Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 231 - 1. desember 2005 Filadelfia-samkoman í Havn gevur í næstu viku út sína fyrstu lovsangsfløgu við heitinum ”Nær hjá tær”. – Vit ynskja at lurtarin kemur at kenna Guds kærleika, gleði og frið heilt per­ sónliga í lívi sínum, sig­ur Gunvør Jacobsen, lovsangsleiðari í sam­ komuni Fløga Snorri Brend Filadelfia: - Við hesi fløg­ uni ynskja vit tí at draga menniskju nærri Gudi, sigur lovsangsleiðarin, Gunvør Jacobsen. Hetta ber heitið á fløguni eisini boð um, og tí er enda­ málið at røkka út til alt Føroya fólk og har skapa ein tosta og ein longsul eftir tí livandi Gudi. Visjónin og hjartans ynski okkara er at Fila­ del­fia-samkoman skal verða ein lovsongs- og til­ biðjanarmiðdepil, sum røkkur út til alt Føroya fólk. Tað er við hesum í huga at vit hava framleitt okkara fyrstu lovsongsfløgu, sum kemur út í næstu viku, verð­ ur sagt. Sangirnir og tónleikurin á fløguni fevna breitt. Alt er tikið upp í Kris-stuff Studio í Havn, og eru tað eigarin Kristoffur Mørkøre og Bárður Háberg ið hava ljóðblandað fløguna. Nærvera Fyri samkomuleiðaran í Fila­ delfia, Tummas Jacobsen er tað eisini ein stórhending, nú henda fløgan kemur út. Hann hevur sjálvur verið virkin innan kristiligt sang- og tónleikaarbeiði, og hevur eisini verið við til at geva út fleiri tónleikaútgávur. Tað eru liðin nógv ár síðani hann fyrstu ferð bæði hoyrdi og sá lovsang, og í honum hevur altíð verið eitt hjartans ynski um at samkoma hans­ ara eisini kundi geva út eina slíka fløgu eisini. Vit hava nú framleitt hesa fyrstu lovsangsfløgu okk­ ara. Tað hava vit gjørt, fyri at tann Andans nærvera, sum vit kenna frá møtum okk­ ara, eisini kann koma inn í stovurnar hjá fólki. Eg ynski tí, at Harrin má signa tey ið lurta eftir fløguni og at hann má koma nær við Anda sínum, sigur Tummas Jacobsen um fløguna. Nú fløgan verður útgivin fara eisini bønirnar hjá sam­ komuni at fylgja fløguni og øllum teimum, sum fara at ogna sær hana. Ein fløga sum er nær við lurtaran 3 & 1 3 0 ; ($9'$ ¶'%),).) &/ 6!4.3/92!2 &!2/%)3,!.$3 4EL  &AX  WWWHDYGDFO POST HDYGDFO ($9'$VINDEYGA¦OGHUR¦INVER¦AGJ’RDÞRTÓBESTATILFARINUMTILF’ROYSKVI¦URSKIFTI ($9'$HELDURSOLEINGI ATVITBJئAÈRATRYGD($9'$VINDEYGUFÈASTSUMTOPPSVING SÓ¦USVING SÓ¦UHONGDOGTOPPHONGD ($9'$VINDEYGA¦FSTÞRTRI TRIALUOGPLASTI 4A¦VARÓ¯LESUNDÓAT(ARALD+VASNES SUMHEV¦IARBEITTVI¦VINDEYGUMSUMSER’KI UPPFANNTA¦FRAMÞRSKARANDIVINDEYGA¦ HARRAMMANKUNDISNARASTALLANVEGINRUNTUMEGNAÈS SOLEI¦ISATTILBARATSTANDAINNIOGVASKA ÞTSÓ¦UNA .AVNI¦ GJ’RDIST w(USMOR VINDUETiSUMEINHEI¦URTILHENNARA SUMTÈÓTÓ¦INISTئFYRIREINGER¦INIAVHÞSUNUM ¶MEIRAENNÈRHAVAVITFRAMLEITTOGMENTHESIVINDEYGU6INDEYGA¦ SUMUPPRUNALIGATw(USMORVINDUETi EITURNÞ($9'$ VIND EYGA¦6’RUSKRÈOKKARAFEVNIRÓDAGUMVINDEYGU ÞT OGALTANHUR¦AR HÞSAKLDNINGOA 6).$%9'5.)3)'!!,4($9'$ERNâGGJAFELAGSNAVNI¦OGV’RUMERKI¦HJÈ6ATNSOYRA3NIKKARAVIRKIOG&’ROYA'LUGGA