fríggjadagur 2. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 2. desember 2005
27
Brúðarmyndir
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan
hátt gleddu okkum á brúdleypsdegi okkara
20. aug. 2005 og vóru við til at gera dagin
ógloymandi fyri okkum.
Heilsan Svanna og Meinert
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum mintust okkum
við vitjanum, gávum, blómum, telegrammum og heils
anum á okkara gullbrúðleypsdegi. Ein serlig heilsan til
børnini, sum gjørdu dagin ógloymandi fyri okkum. Eini
gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár ynskja
vit øllum.
Petrine og Frank
Tvey nýggj yrkinga
søvn eftir Óla Jákup
Thomsen eru nú
útkomin. Talan er um
55 stuttar yrkingar.
Yrkingar
Snorri Brend
Hesi bæði nýggju yrkinga
søvnini eru ein blandingur
av yrkingum, tekningum og
av list.
Óla Jákup hevur fyrst fingið
íblástur til yrkingarnar, sum
síðani eru sendar bróðrinum
í Keypmannahavn. Og her
hevur hesin so „prýtt“ tær
við tekningum sínum.
Í savninum eru 55 yrkingar
og av hesum hava tær 32
fingið ein tekning við - tær
allar flestu í litum.
Yrkingarnar í hesum báð
um søvnunum fevna um eitt
tíðarskeið uppá umleið 14
mánaðir.
- Viðhvørt eru yrkingarnar
bara har, sigur Óla Jákup um
hesar. Tá ræður bara um at
hava ein góðan griffil uppi
á sær, leggur hann brosandi
aftrat.
Alskyns evni verða tikin
upp í hesum yrkingum: Frá
eini troyggju sum verður
vaskað til delfinir sum
sóla sær, og frá teirri fornu
roykstovuni til nýhugsan.
Ferðast verður víða, - allan
vegin til Alaska, Filipsoyggj
arnar, Galapagos, Ísland og
Angola. Tónleikur, sjólívið
og framtíðin eru eisini við.
Tað er Estra í Gøtu sum
hevur prentað bókina, sum
forlagið Stjørnustøv gevur
út.
Óla Jákup Thomsen hevur
givið út nýtt yrkingasavn/
nýggj yrkingarsøvn
Foto: Jens Kr. Vang
Tankastrok um
Y og um X