Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 233 - 5. desember 2005 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 11 10 - 0 - 1 323 213 110 20 2 Neistin 12 10 - 0 - 2 329 231 98 20 3 VB 11 8 - 0 - 3 298 232 66 16 4 Kyndil 11 7 - 0 - 4 233 249 -16 14 5 VÍF 11 5 - 0 - 6 264 264 0 10 6 StÍF 12 3 - 0 - 9 270 307 -37 6 7 Søljan 11 2 - 0 - 9 195 288 -93 4 8 Tjaldur 11 0 - 0 - 11 208 336 -128 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kyndil 9 7 - 1 - 1 250 215 35 15 2 H71 9 6 - 1 - 2 266 215 51 13 3 VÍF 9 5 - 0 - 4 252 251 1 10 4 StÍF 9 5 - 0 - 4 231 239 -8 10 5 KÍF 9 2 - 0 - 7 229 258 -29 4 6 Neistin 9 1 - 0 - 8 243 293 -50 2 Eftir tvey tap á rað, vann VB seg leygardagin aftur á heiðursmerkjakós Sunset-kappingin Jákup Mørk Trýstið var av álvara á VB, nú tær høvdu verið fyri tapi móti bæði Stjørnuni og Neist­ anum. Tí var kravið um sigur enn størri, enn tað vanliga er, tá StÍF vitjaði, og partvíst tóktist hetta trýstið eisini at tyngja liðið. Stóran part av fyrra hálvleiki megnaðu gestirnir nevnliga væl at fylgja við, og tó at VB um miðjan hálvleikin beit nakað frá sær, so sluppu tær ikki heilt leysar. Tvørtur ímóti, so gjørdu gestirnir ein vørr beint undan steðginum, og so vóru bara tvey mál á muni, tá farið varð inn at hvíla seg. Eftir steðgin kom tó annað lag á. VB setti fulla ferð á beinanvegin, og tí útspælinum megnaðu gestirnir ongantíð at matcha. Sum seinastu 30 minuttirnir liðu, so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin skuldi gerast. Við sigrinum fekk VB aft­ ur tikið seg framum Kyndil, sum seinastu vikurnar hevur lagt seg á bronsuplássið í deildini. Ein støða, sum tær grønu uttan iva vilja royna at halda fast um. Men samstundis ein støða, sum VB á ongan hátt fer at geva burtur. Tvørtur ímóti, so man málið hjá teimum helst vera at koma enn nærri oddinum. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 9 9 - 0 27 8 19 18 2 SÍ 9 7 - 2 23 13 10 14 3 ÍF 7 3 - 4 13 15 -2 6 4 TB 6 2 - 4 10 12 -2 4 5 Mjølnir 9 2 - 7 12 24 -12 4 6 KÍF 8 1 - 7 9 22 -13 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 7 7 - 0 21 7 14 14 2 SÍ 7 5 - 2 18 9 9 10 3 Mjølnir 8 4 - 4 17 13 4 8 4 ÍF 7 2 - 5 11 17 -6 4 5 Nøvan 7 0 - 7 0 21 -21 0 Við sigri á KÍF í rótutari uppgerð megnaði StÍF at halda fast um fjarstøðuna til Kyndil Atlantic Airways- kappingin Jákup Mørk Talan var sjáldan um tað góða hondbóltsspælið, tá StÍF vitjaði KÍF leygardagin. Strandingar plaga annars at borga fyri kvikum og undirhaldandi hondbólti, men tann partin sást lítið til í Hoyvíkarhøllini. Heldur komu teir í nógvum førum í rótutar nærdystir við KÍF- verjuna, og tí gjørdist ferðin á dystinum heldur ikki nøkur serlig. Kollfirðingarnir hinvegin megnaðu heldur ikki at leggja veruligt trýst á stranda-verjuna, og tí gekk so hampuliga javnt á fyrstu longu løtuna. Stutt fyri steðgin kom tó nakað av ferð á. Fyrst og fremst, so fekk StÍF verjuna at rigga, og teir kundu tí toga seg nøkur mál framum. Tann munin hildu teir fyri tað mesta fast um eftir steðgin. Heilt nær komu kollfirðingar í øllum førum ikki. Heldur gekk tað hin­ vegin, at StÍF skuldi økja um leiðsluna, og stutt fyri dystarlok vóru eisini sjey mál á muni. KÍF fekk tó pyntað nakað um úrslitið seinastu løtuna, men í nær námind veruligum spenningi komu teir ikki. Við sigrinum helt StÍF fast í fjarstøðuni upp til odd­in. Ein fjarstøða, sum teir kunnu minka um, tá teir í seinasta umfarinum í grundspælinum taka ímóti oddaliðnum, Kyndli. KÍF liggur hinvegin fram­ vegis á fýra stigum. Og fyrst og fremst, so tykist árið hjá teimum snúgva seg um botndystin móti Neistanum. KÍF-StÍF 22-26 (11-14): Strandingar hanga í KÍF-StÍF 22-26 (11-14) Málskjúttar KÍF: Karl Jóhan djurhuus 6, Mirko Milinkovic 3, Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 3, Teitur Joensen 3, Arnbjørn Hansen 3(2), Gert Hansen 1 StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Bent Djurhuus 5, Artur Johansen 5, Bárður Danielsen 3, Borgar Danielsen 2, Hávardur Trúgvason 1, Tummas Johansen 1(1) Brotskøst: KÍF 5, StÍF 5 Útvísingar: KÍF 2, StÍF 6 Dómarar: Kristian Johansen & Eyðun Samuelsen FAKTA UM DYSTIN VB-StÍF 33-21 (15-13): Upp á heiðursmerkjapláss Eftir at hava tapt báðar dystirnar fyri tveimum vikum síðani, kom VB aftur á beint, tá tær leygardagin spældu móti StÍF Mynd: Áki Bertholdsen VB-StÍF 33-21 (15-13) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 11(3), Rannvá Augustinussen 9, Svava Vestergaard 6, Christina Holm 3, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 2 StÍF: Rebekka Justinussen 6(1), Paula B. Jacobsen 4(1), Poula D. Olsen 3, Sunnfríð B. Johansen 3, Ninna K. Johansen 2, Elin Jacobsen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1, Kirstin Olsen 1 Brotskøst: VB 5, StÍF 4 Útvísingar: VB 2, StÍF 2 Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen FAKTA UM DYSTIN