Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 1. desember 2005 Fuglafjørður: Gongst sum ætlað, so fer í framtíðini at liggja eitt næmingaheim á Kambsdali. Í farnu viku fekk nevni­­liga Fuglafjarðar kommuna eina umsókn frá ”Næmingaheiminum á Kambsdali”, har søkt verður um byggiloyvi til eitt slíkt heim á økinum. Sambært hesi ætlan so skal heimið byggjast innanfyri Studentaskúlan, niðan móti vegnum til sethúsaøkið. Í byggisamtyktini fyri økið verður sagt, at tað er útlagt sum miðstaðarøki, men higartil hevur eingin áhugi verið fyri at bygt her. Tekniska nevnd hjá bý­ráðnum hevur viðmælt bý­ráðnum at geva eitt prinsipielt byggiloyvi til hetta næmingaheimið, sam­stundis sum býráðið fer neyðugar broytingar í byggisamtyktini. Á fundi í býráðnum týs­ kvøldið varð tilmælið frá teknisku nevndini einmælt samtykt. sb. Bláikrossur: Hvørt týs­ kvøld og hóskvøld bjóðar Blái Krossur nú fólki at ringja til ta serstøku rúslinjuna hjá felagsskapinum. Henda skipanin byrjaði fyri einum mánaði síðani, og longu nú hava hópurin av fólki ringt til nr. 318586 fyri at fáa hjálp. Felagsskapurin arbeiddi fyri nøkrum árum síðani við hesi ætlanini, men nú er hon so vorðin veruleiki. Hesi bæði kvøldini fara ráðgevarar at sita við tele­ fonina og hjálpa teimum, ið ringja. Endamálið er at veita eina tænastu til øll tey, ið á einhvønn hátt líða undir rúsdrekka ella rúsevnum, og sum ikki vita hvat tey skulu gera. Uppgávan hjá ráð­gev­ar­ unum verður fyrst og fremst at lurta, men eisini vilja tey eftir førimuni royna at koma við góðum ráðum, eitt nú til víðari hjálp, sig­ur Jaspur Langgaard, aðalskrivari í Bláa Krossi. Dentur verður lagdur á, at talan er ikki um nakra viðgerð, men meiri um eitt slag av fyrstuhjálp hjá fólki, sum eru í neyð. 16 skikkaðir ráðgevarar fara upp á skift at svara rúslinjuni. Alt ar­beiðið verður gjørt við tagnarskyldu. sb. Nógv ringja til rúslinjuna Ynskja næmingaheim á Kambsdali Nærhendis Studentaskúlanum á Kambsdali er nú givið eitt prinsipielt loyvi til bygging av einum næmingaheimi Televarpið · tel 340340 · televarp@televarp.fo Eitt pakkadømi: ÆLABOGIN Mánaðargjald fyri Ælabogan, við 24 rásum299,- * Hesar rásir skiftast um at senda (Timeshare) Televarpsmóttakarar frá Force úr 795,- lestu fótbóltsdystirnar! Bestu sendingarnar og f Tekna hald og síggj Televarpið ókeypis til 1. januar! Nýtt! Disney Channel í Televarpinum frá 1. desember* *Disney Channel kemur ístaðin fyri Jetix og fer at senda millum kl. 5.00 og 19.15 Tvøroyri: Sunnudagin let­ur argjamaðurin Fin­ leif Mortensen upp eina framsýning í Gallarí Oyggin á Tvøroyri. Á framsýningini hev­ur Finnleif fleiri oljumálningar. Framsýningin er opin fram til 4. januar næsta ár, allar dagar frá kl. 15 til 18. sb. Argjamaður á gallarínum