaluni í altjóða tón­leika­ kapp­ingini The Global Battle Of The Bands. Hesaferð varð finalan hildin í Astoria í London, og bólkar úr 24 lond­um vóru við. Úr Føroyum var tað bólk­ ur­in Marius við sangaranum Hans Marius Ziska á odda. Bólk­urin vann føroysku kapp­ingina, og í London stóðu teir seg eisini væl. Marius deildi sætta plássið í finaluni í The Global Battle Of The Bands við am­erikansku favorittarnar Buld­ing A Better Spaceship, og hetta má metast, sum eitt sera heiðurligt úrslit. Mar­ius gjørdist sostatt besti norðurlendski bólkur framm­ an fyri Noreg, Svøríki, Dan­ mark, Finnland og Ísland. Oddamaðurin, gitt­ar­leik­ arin, sangskrivarin og sang­ ar­in í Marius, Hans Marius Ziska viðgekk beint aftan á at raðfylgjan varð kunngjørd, at hann hevði blandaðar kensl­ur um sætta plássið. – Sjálvandi er tað ong­an­ tíð stuttligt ikki at vinna. Men eg eri glaður fyri at hava givið Føroyum ein plas­ sering. Hetta er jú fyrstu ferð vit luttaka. Tað hevði ver­ið keðiligt ikki at verðið nevnd­ ur, so á tann hátt er tað gott, segði Hans Marius. Heiðurligt tap Hans Marius leggur dent á, at hann, sum allir aðrir før­oyingar, er troyttur av at hoyra um heiðurlig tap, hvørja ferð landsliðið í fót­ bólti til dømis. tapur 7-1. Men tá tað er sagt, so heldur hann, at hetta er eitt úrslit, teir kunnu vera ernir av. Limirnir í Marius hava eisini alla orsøk til at vera ernir. Millum før­oysku áskoðararnar var spenn­ ingurin stórur móti enda­ num. Tí tað var greitt, at hetta kundi gerast ein sigur. Eing­in greiður vinnari var, og fólk høvdu nógv ymisk boð – millum annað Marius. – Framførslan hjá Marius var ordi­liga góð, og bólkurin var fyri meg persónliga eitt gott boð uppá ein vinnara, tó í tætt­ari kapping við Mexico, Holl­and og Skotland. Løg­ ini vóru popputtur rokkur sung­in og spæld væl. Mari­ us hevur ment seg nógv hetta seinasta hálva árið, og hevði eitt øgiliga heiltstoypt kon­sept, har var útstráling, løg, tekstir og spæl sum hekk væl saman. Bólkurin um­boðaði Føroyar væl, skriv­ar ummælarin hjá Sosi­ ali­num. – Eins og allir hinir bólk­ ar­nir spældi Marius tvey løg, og vísti her fjøllbroytni í bólkinum. Fyrra lagið hevði meira dýpd, meðan tað seinna við niðurlagnum, sum koyrir umaftur og um­aftur, lætt kundi gjørst ein landaplága.  Tá avtornaði, var tað tann rái eitt sindur punkkendi rokk­bólkurin Kopek úr Ír­landi, ið fór við sigrinum. Ov harður rokkur Finalan í Global Battle Of The Bands gjørdist sum heild ein áhugaverd og stutt­ ligt tónleikauppliving, har nakrir bólkar veruliga skar­ aðu framúr. Sum fráleið gjørd­ist konsertin næstan ikki til at halda út, at hoyra 24 bólkar spæla í samfullar 5 tímar, setir stór krøv til oyr­ini á áhoyrarunum, og ikki minst hjá dómarunum. Tann harði rokkurin var væl um­boðaður, og tá íslendsku Fanngean komu á pallin sum bólkur nummar 23 og spældu enn eina harða tung­ málmskonsert, hevði bólk­ urin ikki ein livandi tjans fyri at gera seg galdandi. Oyr­ini vóru mett, og tað gjørd­ist bara larmur. Eisini Hans Marius sang­ ari í Marius, helt tann harða rokk­in vera eit sindur ov nógv av tí góða. Hann segði, at kappingin sum heild var merkt av ov nógvum NU- Metal bólkum, og var satt at siga eitt sindur skuffaður av tí mangl­andi fjøllbroytninum. Tveir burtur hvørjaferð Hvørja ferð tað er løgtingsfundur, eru í miðal tvey av um­boðunum, sum fólk hava valt at umboða seg, ikki á fundi. Tað vísir ein uppgerð, sum Sosi­ alurin hevur gjørt við støði í gerðabókini hjá løgtinginum. Tveir ting­ menn hava frá ólavsøku til jólar verið burtur frá 10 ferðir ella meira, með­ an átta tingmenn ong­ an­tíð hava forsømt ein fund. Sverre Midjord hevur verið burtur oft­ ast – 14 ferðir – og Vil­helm Johannesen næst­oftast – 10 ferðir. Tey átta, sum hava møtt hvørja­ferð, eru: John Jo­hannesen, Gerhard Logn­berg, Edmund Joen­sen, Henrik Old, Al­fred Olsen, Torbjørn Jac­obsen, Anita á Fríð­ riksmørk og Bill Just­ inus­sen. Lands­stýris­ maður reyk Jógvan við Keldu verður sagd­ur úr starvinum sum landsstýrismaður við innlendismálum. - Talan er um eina heild­armeting av støð­ uni. Vit hava yvir eina tíð mett um støðuna í hes­um málinum. Og nið­urstøðan er, at har hev­ur verið ov nógvur ófrið­ur um fleiri mál, og í longdini kann hetta ganga út yvir virkisførið hjá landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard, løg­ mað­ur. Tað verður róð fram und­ir, at Fólkaflokkurin hev­ur mist álitið á Jógv­ ani við Keldu sum lands­ stýr­ismaður. – Hevur flokkurin ikki álit mær, so havi eg í øllum førum álit á mær sjálvum. Hinvegin so undrar tað meg, at flokk­urin ikki hevur álit á einum manni, sum hev­ur tænt flokkinum í meiri enn 35 ár, sigur Jógv­an við Keldu. Heiðraðir fyri bjarging Kollfirðingarnir Christ­ ian Christiansen og Jens Joensen verða heiðr­aðir av Carnegie B e­ l ø n n i n g s f o n d fyri at hava bjargað Hans Magnus Han­ sen úr havsneyð á Norðhavinum. Hans Magnus stóð hjálp­ar­ sleysur uppi á stýr­hús­ rúti­num á sokna báti sín­um, tá ið hann varð bjarg­aður. Umframt diplom var virðislønin 10.000 krónur í part. Fótbóltsspælarin Jón Rói Jacobsen ger ein trý ára yrkissáttmála við superligaliðið AaB í Aalborg. Har verður hann liðfelagið hjá Súna Olsen. Í Føroyum gera vit ikki mun á fólki, og vit happa ongan. Tað hava vit bundið okkum til við lóg, og tann lógin umfatar eisini tey samkyndu. Tað fer at gera viðurskiftini óneyðuga fløkt attaka ein bólk burtur úr og gera serlógir fyri tann bólkin. - Edmund Joensen, løgtingsformaður« » Eg havi ongantíð trúð uppá hesar annars seiglívaðu myturnar um kúgaða offrið, sum okkurt slag av heilagari hetju. Eg trúgvi heldur, tað er øvut, at jú meir tú traðkar á menniskju, jú størri er møguleikin fyri, at tú bara traðkar djevulin í teimum fram. - Carl Johan Jensen, rithøvundur » Marius var errin – men skuffaður Føroyski bólkurin Marius stóð seg væl í stórari tónleikakapping í London. Føroyar vóru fremsta norðurlandi í kappingini, og tað var nakað at fegnast um «