hósdagur 29. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2005
Nr. 251 - 30. desember 2005
15
[ Nýggjársheilsanir frá teimum kendu ]
Nakrir av bólkunum, ið hava vitjað í Føroyum
í 2005, hava sent føroyingum eina nýggjársheilsu
The Royal Highness:
Tá ið vit í The Royal Higness hugsa aftur á okkara fyrsta ár, eru tað nøkur minnir, ið vit fyrst
hugsa um. M.a. okkara fyrsta konsertferð í USA, okkara konsert á SPOT festivalinum, at
sita saman við Alain Johannes og Natashu Shneider úr bólkinum Queens of the Stone Age
og skriva tónleik, og sjálvsagt øll tey glaðu andlitini, ið ein sær tá ið ein spælir konsertir.
Eitt av teimum minnunum, ið vit heilt vist altíð fara at minnast úr 2005, eru tær tríggjar
konsertirnar, vit spældu í Føroyum, tí eg haldi, at ein skal leita leingi eftir meiri tilvitaðum
áhoyrarum. Gestablíðni var eisini ótrúligt. 1000 takk fyri at tit gjørdist ein partur av okkara
2005, og eitt ordiliga gott nýggjár ynskja vit tykkum.
Vinarliga
The Royal Highness
Ana Johnson:
Eg vil ynskja tí føroyska fólkinum eitt gott nýggjár. Vónandi verður 2006 eitt
eydnuríkt ár fyri tykkum øll. Eg vil eisini nýta hendan møguleikan at takka tykkum
fyri tí heitu móttøku, sum eg og mín bólkur fingu, tá ið vit vitjaðu Summarfestivalin
í Klaksvík í Summar. Vit vóru øll ovfarin av tí ótrúligu náttúruni og av øllum teimum
fittu fólkunum, ið vit møttu. Vit vilja avgjørt koma aftur til Føroya í 2006.
Eisini vil eg persónliga heilsa Elsu, sum var so fitt at loyva okkum at ríða á hennara
rossum á okkara vitjan. Stórt klemm til tín, Elsa! ;)
Ansið eftir tykkum og eitt gott 2006
Ana Johnson
Shakin'
Stevens:
Eg vil ynskja øllum føroyingum eitt sera gott og sunt
nýggjár, og eg takki fólkinum fyri tí góðu móttøkuna,
eg fekk í august.
Eg fari altíð at minnast tí vøkru sjón, tá ið eg ferðaist
kring landið. Fólkið var eisini ótrúligt.
Shakin' Stevens