Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 231 - 1. desember 2005 Vestmenningar vilja hava tunnil ímillum Vestmanna og Leynar og teir strongja nú á landsstýrið fyri at fáa arbeiðið sett í verk Vestmannatunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vestmenningar eru nú farnir til arbeiðis fyri at fáa tunnil ímillum Vestmanna og Leyn­ ar. Bæði Vestmanna Bygda­ ráð og Heidi Petersen, løg­ tingslimur úr Vestmanna, eru nú farin at strongja á Løg­tingið og landsstýrið fyri at tunnil gjørdan ímillum Vestmanna og Leynar. Vestmanna Bygdaráð vís­ir á, at tað eru nú næstan tvey ár síðani, at kommunan fyrstu ferð heitti á landsins myndugleikar um at gera tunnil ímillum Vestmanna og Leynar. Tá fekk bygdaráðið til svar, at Landsverk og Vinnu­ málaráðið arbeiddu við at gera eina yviskipaða ætlan fyri undirstøðukervið í Før­ oyum og at áheitanin um tunnil ímillum Vestmanna og leynar, skuldi viðgerðast í tí sambandinum. Vestmanna Bygdaráð sig­ ur, at nú eru tvey ár farin, men enn hevur onki verið at frætt um eina yvirskipaða ætlan og ei heldur hevur nak­að verið at hoyrt um ein Vestmannatunnil. Samstundis hevur nógv ver­ið at hoyrt um aðrar tunn­ ils­ætlanir. Nú heitir Vestmanna Komm­una sostatt einaferð enn á Landsverk um at fara undir at fyrireika ein Vest­ mannatunnil. Fer í Løgtingið við málinum Heidi Petersen, sum er ting­ limur úr Vestmanna hevur somuleiðis tikið tráðin upp og hon fer nú at reisa málið um tunnil ímillum Vest­manna og Leynar í Løg­ tinginum. Tí hevur hon nú spurt Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, hvussu gongur við hesi yvirksipaðu ætlanini fyri undirstøðukervið. Í hesum sambandi vil hon eisini hava at vita, hvussu frammaliga ella aftarliga, Vestmannatunnilin er rað­ festur í hesi yvirskipaðu ætlan. Sostatt vil hon hava at vita, hvar í røðini yvir ætlaðar tunlar, at Vestmannatunnilin er. Hon vil eisini hava at vita um nakrar fyrireikingar eru gjørdar við tí í hyggju at gera tunnil ímillum Vestmanna og Leynar. Somuleiðis spyr hon lands­ stýrismannin, hvar hann ætlar at gera fyri at skunda undir eina slíka ætlan. Seks kilometrar Bæði Heidi Petersen og Vest­ manna Bygdaráð vísa á, at tað er sera nógv ferðsla á vegnum ímillum Vestmanna og Leynar. Samstundis er talan um eitt vegastrekki, sum er sera torført at koyra eftir í kava og vindi um veturin. Teljingar hjá Landsverki vísa, at í 2004 koyrdi 1016 bilar um dagin til og úr Vest­ manna. Hetta sama árið koyrdu 1015 bilar til og úr Vágum um dagin. – Vegastrekkið ímillum Vest­manna og Leynar er 12 kilometrar langt, men ein tunnil verður einar seks kilo­ metrar langur, sigur Heidi Petersen.  Eftir ætlan, skal tunnilin fara í fjallið beint omanfyri Válin í Vestmanna og hann skal koma útaftur Frammi í Líð í Leynum, har undir­ sjóvartunnilin til Vágar kem­ ur upp. Heidi Petersen vísir á, at ein tunnil í millum Vest­ manna og Leynar fer at hava við sær, at bæði arbeiðsfólk og vinnulív fáa munandi betri umstøður. Í hesum sambandi vísir hon á, at um árið verða eini 6000 tons av fiski koyrd úr Vestmanna til Havnar til av­skip­ingar og harafturat verða eini 3000-4000 tons av feskum fiski flutt til og úr Vest­manna um árið til virk­ingar. – Eisini fer ein Vest­ manna­tunnil at hava við sær munandi sparingar í as­fal­tering, kavarudding og aðr­ari røkt, leggur Heidi Petersen afturat. Jens Lisberg fer leyg­­ar­ dagin at skriva seg á tann longu langa list­ an av framúrskarandi tónleikarum og sang­arum, sum hava spælt í Miðlahúsinum í Vágsbotni, síðan húsini lótu upp í summar Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrrverandi Sputnikkarin og frálíki undirhaldarin Jens Lisberg spælir leygardagin kl. 16.00 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Saman við Berg­ uri Godtfred og Kristian Blak fer Jens Lisberg at spæla løg av nýggju dupultu savnsfløguni hjá sær. Savnsfløgan er fyrsta fløgu­útgávan hjá hesum væl­umtókta sangara og lag­ skrivara. Talan er um dupult­ fløgu við ikki færri enn 40 løgum. Hon er júst komin í handlarnar. Á fløgunum eru løg av bond­um, sum Jens hevur gjørt seinastu 24 árini. Jens hevur verið sera virkin bæði sum einstaklingur og sum limur í bólkinum Sputnik. Sputnik gav t.d sjey bond út. Tey flestu vóru stak væl umtókt, men einki av hesum er komið á fløgu. Tí kemur savnsfløgan ikki eina løtu ov tíðliga. Millum útgávurnar hjá Sput­nik var eitt jólaband, ið kom út í 1991. Tí vera ivaleyst jólatónar at hoyra millum løgini í miðlahúsinum leyg­ ardagin. Miðlahúsið hevur seinasta hálva árið vunnið sær pláss, sum eitt livandi hús í Tórs­ gøtu við tí væl umtókta Trappu­tinginum, fundum av alskyns slag og konsertum við føroyskum og útlendskum einstaklingum og bólkum. Leygardagin skrivar ein tann størsti undirhaldarin, ið Suðuroyggin hevur fostr­ að seg á listan yvir tey, ið hava verið við til at gera Miðlahúsið til ein ment­an­ armiðdepil mitt í Havn­ini. Fríggjadagin letur upp listaframsýning við Zacharias Heine­ sen í Leikalund. Eisini fer Ólavur Rasmussen prestur at greiða frá og signera bók sína Antin Ella um Søren Kierkegaard, sum kom út herfyri List/Bøkur   Í eini samrøðu hevur Zacha­­rias Heinesen skírt seg sjálvan “kubistiskan naturalist”. Skoyta vit uppí, at málihátturin er koloristiskt geo­metri­ serandi, at hann ar­beiðir seg burtur frá per­spek­tiv­ inum, so hava vit kanska eina hóming av lista­mann­ inum og hansara avriki. Hann improviserar yvir lit­ irnar og tað darrandi lívið í flatanum. Pør av mót­ setningum verða sett upp: stórt/smátt, ljóst/myrkt, róligt/óróligt. Hesir lutir verða síðani viðgjørdir, so teir gera eina heild, sum altíð hevur størri týdning enn tann einstaki parturin av málninginum. Ígjøgnum føroyska myndlist ferðast eitt myrkt rák, men Zacharias Heinesen hevur ongantíð rættiliga verið partur av tí – hansara tóni er einamest lyr­iskur og lættur. Spurdur, hvussu hetta ber til, vísir hann til teir tunglyntu myrku vetrarnar og stað­ festir: - Eg haldi meg til tað ljósa. (úr bók eftir Jógvan Isaksen um Zacharias Heinesen) Heinesen og Kierkegaard  Zacharias Heinesen er føddur í 1936, og er ein av okkara stóru lista­monn­ um, ið hevur fingið viður­ kenning víða um, fyri sína list. Hann hevur havt lista­ framsýningar víða um, og hevur m.a. prýtt Eystur­ skúlan og Lágargarð í Havn. Eisini hevur hann gjørt altartavuna, í donsku kirkjuni í Suðurslesvík. Á fleiri listasøvnum er hann umboðaður, og í 1986 fekk Henry Heerup Heiðursgávuna.  Á framsýningini, ið letur upp fríggjadagin 2. desember, fer Zacharias Heinesen at sýna fram nýggjar oljumálningar. Ólavur Rasmussen, prest­ ur, kemur eisini at vitja Leikalund fríggja­dagin. Hann fer at greiða frá og signera bókina, Antin ella, ið er um Kierke­­gaard, og sum júst er útkomin. Til ferniseringina, kem­­ur Helga Gerðalíð, tónleikari, at spæla nøkur løg.  Ferniseringin byrjar fríggjadagin kl 16.00, og listaframsýning verður hangandi allan desembur mánaða ave Zacharias Heinesen og Kierkegaard í Leikalund Fríggjadagin verður høvi at síggja nýggjar málningar hjá Zacharias Heinsen umframt at fáa bókina Antin ella hjá Ólavi Rasmussen signeraða í Leikalund í Klaksvík Jens Lisberg í Miðlahúsinum Tunnil millum Vestmanna og Leynar Eftir fyribils ætlanini skal tunnilin ímillum Vestmanna og Leynar fara inn í fjallið beint omanfyri Válin í Vestmanna og koma útaftur Frammi í Líð í Leynum, har undirsjóvartunnilin eisini kemur upp. Koyrivegurin er 12 kilometrar langur, men ein tunni verður seks kilometrar langur