Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 1. desember 2005  Í mong ár hevur ein grund staðið við end­an av vegnum Oman Mattalág í vesturbýnum í Havn beint við síðuna av gamla stoypi­virkinum. Grundin hevur leingi verið til ampa fyri grannalagið, og nú er hon so tikin niður Niðurbróting Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er Húsalánsgrunnurin, ið eigur ognina. Jóannes Dals­garð, stjóri á Húsa­láns­ grunninum, sigur, at tá ið grunnurin á sinni keypti ognina, vóru ítøkiligar ætl­ anir um at byggja íbúðir, men hesar steðgaðu upp, tí óvissa var um framtíðina hjá grunninum. - Tað eru og hava verið røddir í løgtinginum, sum hava tosað nógv um framtíðina hjá grunninum, og um hann møguliga skuldi umskipast. Fyrr enn vit kenna okkum trygga við framtíðina hjá grunninum, fara vit ikki víðari við byggiætlanunu, sigur Jóannes Dalsgarð. Nógv plágað av ótangum Grundin hevur eins og tóma stoypivirkið við síðuna av verið nógv nýtt av ótangum, sum hava gjørt bæði líkt og ólíkt á ognini. - Vit hava neglt fyri bæði stoypivirkið og á grundini óteljandi ferðir, men hvørja ferð eru ótangar komnir aftur og hava brotið alt upp aftur. Teir hava gjørt bæði líkt og ólíkt á ognini, og tað er ikki so langt síðani, at bál var kynt inni í stoypivirkinum, greiðir Jóannes Dalsgarð frá. Stjórin í Húsalánsgrunnin greiðir frá, at økið eisini hevur verið nógv vitjað av børnum, sum hava spælt á ognini, og tað hevur ikki verið heilt vandaleyst. Bæði Húslánsgrunnurin og Tórshavnar Býráð hava fingið fleiri áheitanir um at gera okkurt við trupulleikan, tí tey eru bangin um børnini, sum spæla har, og fyrr í vikuni var so farið undir at bróta grundina niður. - Vit hava latið grundina staðið, hóast hon ikki hevur verið hóskandi til ætlanirnar hjá okkum. Nú er hon so tik­in niður, og so fáa vit at síggja, hvat verður gjørt á økinum, sum er umleið 5.000 fermetrar stórt. Sjálv­ andi hava vit nakrar tankar, men ikki nakað ið vit vilja út við enn, sigur Jóannes Dalsgarð. Løgreglan í Hanst­ holm leitar eftir ein­ um 39 ára gomlum føroyskum sjómanni, sum ikki er sæddur síðani 4. novembur. Stutt fyri døgurða í dag fann løgreglan ein bil á havsins botni inni í havnini í Hanstholm, og seinnapartin skuldi bilurin takast upp fyri at vita, um nakar er í honum Eftirlýstur sjómaður Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið vit fyrrapartin høvdu samband við løg­regl­una í Thisted, sum er høv­ uðsskrivstovan hjá løgregluni í Hanstholm, høvdu teir júst funnið bilin á havsins botni. Nær við bátin hjá manninum Vakthavandi á politistøðini í Thisted sigur, at ongin hevur hoyrt frá føroyska sjó­manninum og ein nor­ manni, ið hann fylgdist við, síðani seint á kvøldi tann 4. novembur, tá ið teir vóru á einum vertshúsi í Hanstholm. - Tað er ikki óvanligt, at ongin hoyrir frá sjófólki í eina tíð, men familjan hjá føroyska sjómanninum og normanninum eru stúr­in, tí teir plaga at hava sam­band við familjuni við jøvn­um millumbili, sigur vakt­ havandi. Hann greiðir frá, at miku­ dagin var farið undir at leita í havnini í Hanstholm, og teir hava nýtt eitt slag av ein­um minibili, sum skannar havbotnin. - Hetta er ein stór havn, so tað tekur eitt sindur av tíð. Men fyri løtu síðani funnu vit ein bil, sum ligg­ ur á botninum, beint við, har báturin hjá føroyska sjó­ manninum liggur. Bilurin hjá føroyska sjómanninum hevur eisini verið horvin síð­ani 4. novembur. Seinni í dag fara menn at fáa bilin upp á turt, og tá kunnu vit stað­festa, um nakar er í bil­ inum, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Thisted. Føroyski sjómaðurin, ið er eftirlýstur, hevur bústað á Bornholm, men báturin, ið hann siglir við, liggur sum áðurnevnt við bryggju í Hanstholm. Vit fara eisini at fylgja við gongdini í Hanstholm á portalinum. Leita eftir føroyskum sjómanni Bryggjan í Hanstholm er stongd av, har sum ein bilur í morgun bleiv funnin á havsins botni. Seinnapartin í dag skuldi bilurin togast upp á turt, og tá skuldi greiða fáast á, um nakar var í bilinum. Mynd: Karsten Jensen Nú er grundin burtur Gott til eldraíbúðir Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur havt nógv samband við Húsa­láns­ grunnin um grundina úti í Mattalág, og hann fegnast um, at grundin nú er tikin niður. Niðurbróting Terji Nielsen terji@sosialurin.fo - Vit hava arbeitt við hesum í fleiri mánaðar, og tað hevur verið nógv samband við Húsalánsgrunnin. Tað er einki dulsmál, at grundin hevur staðið sum ein skomm í langa tíð, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at hann hevur fingið ótelj­ andi áheitanir frá fólki um at fáa grundina burtur, tí hon hevur verið til stór­an vanda fyri børnini í granna­ lagnum. - Tað er ótrúliga gleðiligt, at hon nú er tikin niður. Nú verður spennandi at síggja, hvat fer at henda við økinum, tí har eru nógvir møguleikar. Eg hevði ynskt mær, at tað til dømsi blivu gjørdar eldraíbúðir á økinum, tí tað liggur sera væl fyri og mitt í býnum, sigur Heðin Mortensen. Grundin, sum hevur staðið úti í Mattalág í nógv ár, er nú tikin niður. Húsalánsgrunnurin, sum eigur ognina, hevur enn ikki gjørt av, hvat skal gerast á økinum Mynd: Jens Kristan Vang