mánadagur 5. desember 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2005
35
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
The longest Yard
Manadag
05.12
kl. 19.45
kl. 22.15
Týsdag
06.12
kl. 19.45
kl. 22.15
Mikudag
07.12
kl. 19.45
kl. 22.15
Hósdag
08.12
kl. 19.45
kl. 22.15
Seinasta
sýning
ADAM SANDLER
ADAM SANDLER
ADAM SANDLER
CHRIS ROCK
CHRIS ROCK
CHRIS ROCK
Harry Potter og flammernes pokal
Mánadag
05.12
kl. 18.30
Týsdag
06.12
kl. 18.30
Mikudag
07.12
kl. 18.30
Hósdag
08.12
kl. 18.30
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER.
FORSALGET
ER STARTET!
www.hpogflammernespokal.dk
www.hpogflammernespokal.dk
KOMANDI FILMAR:
Just like Heaven
Fríggjadag 09.12
FRUMSÝNING
King Kong
Mikudag 14.12 kl. 00.01 kl. 19.00 kl. 22.45
Forsølan er byrjað
HEIMSFRUMSÝNING
Pedderson & Findus 3 - Nissemaskinen
Mánadag
05.12
kl. 18.00
Týsdag
06.12
kl. 18.00
Mikudag
07.12
kl. 18.00
Hósdag
08.12
kl. 18.00
I dine sko
Mánadag
05.12
kl. 21.45
Týsdag
06.12
kl. 21.45
Mikudag
07.12
kl. 21.45
Hósdag
08.12
kl. 21.45
Norðoya Sparikassi
legði fyrrapartin í
dag fram eitt nýtt
konsept við lánum.
Nýggi lánimøguleikin
Heimlán hevur
undirheitið ”Eitt
heim, eitt lán, eitt
gjald”. Yvir eitt 20 ára
skeið er møguleiki
at spara heilt upp í
70.000 kr.
Peningastovnar
Snorri Brend
Klaksvík: - Við hesum
nýggja lánimøguleikanum
ynskja vit at geva kundum
okkara ta bestu tænastuna.
- Hetta er ein enføld skip
an, ein skillig skipan og ein
góð skipan fyri teir gomlu
kundarnar hjá okkum. Og
hetta er so sanniliga eisini
ein góð skipan fyri teir
nýggju kundarnar, sum vit
vænta at fáa, sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri í Norðoya
Sparikassa.
Í hesum nýggja lánimøgu
leikanum bjóðar sparikassin
sær at umleggja lánini,
soleiðis at kundin yvir eitt
20 ára skeið kann spara heilt
upp í 70.000 kr. samanlagt.
Skuldi ein áður hava eitt
lán uppá 1 mió. kr., so var
1. veðrættur 60 % av húsa
virðinum og við eini rentu
uppá 3,45, og við 2. veðrætti
uppá restina við 5,45 %.
Nú kann sama lán fíggjast
í stigum, soleiðis at frá 0 til
80 % av húsavirðinum fara
við eini rentu uppá 3,45,
meðan restin fer við 5,45.
Á henda hátt verður bæði
ta mánaðarliga gjaldið
minni, eins og sum nevnt
sparir nógvan pening í longd
ini.
Millum tey nógvu góðu
tilboðini í nýggja møgu
leikanum er eisini gjørligt
bert at rinda rentu ella als
einki í ávíst tíðarskeið, og
at kundin kann fáa skáar í
afturgjaldingini, tá tørvur
er á tí, t.d. við barnsburð,
arbeiðsloysi ella annað.
- Vit ynskja við hesum at
vera fleksiblir. Vit vita av
royndum okkara í 86 ár, at
tað sum er best fyri kundan,
tað er eisini best fyri okkum
í sparikassanum.
- Hetta nýggja Heimlánið
verður tí gjørt, tí kundin
hevur sett ynski fram um
tað. Tí vænta vit, at tað fer
at fáa sera góða undirtøku,
sigur ein sera bjartskygdur
Eyðfinn Reyðberg.
Komandi ár fer Norðoya
Sparikassi eisini at lata upp
eina deild í Havn. Og tí er
ikki frítt, at væntað verður at
bæði fólk í Klaksvík, Norð
oyggjum, Havnini og aðra
staðni fara at gera brúk av
hesum nýggja tilboðnum.
Nýtt heimlán lættir
um hjá fólki
Eyðfinn Reyðberg vónar at mong fara at taka av nýggja Heimláns-tilboðnum hjá bankanum
Mynd: Snorri Brend
Nærum 800 ung
dómar leitaðu sær
leygarkvøldið í
høllina á Hálsi til
tiltakið Náttin er
Ung, sum margarin
fabrikkin skipaði fyri
saman við øðrum.
Ungdómslív
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan var um eitt sonevnt
rúsfrítt tiltak, har eingin
atgongd var fyri fullum
ungdómum, og rúsdrekka
var bannað í høllini. Skráin
var fjølbroytt við bæði
bólkum, einstaklingum og
dansigentum.
Bæði sera gott og
stak vánaligt
Tónleikabólkarnir, ið vóru á
pallinum, vóru danski C21
og so teir báðir føroysku
bólkarnir Skunk og The Story
Ends. Eisini var amerikanski
rapparin ALX á palli eins og
nakrar dansigentur.
Í blaðnum í morgin fara
vit at hava drúgva frásøgn
frá tiltakinum, og har fara
vit eisini at umrøða teir
ymsu framførslurnar. Men
uttan at avdúka ov nógv,
kunnu vit longu her siga, at
støði á framførslunum var
ógvuliga ymiskt. Okkurt var
óvæntað gott, meðan okkurt
var serstakliga vánaligt.
Stórt ungdómstiltak á Hálsi
Unga áhoyrarafjøldin dámdi sera væl danska bólkin C21, og serliga
vóru tað genturnar, ið vóru hugtiknar av donsku tónleikarunum.
Mynd: Eyðun Müller Thomsen