Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 231 - 1. desember 2005 Rættir menn verða ikki tunglyntir Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Fiti økir um vandan fyri demens demens Henning Joensen Ein ameikansk kanning vís­ir, at miðalaldrandi fólk ið eru feit, eru í 74 prosent størri vanda fyri at fáa demens enn fólk ið ikki eru feit. 10276 amerikanskar, kvinnur og menn, lut­ tóku í kanningini, ið byrj­ aði í 1964 og kom á mál í 2003. Luttakararnir vóru til læknakanningar og t.d. bleiv blóðroynd tikin. Úrslitið vísti, at miðal­ aldrandi fólk ið eru feit, eru í 74 prosent størri vanda fyri at fáa de­mens, og feit fólk í 40-45 ára aldri eru í 35 prosent størri vanda at fáa demens enn fólk við vanligari vekt. Aðrar kanningar vísa, at samband er ímillum lívs­stíl og demens, men Dag Års­land, frá uni­ verstets­sjúkra­húsi­num í Stavanger, ásannar tó, at nógvir aðrir faktorar eisini kunnu spæla inn. Kelda: Den Norske Lægeforening Tunglyndi, ið er nak­ að sum kann raka allar aldurs­bólk­ar, kann verða eins hættis­ ligt og t.d. ov høgt blóðtrýst og ov høgt kolesterol. Alheims heilsufelagsskapurin WHO metir at í 2020 verður depressión ein av mest vanligu deyðorsøkunum um allan heim Tunglyndi Sálarlig heilsa hevur í longri tíð staðið í skugganum av hjarta- og æðrasjúkum, krabba­meini og øðrum álv­ars­ligum sjúk­um, men seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt at fólk fáa viðgerð fyri tung­lyndi. Kanningar í USA vísa, at umleið 40 prosent av monn­ um í aldrinum 40-60 ár, sum koma í mannligu skiftisárini, ofta fáa trupulleikar av ym­isk­ um slagi, sum t.d. við kyns­ lív­in­um, teir eru troytt­ir, tung­ lyntir, smásárir, snarsintir, og lagið er ógvuliga upp og niður. Ímyndin av tunglyndi sum ein vekleiki er nógv út­breitt. Ein rætt­ur mað­ ur verð­­ur ikki tung­lyntur, hann eigur at vera sterk­ur og hava alt undir kon­troll. Tí verða menn ofta skelk­aðir, tá teir fá eina depressión. Teir eru eisini nógv seinni um at søkja sær hjálp enn kvinnur. Tað vísir seg ofta, at tað eru kvinnurnar, sum reagera upp á, at maðurin ella starvsfelagin t.d. broytur persónligheit. Av tí at avnoktan er ein av mest grundleggjandi verju­ mekanismum hjá okkum menn­iskjum, er tað av stór­ um týdningi at familjan ella læknin ger nakað við trupul­ leikan. Serliga tí at flestu menn ikki taka støðuna í álvara fyrr enn onkur per­ sónur, sum teir veruliga hava virðing fyri og hava álit á, noyður teir at søkja sær hjálp. Kvinnur og menn eru ikki eins, og tað sama er galdandi viðvíkjandi tunglyndi. * Kvinnur halda ofta sínar kenslur fyri seg sjálvan, meðan menn hava lyndi til at rasa út, tá teir eru strongdir. * Kvinnur taka ofta skuldina fyri sína depressión upp á seg sjálvar, meðan menn geva øðrum skuldina. * Meðan kvinnur ofta verða apatiskar og føla seg kedd­ ar og virðisleysar, verða menn snarsintir og smá­ sárir. * Kvinnur royna at um­gang­ ast ósemjur og uppgerðir, meðan menn ofta síggja út til at skapa ósemjur og eru áleypandi og ill­gruna­ samir. * Tunglyntir menn sova ofta lítið og eru friðleysir, með­ an kvinnur sova nógv og verða líkasælar. * Meðan kvinnur verða meira bangnar fyri at spenna seg út og fáa succes, vilja menninir verða bestir og eru bangnir fyri ikki at verða góðir nokk. * Kvinnur halda ofta at støð­ an verður betri, um tær verða ein betri partnari, vin­ur ella starvsfelagi, með­an menn halda at trupul­leik­in tvørt­ur­ímoti er partnarin, vinirnir ella starvsfelagarnir. * Ofta royna tunglynt fólk at viðgera seg sjálvi. Kvinn­ ur nýta t.d. ofta mat, vinir og kærleika fyri at hjálpa upp á vánaligu støðuna, með­an menn ofta nýta alko­hol, sjónvarp ella ítrótt. * Eitt sereyðkenni fyri menn er, at teir ofta nokta fyri at tosa um sínar trupulleikar, fyri at vísa at teir hava tam­ arhald á støðuni. Sjálvandi er tað ikki so svart/ hvítt og so einkult at seta menn og kvinnur soleiðis í bás, tí tað kann eisini vera øvugt. Tað eru nógvir mátar at hjálpa einum tunglyntum persóni sum t.d. kropsligur aktivitetur, betri konkakt við sínar kenslur, sálarlig terapi, bæði sum einstakligar og saman við øðrum. Eis­ini mugu tey t.d. læra at end­ urskapa samfelagið tey høvdu við onnur ella ongan­ tíð hava havt, og læra at góð­ taka seg sjálvan, sum ein nú einaferð er. Eingin ivi um at tunglyndi er ein sjúka, sum kann koma av ymisum orsøkum og er ikki tekin um veikleika. Tung­lyndi kemur lutfalsliga ofta fyri og rakar nógv fólk onkuntíð í lívinum. Kelda: Sunnhetsbladet