Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 2. desember 2005  Seinasta leygardag varð stóra jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað, og um vikuskiftið verða so hini trøini í Tórshavnar kommunu tendrað. Tó verða jólatrøini í Nólsoy, úti í Hesti og í Syðradali tendrað seinni. Træið í Nólsoy verður tendrað hóskvøldið 8. desember kl. 19. Úti í Hesti verður hugnaløta sunnudagin 8. desember kl. 16, og í Syðradali verður træið tendrað mikudagin 14. desember kl. 18. Prestar, politikarar, stað­bundnar nevndir og tónleikarar hava ein strævnan sunnudag fyri framman. Byrjað verður í Kaldbak og enda verður á Velbastað. Annan sunnudag í advent sær skráin fyri jólatrøini í Tórshavnar kommunu annars soleiðis út: Kl. 15.30 í Kaldbak Kl. 16.00 í Hoyvík Kl. 16.30 á Hvítanesi Kl. 16.30 í Kollafirði Kl. 17.00 á Argjum Kl. 18.30 í Norðradali Kl. 18.30 á Velbastað Prestar og politikarar fara at halda røður. GMH, Havnar Hornorkestur og orkestrið í Frelsunarherinum fara at spæla jólaløg og barnakór fer at syngja í Hoyvík. Kanska onkur jólamaður verður at síggja. Týsdagin 6. desember kemur nýggj DVD út. Pipar & Salt framførdu í Norðurlandahúsinum í heyst fyri fleiri enn 10.000 fólkum, og tað er ein av hesum framførðslum, ið er tikin upp og verður givin út. Her eru Melvis, Kári Cool, flakakvinnur úr Suðuroy, Símin Tindfjall og Kalle Mohr og øll Pipar & Salt fólkini sum vit kenna. Afturat hesum er eisini eykatilfar. Nýggjár við Pipar & Salt, sendingin við Skótanum í Bø, Ábali, Melvisi, Blómukvinnuni og øllum sum vóru í Bø. Eisini er eitt ævintýr; hvussu jólini á Skarvanesi hjá Mammu Esmar lagaðu seg. Tað er hálvur triði tími við føroyskum undirhaldi. Kanska fer henda DVD at liggja undir onkrum jólatræði jólaaftan. Pipar & Salt á DVD Jólatrø , , // CÌÌ>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ Nýggja realkredittlánið frá Føroya Sparikassa kann lætta um mánaðargjaldið á bústaðarláninum. Vit kunnu leingja afturgjaldstíðina á láninum heilt upp í 30 ár, soleiðis at tú hevur munandi meira pening eftir hvønn einasta mánað. Kom inn til okkara ella ring 348000 og hoyr um tínar møguleikar. -ÛiÀÀˆÊœ…ÀÊ `ۈ˜Ãܘ]ʎ՘`>À?s}iۈ PETURPETURs