Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 234 - 6. desember 2005 UTTAN ÚR HEIMI Tom DeLay skuldsettur Tom DeLay, sum er ein av teimum fremstu republikansku politikarunum í USA, noyðist nú í rættin. DeLay er eins og floksfelagin George W. Bush úr Texas, og nú hevur ein dómari har gjørt av, at hann skal skuldsetast fyri fíggjarsvik í sambandi við stuðul til sítt valstríð. Ákæruvaldið hevði eisini skuldsett hann fyri samansvørjing, men dómarin helt ikki, at grundarlagið undir teirri skuldsetingini var nóg gott. Tom DeLay var formaður í republikanska tingbólkinum í Umboðsmannatinginum í Washington, men noyddist at siga formansstarvið frá sær, tá hann bleiv skuldsettur. Nú bendir alt á, at hann sleppur neyvan aftur í tann sessin, skrivar AP. Doyði í varðhaldi Fyrrverandi irakski forsætisráðharrin Mohammed Hamza al-Zubaidi er deyður í einari amerikanskari fangalegu. Sambært amerikanska hervaldinum doyði hann seinasta fríggjadag. al-Zubaidi gjørdist forsætisráðharri í Irak aftan á Flógvakríggið í 1991. Tvey ár seinni bleiv hann koyrdur frá, men helt tó fram sum varaforsætisráðharri. Hann var millum teirra, sum skipaðu fyri hevndartiltøkunum ímóti shiamuslimunum, sum høvdu roynt at fella Saddam Hussein aftan á Flógvakríggið. Fleiri túsund shiamuslimar lótu lív í hevndartiltøkunum, og tí var al-Zubaidi eisini ímillum teir iraksku leiðararnar, sum amerikanararnir fóru at leita eftir, tá Saddam var rikin frá. Stutt eftir sjálvt kríggið varð hann tikin. Tað er ikki greitt, hvar amerikanararnir hava havt hann sitandi fanga, og tað er heldur ikki greitt, hví hann doyði. Koyrdir úr ETA Seks limir eru koyrdir úr baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, tí teir hava mælt frá, at felagsskapurin skal nýta harðskap fyri at røkka sínum máli, sum er eitt sjálvsstøðugt baskaraland. Teir seks sita í sponskum fomngslum, og har hava teir sagt, at tað nyttar ikki hjá ETA at brúka harðskap longur, og at í veruleikanum hevur felagsskapurin als ongan týdning longur. Upprunaliga vórðu teir koyrdir burtur úr ETA longu í august í fjør. Hesum mótmælstu teir, men í gjár kunngjørdi leiðslan í felagsskapinum, at avgerðin stendur við og verður ikki broytt. -Teir seks hava roynt at elva til øsing og at seta fólk upp ímóti ETA, og slíkum limum hava vit ikki brúk fyri, stóð í einari kunngerð frá leiðsluni. Dálking hóttir friðað djór Myndugleikarnir í Russlandi siga, at spreingingin á einari kinesiskari verksmiðju í síðsta mánað kann koma fleiri friðaðum djórum har eysturi í Russlandi í vanda. Spreingingin var á einari evnafrøðiligari verksmiðju og hevði við sær, at fleiri áir har um vegir vórðu illa dálkaðar av evninum benzen. Russisku myndugleikarnir siga, at vatnið í einum parti av ánni Amur er illa dálkað, og at dálkingin breiðir seg norðureftir við ánni. Starvsfólk hjá náttúrumyndugleikunum har eysturi í Russlandi siga, at tveir av teimum sjáldsomu sibirisku tikarunum eru vorðnir sjúkir av dálkingini, og at teir eru til viðgerðar á einum djórasjúkrahúsi. Starvsfólkini bera ótta fyri, at hetta er bara byrjanin, og at fleiri tikarar og onnur friðað djór kunnu doyggja av eitrinum. Heimsnáttúrustovnurin WWF sigur, at støðan er sera álvarssom, tí fleiri sjáldsom djór eru í hesum partinum av Russlandi. Av tí at fiskurin í áunum uttan iva er eitraður, kann vanlukkan eisini raka bjarnir og onnur djór, sum millum annað liva av fiski úr áunum, sigur WWF. Í 1959 seldu norðmenn Ísrael tungt vatn, sjálvt um teir vistu, at tað skuldi brúkast til at gera kjarnorkuvápn við Kjarnorka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í fimmtiárunum arbeiddu ísraelsmenn við at útvega sær kjarnorkuvápn, og í 1958 fóru teir at sóknast eftir tungvatni til Dimona- kjarnorkuverkið í Negev- oyðimørkini. Teir skuldu hava 20 tons, og um tað mundið vóru tað bara USA og Noreg, sum vóru før fyri at útvega eina so stóra nøgd. Amerikanararnir søgdu nei, men í januar í 1959 søgdu norðmenn ja. Í mong ár hava norskir politikarar hildið uppá, at norska stjórnin visti einki um, at ísraelsmenn ætlaðu at brúka tungvatnið til kjarnorkubumbur, men nú hevur norska útvarpið avdúkað, at norðmenn vistu alt. Í einum skjali, sum útvarpið hevur fingið fatur á, sæst, at uttanríkisráðið í Oslo var vitandi um, at ísraelsmenn høvdu eina kjarnorkuvápnaætlan. Tungvatn verður brúkt til plutonium til kjarnoprkuvápn, og sambært norska útvarpinum var vatnið úr Noregi nóg mikið til, at Ísrael kundi útvega sær fleiri kjarnorkubumbur. Amerikanski vísinda­ mað­urin Avner Cohen, sum verður hildin vera tann, sum veit mest um tey ísraelsku kjarnorkuvápnini, sigur við NRK, at norska avdúkingin er áhugaverd, men hann heldur kortini, at tað er nógv, sum ikki er komið fram enn. Eitt nú vita vit framvegis ikki, nær og hvussu ísraelsmenn spurdu seg fyri um at fáa tungvatn úr Noregi, sigur hann. Tann sokallaða eldra­ bylgjan fær munandi minni avleiðingar í Danmark enn í øðrum londum Danmark Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í dag fer vælferðarnevndin hjá donsku stjórnini at al­mannakunngera sítt boð uppá, hvørji tiltøk danskir politikarar eiga at fremja fyri at tryggja vælferðarsamfelagið í komandi árum. Upprunin til frágreiðingina er millum annað gongdin, sum vísir, at í framtíðini verða tey eldru munandi fleiri í tali enn nú, samstundis sum færri verða á arbeiðsmarknaðinum til at fíggja vælferðarsamfelagið. Men sambært einari meting hjá ST hava danskir politikarar munandi minni at stúra fyri enn teirra starvs­ brøður í øðrum londum. Rætt er tað, at um smá 50 ár verða 60 prosent fleiri danir eldri enn 65 ár enn nú, men mótvegis øðrum londum minkar tann arbeiðsføra fjøld­ in ikki so nógv í Danmark sum í øðrum londum. ST sigur, at um 45 ár eru 50.000 færri danir í aldrinum 15 til 64 ár enn nú, og tað er hóast alt ikki meiri enn 1,3 prosent minni enn í dag. Til sammetingar nevnir ST, at í Italia verða 12 milliónir ella 30 prosent færri fólk í arbeiðsførum aldri í 2050, samstundis sum tey eldru verða 50 prosent fleiri enn nú. Danskir serfrøðingar ávara kortini. Peter Birch Sørensen, professari og yvirvísmaður, sigur við Politiken, at danir eiga at taka gongdina í størsta álvara, sjálvt um eldrabylgjan ikki rakar Danmark so meint sum onnur lond. Hann mælir eisini politikarunum til at taka neyðug stig í góðari tíð. Eldrabylgjan lítil í Danmark Noreg tryggjaði Ísrael kjarnorkuvápn Kjarnorkuteknikarin Mordechai Vaunnu arbeiddi á Dimona-verkinum. Hann fekk 18 ára fongsul fyri at hava avdúkað kjarnorkuloyndarmál