fríggjadagur 2. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
23
Til sølu
Vit hava hoyggj, græsperlur og rótaperlur á
goymslu.
P/F I. R. Lastvognar, tlf. 421123
Til sølu
Inventar til klædnahandil til sølu.
P/F I. R. Lastvognar, tlf. 421123
Almanna-
og heilsumálaráðið
Skrivari til Almanna-
og heilsumálaráðið
Eitt fulltíðarstarv sum skrivari hjá deildarstjóra í
Almanna- og heilsumálaráðnum er leyst at søkja.
Talan er um fyribilsstarv fyri tíðarskeiðið, 1. januar
til 30. juni 2006.
Tú kemur at arbeiða sum skrivari hjá deildarstjór-
anum, á Fyrisitingardeildini, men harumframt eisini
hjá starvsfólkunum á deildini; somuleiðis kann
roknast við øðrum uppgávum í Ráðnum sum t.d.:
Vanligt skrivstovuarbeiði/málsfyrireiking.
At skipa fyri fundum.
Vera skrivari hjá nevndum/arbeiðsbólkum.
Vit hugsa okkum at tú hevur:
Skrivstovuútbúgving og hollar royndir.
Kunnleika til almenna fyrisiting.
Kunnleika til mál.
Hollan kunnleika til skrivligt føroyskt.
Kunnleika til EDV á høgum brúkarastøði.
Góð samstarvs- og samskipanarevni.
Duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða:
Eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur
verður við til at skapa, til tíðir strævið, men sam-
stundis sera áhugavert og mennandi við góðum
skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og er
flokkað í lønarflokki III.
Setanarøkið umfatar Almanna- og heilsumálaráðið
og stovnar undir tí.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóran, tlf. 304050.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skal sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Starvsfólkadeildina
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 12. desember 2005, kl. 12.00